Hann fer úr heimi Jairusar og vitjar aftur í Nazaret
Kapittul 48
Hann fer úr heimi Jairusar og vitjar aftur í Nazaret
JESUS hevur havt ein strævnan dag. Hann hevur ferðast sjóvegis úr Dekapolis, grøtt kvinnuna sum hevði blóðsótt og vakt dóttur Jairusar frá deyðum. Men dagurin er ikki farin enn. Tað er helst tá hann fer úr heimi Jairusar at tveir blindir koma aftan á honum og rópa: „Miskunna okkum, Tú sonur Dávids!“
Menninir rópa Jesus ’son Dávids’ og vísa á tann hátt at teir trúgva at hann er arvingur til hásæti Dávids og sostatt hin lovaði Messias. Jesus letst ikki um vón, kanska fyri at vita um teir eru áhaldnir. Men teir blindu gevast ikki so. Teir fylgja Jesusi til tilhald hansara, og tá hann fer inn, fara teir við.
Her spyr Jesus teir: „Trúgva tit, at Eg kann gera hetta?“
„Ja, Harri!“ svara teir vóngóðir.
Tá nemur Jesus við eygu teirra og sigur: „Tykkum verði eftir trúgv tykkara!“ Og alt í einum síggja teir! Jesus býður teimum nú strangliga: „Síggið til, at eingin fær tað at vita!“ Men í allari gleðini lurta teir ikki eftir, teir fara út og siga øllum har á leið frá Jesusi.
Beint sum hesir fara, koma fólk við einum manni. Hann er settur av einum illum anda sum hevur gjørt hann stumman. Jesus rekur illa andan út, og í somu løtu talar maðurin. Ovfarin av undrunum siga tey mongu fólkini: „Aldri hevur slíkt verið sætt í Ísrael!“
Har eru eisini farisearar. Teir kunnu ikki nokta at Jesus ger kraftargerðir, men óndir og vantrúnir taka teir uppaftur skuldsetingina um hvør ið stendur aftanfyri: „Tað er við høvdinga hinna illu anda, Hann rekur út hinar illu andar!“
Stutt eftir hetta fer Jesus aftur til heimbýin Nazaret, hesa ferð eru lærisveinarnir við. Umleið eitt ár frammanundan vitjaði hann býin og lærdi í sýnagoguni. Í fyrstuni lurtaðu fólk eftir teimum vinnandi orðunum, men seinni tóku tey sær tykni av læru hansara og royndu at drepa hann. Miskunnsamur ger Jesus nú aftur eina roynd at hjálpa bygdarfólki sínum.
Aðrastaðni flokkast fólk um Jesus, men eyðsýnliga ikki her. Á sabbatinum fer hann tí inn í sýnagoguna at læra. Flestu áhoyrararnir undrast. „Hvaðani hevur Hann henda vísdóm? Og hvussu kann Hann gera slíkar kraftargerðir?“ spyrja teir. „Er hetta ikki sonur træsmiðin! Eitur ikki móðir Hansara Maria, og eita ikki brøður Hansara Jákup, Jósef, Símun og Judas! Og systrar Hansara, eru tær ikki allar her hjá okkum! Hvaðani hevur Hann tá alt hetta?“
’Jesus er bara hiðani, tað sama sum vit,’ hugsa tey. ’Vit hava sæð hann í uppvøkstri og kenna alla familju hansara. Hvussu kann hann vera Messias?’ Hóast allar vitnisburðirnar — stóra vísdóm og undurverk hansara — vísa tey hann frá sær. Eisini skyldfólki sínum, sum jú kenna hann so væl, verður hann ein snávingarsteinur. Hetta fær Jesus at siga: „Profetur er ikki vanvirdur uttan á sínum egna heimstaði og í sínum egna húsi.“
Ja, Jesus undrast á so lítla trúgv tey hava, og tí ger hann eingi undurverk har, uttan at leggja hendurnar á nøkur fá sjúk og grøða tey. Matteus 9:27-34; 13:54-58; Markus 6:1-6; Esaias 9:7.
▪ Hvat vísir tað um trúgv teirra blindu at teir rópa Jesus ’son Dávids’?
▪ Hvørja frágreiðing tvíhalda fariseararnir um í samband við undurverk Jesusar?
▪ Hví er tað miskunnsamt at Jesus aftur fer at hjálpa teimum í Nazaret?
▪ Hvørja móttøku fær Jesus í Nazaret, og hví?