Hann velur ápostlarnar
Kapittul 34
Hann velur ápostlarnar
NÚ ER nærum hálvtannað ár liðið síðan Jóhannes Doypari nevndi Jesus Guds lamb og Jesus fór undir almennu tænastu sína. Um ta tíðina gjørdust Andrias, Símun Pætur, Jóhannes og kanska Jákup (bróðir Jóhannesar), aftrat Filip og Natanael (eisini nevndur Bartolomeus) fyrstu lærisveinar hansara. Sum fráleið tóku nógv undir við teimum og fylgdu Kristusi.
Nú er Jesus til reiðar at velja ápostlar sínar. Teir skulu vera nærmastu starvsfelagar hansara og hava serliga uppvenjing. Men áðrenn hann velur teir fer hann niðan á eitt fjall at biðja og verður har alla náttina í bøn, hann biður ivaleyst um vísdóm og Guds signing. Tá dagurin kemur kallar hann lærisveinarnar til sín og velur tólv teirra. Teir eru enn næmingar hjá Jesusi og verða tí eisini framvegis nevndir lærisveinar.
Seks av teimum Jesus velur eru nevndir omanfyri, og teir vóru fyrstir at gerast lærisveinar hansara. Matteus, sum Jesus kallar úr tollbúðini, verður eisini valdur. Hinir fimm ið verða valdir eru Judas (eisini nevndur Taddeus), Judas Iskariot, Símun Kánaneari, Tummas og Jákup, sonur Alfeusar. Hesin Jákup verður eisini nevndur Jákup Lítli ella Yngri, kanska tí hann er minni av vøkstri ella yngri enn hin Jákup ápostul.
Hesir tólv hava longu fylgst við Jesusi eina tíð, og hann kennir teir væl. Ja, fleiri eru skyldir við hann. Jákup og bróðir hansara Jóhannes eru helst systkinabørn hansara. Líkt er eisini til at Alfeus og Jósef, ættleiðingarfaðir Jesusar, eru brøður. Sonur Alfeusar, Jákup ápostul, er sostatt eisini systkinabarn við Jesus.
Jesus hevur sjálvandi ikki ilt við at minnast hvussu ápostlar hansara eita. Men minnist tú tað? Tú skalt bara minnast til at tveir eita Símun, tveir Jákup og tveir Judas, og at Símun hevur ein bróður, Andrias, og at Jákup hevur ein bróður, Jóhannes. Soleiðis minnist tú átta ápostlar. Hinir fýra eru ein tollari (Matteus), ein sum seinni ivaðist (Tummas), ein sum varð kallaður undir einum træi (Natanael), og vinur hansara Filip.
Ellivu av ápostlunum eru úr Galilea, heimstaði Jesusar. Natanael er úr Kana. Filip, Pætur og Andrias komu av fyrstan tíð úr Betsaida. Men Pætur og Andrias eru seinni fluttir til Kapernaum, og líkt er til at Matteus eisini búði har. Jákup og Jóhannes vóru fiskimenn og hava eftir øllum at døma eisini búð í ella nærindis Kapernaum. Tað tykist sum Judas Iskariot, sum seinni sveik Jesus, er einasti ápostulin úr Judea. Markus 3:13-19; Lukas 6:12-16.
▪ Hvørjir ápostlar kunnu hava verið skyldir við Jesus?
▪ Hvørjir eru Jesu ápostlar, og hvussu kanst tú minnast nøvn teirra?
▪ Hvaðani eru ápostlarnir?