Hann lærir Nikodemus
Kapittul 17
Hann lærir Nikodemus
MEÐAN Jesus heldur páskirnar ár 30, ger hann merkisverd tekin ella undurverk. Úrslitið er at nógv fólk koma til trúgv á hann. Nikodemus, limur í jødiska hægstarættinum, Sanhedrininum, er hugtikin og vil fegin læra meir. Hann vitjar tí Jesus í myrkrinum á natt, helst tí hann er bangin fyri at onkur sær hann og jødisku leiðararnir so missa virðingina fyri honum.
„Rabbi!“ sigur hann. „Vit vita, at Tú ert lærari, komin frá Gudi; tí eingin kann gera hesi tekin, sum Tú gert, uttan Gud er við honum.“ Sum svar sigur Jesus við Nikodemus at eingin kann koma inn í ríki Guds um hann ikki verður „føddur av nýggjum“.
Men hvussu kann eitt menniskja verða føtt av nýggjum? „Man hann aðru ferð kunna fara inn í lív móður sínar og verða føddur!“ spyr Nikodemus.
Nei, soleiðis skulu orðini „føddur av nýggjum“ ikki skiljast. „Verður ein ikki føddur av vatni og Anda,“ greiðir Jesus frá, „kann hann ikki koma inn í ríki Guds.“ Tá Jesus varð doyptur og heilagi andin kom yvir hann, føddist hann „av vatni og Anda“. Tá var tað Gud læt rødd sína ljóða av himli og segði: ’Hesin er sonur mín sum eg havi góðkent.’ Gud boðaði frá at hann hevði gitið ein andaligan son sum kundi vænta at koma inn í hitt himmalska ríkið. Seinni, nevniliga á hvítusunnudegnum ár 33, skulu onnur doypt fáa heilaga andan, so tey eisini verða fødd av nýggjum sum andaligir synir Guds.
Men júst hesin sonur Guds á jørðini hevur lívsneyðugan týdning. „Eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini,“ sigur Jesus við Nikodemus, „so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp, fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum.“ Ja, eins og teir av Ísraels fólki sum vórðu bitnir av eiturormunum, máttu líta at koparorminum fyri at verða bjargaðir, mugu øll menniskju trúgva á son Guds um tey skulu bjargast burtur úr doyggjandi støðu síni.
Fyri at leggja dent á hvussu stóran týdning Guds kærleiki hevur í øllum hesum, sigur Jesus síðan við Nikodemus: „Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.“ Her í Jerúsalem, bert eitt hálvt ár eftir at hann er farin undir tænastu sína, ger Jesus greitt at tað er við honum Jehova Gud skal frelsa mannaættina.
Jesus sigur eisini við Nikodemus: „Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin.“ Tað vil siga at Jesus ikki er komin at fordøma heimin, ella døma mannaættina til oyðing. Nei, sum Jesus sjálvur sigur, er hann sendur „fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum“.
Nikodemus er óttafullur komin at hitta Jesus í myrkrinum. Tí er tað áhugavert at tað seinasta Jesus sigur við hann er: „Og hetta er dómurin, at ljósið [sum Jesus persónger í lívi sínum og læru síni] er komið í heimin, men menniskjuni elskaðu myrkrið meir enn ljósið; tí verk teirra vóru ónd. Hvør tann, ið ger ilt, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, fyri at verk hansara skulu ikki verða opinberað. Men tann, ið ger sannleikan, kemur til ljósið, fyri at verk hansara kunnu verða opinberað — at tey eru gjørd í Gudi.“ Jóhannes 2:23–3:21; Matteus 3:16, 17; Ápostlasøgan 2:1-4; 4 Mósebók 21:9.
▪ Hvat fær Nikodemus at vitja Jesus, og hví kemur hann um náttina?
▪ Hvat merkir tað at verða „føddur av nýggjum“?
▪ Hvussu lýsir Jesus týdningin hann hevur í samband við okkara frelsu?
▪ Hvat merkir tað at Jesu ikki er komin at døma heimin?