Heiðraður áðrenn hann varð føddur
Kapittul 2
Heiðraður áðrenn hann varð føddur
EFTIR at eingilin Gabriel hevur sagt tí ungu kvinnuni Mariu at hon skal eiga ein son sum skal verða ævigur kongur, spyr Maria: „Hvussu kann hetta verða, við tað at eg veit ikki av manni?“
„Heilagi Andin skal koma yvir teg, og kraft hins Hægsta skal skugga yvir teg; tí skal eisini hitt heilaga, ið føtt verður, kallast Sonur Guds.“
Fyri at hjálpa Mariu at trúgva boðskapinum, leggur Gabriel aftrat: „Og nú, Elisabet, skyldkona tín — eisini hon er vorðin við barn og gongur við syni í elli síni; hesin mánaður er hin sætti hjá henni, ið kallað verður ófruktbør. Tí einki er Gudi ómøguligt.“
Maria góðtekur tað Gabriel sigur. Og hvussu svarar hon? „Eg eri tænastukvinna [Jehova],“ sigur hon, „mær verði, sum tú hevur sagt!“
Stutt eftir at Gabriel er farin, ger Maria seg til at fara og vitja Elisabet, sum við manni sínum, Zakariasi, býr uppi í fjallalandinum í Judea. Úr heiminum hjá Mariu er hetta ein long ferð sum man taka tríggjar ella fýra dagar.
Tá Maria endiliga kemur at húsinum hjá Zakariasi, fer hon inn og heilsar. Tá verður Elisabet fylt við heilagum anda, og hon sigur við Mariu: „Signað ert tú millum kvinnur, og signað er lívsfrukt tín! Hvussu hendir hetta meg, at móðir Harra míns kemur til mín? Tí veitst tú — í tí eg hoyrdi ljóðið av heilsu tíni, spældi fostrið av frøi í lívi mínum!“
Tá Maria hoyrir hetta, svarar hon hjartans takksom: „Sál mín setur [Jehova] høgt, og andi mín gleðist í Gudi, Frelsara mínum; tí Hann hevur sæð til tænastukvinnu Sína, sum so lítið hevur at týða. Ja, eftir hetta skulu allar ættir prísa meg sæla, tí Hann hevur gjørt stórverk við meg, Hann, hin veldigi.“ Hóast vælvildina sum er sýnd henni, gevur Maria Gudi alla æruna. „Heilagt er navn Hansara,“ sigur hon. „Ætt eftir ætt er miskunn Hansara yvir teimum, ið óttast Hann.“
Maria heldur áfram at prísa Gudi í innblástum, profetiskum sangi: „Hann hevur gjørt veldig verk við armi Sínum; Hann hevur spjatt sundur teir, sum hugmóðigir eru í hugsanum hjartna sína. Hann hevur stoytt høvdingum úr hásætunum og sett tey høgt, sum hava lítið at týða. Svong hevur Hann mettað við góðum gávum, og rík hevur Hann latið fara við tómum hondum. Hann hevur tikið Sær av Ísrael, tænara Sínum, fyri at minnast miskunn móti Ábrahami og avkomi hansara allar ævir — soleiðis sum Hann talaði til fedrar okkara.“
Maria verður verandi hjá Elisabet í umleið tríggjar mánaðir, og hon er uttan iva ein stór hjálp hjá Elisabet tær seinastu vikurnar hon gongur við barni. Ja, tað er gott at tær báðar trúføstu kvinnurnar, sum báðar við Guds hjálp eru við barn, fáa verið saman hetta signaða tíðarskeiðið í lívi teirra!
Legði tú til merkis heiðurin ið varð sýndur Jesusi longu áðrenn hann varð føddur? Elisabet segði ’Harri mín’ um hann, og ófødda barn hennara spældi av frøi tá Maria kom inn. Men hinvegin sýndu onnur seinni at tey høvdu ógvuliga lítla virðing fyri Mariu og ófødda barni hennara, sum vit fáa at síggja. Lukas 1:26-56.
▪ Hvat sigur Gabriel fyri at hjálpa Mariu at fata hvussu hon skal verða við barn?
▪ Hvussu varð Jesus heiðraður áðrenn hann varð føddur?
▪ Hvussu heiðrar Maria Gud í profetiskum sangi?
▪ Hvussu leingi verður Maria hjá Elisabet, og hví er tað gott at hon er hjá Elisabet hesa tíðina?