Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hann lærir tey miskunn

Hann lærir tey miskunn

Kapittul 40

Hann lærir tey miskunn

MØGULIGA er Jesus enn í Nain, har hann nýliga vakti son einkjunnar upp frá deyðum; ella kanska vitjar hann onkran bý har nærindis. Ein fariseari sum eitur Símun vil fegin kunna seg meir um mannin ið ger so merkisverdar gerningar, og bjóðar tí Jesusi heim til sín at eta.

Jesus metir hetta sum eitt høvi at boða fyri teimum hjástøddu og tekur av innbjóðingini, eins og hann áður hevur játtað at eta saman við tollarum og syndarum. Men tá hann kemur inn til Símunar, fær hann ikki somu hjartaligu móttøku sum gestir annars.

Í sandálum verða føturnir heitir og skitnir á teimum støvutu vegunum, og tað hoyrir til vanligt gestablídni at vaska gestum um føturnar í køldum vatni. Men eingin vaskar Jesusi um føturnar tá hann kemur. Hann verður heldur ikki fagnaður við einum kossi, sum siður er. Og hann fær onga olju til hárið, sum gestir vanliga fáa.

Meðan gestirnir liggja afturá við borðið, kemur ein kvinna ið ikki er boðin, stillisliga inn. Í býnum er hon tiltikin fyri siðloysi. Hon man hava hoyrt Jesus læra og eisini bjóða ’øllum sum hava tungt at bera til sín, at fáa hvílu’. Hugtikin av tí hon hevur sæð og hoyrt, er hon nú komin at hitta Jesus.

Hon fer aftur um hann og leggur seg á knæ við føtur hansara. Og tá tár hennara falla á føturnar á Jesusi, turkar hon teir við hári sínum. Eymliga kyssir hon føtur hansara og salvar teir við angandi olju úr krukkuni hjá sær. Hetta dámar ikki Símuni. „Var hesin profetur,“ hugsar hann, „so vitsti Hann, hvør og hvussu henda kvinna er, ið nemur við Hann, at hon er syndafull kvinna.“

Men Jesus sær hvat hann hugsar, og sigur: „Símun, Eg havi nakað at siga við teg!“

„Meistari, sig tað!“ svarar hann.

„Ein maður, ið lænti út pening, átti hjá tveimum;“ byrjar Jesus, „annar skyldaði honum 500 denarar, og annar 50. Við tað at teir nú einki áttu at gjalda við, gav hann báðum tað eftir. Hvør teirra man nú fara at elska hann meiri?“

„Eg haldi,“ sigur Símun, kanska heldur líkasælur á at líta tí spurningurin tykist óviðkomandi, „tann, ið hann gav meiri eftir.“

„Tú dømdi beint!“ svarar Jesus. Hann vendir sær móti kvinnuni og sigur við Símun: „Sært tú hesa kvinnu! Eg kom inn hjá tær — tú gavst Mær ikki vatn til føtur Mínar, men hon vætti føtur Mínar við tárum sínum og turkaði teir við hári sínum. Tú gavst Mær ongan koss, men hon helt ikki uppat at kyssa føtur Mínar, frá tí Eg kom inn. Tú salvaði ikki høvd Mítt við olju, men hon salvaði føtur Mínar við salvu.“

Kvinnan hevur á henda hátt víst at hon angrar sítt siðleysa levnað, og Jesus tekur samanum: „Tí sigi Eg tær: Hinar mongu syndir hennara eru henni fyrigivnar — hon hevur jú elskað nógv. Men tann, ið lítið verður fyrigivið, elskar lítið.“

Í frásøguni um kvinnuna sum salvar føturnar á Jesusi verður einki sagt um at hann umber ella góðtekur siðleysan atburð, enn minni at hann tekur undir við slíkum. Men av hendingini skilst at hann miskunnsamur fatar støðu teirra ið gera mistøk, men síðan angra syndir sínar og koma til hansara at fáa hjálp. Jesus gevur kvinnuni nýggja og sanna styrki tá hann sigur: „Syndir tínar eru fyrigivnar. . . . Trúgv tín hevur frelst teg; far í friði!“ Lukas 7:36-50; Matteus 11:28-30.

▪ Hvussu tekur verturin, Símun, ímóti Jesusi?

▪ Hvør kemur at hitta Jesus, og hví?

▪ Hvørja myndatalu ber Jesus fram, og hvussu brúkar hann hana?