Hann sum ger vegin til reiðar verður føddur
Kapittul 3
Hann sum ger vegin til reiðar verður føddur
ELISABET er tætt komin at eiga. Tríggjar teir seinastu mánaðirnar hevur Maria verið hjá henni. Men nú er tíð hjá Mariu at siga farvæl og fara tann langa vegin heimaftur til Nazaret. Um seks mánaðir ella so, skal hon eisini sjálv eiga.
Stutt eftir at Maria er farin, eigur Elisabet. Frøin er stór tá barnsburðurin gongur væl og Elisabet og barnið bæði hava tað gott! Elisabet letur grannar og skyldfólk síggja tað lítla barnið, og øll gleðast saman við henni.
Sambært lóg Guds skal eitt dreingjabarn í Ísrael umskerast áttanda dagin eftir at hann er føddur. Tá koma vinir og skyldfólk at vitja. Tey siga at drongurin eigur at kallast upp eftir faðir sínum, Zakariasi. Men tað heldur Elisabet ikki. „Nei,“ sigur hon, „hann skal eita Jóhannes!“ Minst til at soleiðis segði eingilin Gabriel, at barnið skuldi eita.
Men vinirnir mótmæla: „Eingin er jú í ætt tíni, sum eitur so!“ Við teknmáli spyrja tey so faðirin hvat hann vil hava dreingin at eita. Zakarias biður geva sær eina talvu, og øll undrast tá hann skrivar: „Jóhannes er navn hansara.“
Í somu løtu fær Zakarias á undurfullan hátt málið aftur. Tú minnist — hann misti taluna tá hann ikki trúði einglinum sum segði at Elisabet skuldi eiga eitt barn. Og tá Zakarias nú talar, undrast øll í grannalagnum og siga við seg sjálv: „Hvat man fara at verða av hesum barni?“
Zakarias fyllist nú av heilagum anda og sker í fagnaðarróp: „Lovaður veri [Jehova] Gud Ísraels! Tí Hann hevur vitjað fólk Sítt og loyst tað út. Hann hevur reist okkum upp frelsuhorn í húsi Dávids, tænara Síns.“ ’Frelsuhornið’ er sjálvandi Harrin Jesus, sum ikki er føddur enn. Við honum, sigur Zakarias, skal Gud „veita okkum, at vit, bjargað av hond fígginda okkara, skuldu kunna tæna Honum óttaleys, í heilagleika og rættvísi, fyri ásjón Hansara, allar dagar okkara.“
Síðan boðar Zakarias viðvíkjandi syni sínum, Jóhannesi, soleiðis frá: „Eisini tú, barn, skalt verða kallaður profetur hins Hægsta; tí tú skalt ganga undan fyri ásjón [Jehova] at gera vegir Hansara til reiðar, fyri at læra fólk Hansara frelsu at kenna í fyrigeving synda teirra. Hetta er eymu miskunn Guds okkara fyri at takka, sum læt lýsing av hæddini vitja okkum — til at lýsa teimum, sum sita í myrkri og deyðaskugga, til at leiða føtur okkara inn á veg friðarins.“
Um hetta mundið er Maria, sum sjálvsagt framvegis er ógift, komin heim til Nazaret. Hvussu verður nú vorðið við henni tá tað sæst at hon er við barn? Lukas 1:56-80; 3 Mósebók 12:2, 3.
▪ Hvussu nógv er Jóhannes eldri enn Jesus?
▪ Hvat hendir tá Jóhannes er átta dagar gamal?
▪ Hvussu hevur Gud givið fólki sínum gætur?
▪ Hvat skal Jóhannes gera, sambært tí sum er fráboðað?