Heima aftur í Kapernaum
Kapittul 26
Heima aftur í Kapernaum
NÚ ER Jesus gitin víða hvar, og nógv ferðast út til tey óbygdu støðini har hann heldur til. Nakrar dagar seinni kemur hann kortini aftur til Kapernaum við Galileavatnið. Skjótt frættir allur býurin at hann er heimkomin, og nógv leita til húsið sum hann er í. Farisearar og lóglærarar koma heilt úr Jerúsalem.
So nógv fólk treingjast fyri durunum at eingin sleppur inn. Nú hendir nakað merkisvert. Tað sum fer fram á hesum sinni hevur alstóran týdning, tí tað hjálpir okkum at skilja at Jesus hevur vald at beina fyri tí sum er atvoldin til menniskjuligar líðingar og grøða øll tey hann vil.
Meðan Jesus lærir mannfjøldina, koma fýra menn til húsið berandi ein lamnam mann á børu. Teir vilja hava Jesus at grøða vinmannin men sleppa ikki inn fyri mannamúgvuni. Tað er eitt vónbrot! Tó, teir gevast ikki so. Teir klíva upp at ta fløtu tekjuna, seta hol á og síga børuna við tí lamna manninum niður, beint framman fyri Jesus.
Verður Jesus illur tá teir bróta hann av? Als ikki! Heldur undrast hann á trúgv teirra. Hann sigur við hin lamna: „Syndir tínar eru fyrigivnar!“ Men kann Jesus veruliga fyrigeva syndir? Teir skriftlærdu og fariseararnir halda ikki. Teir hugsa í hjørtum sínum: „Hví talar hesin so? Hann spottar Gud! Hvør kann fyrigeva syndir uttan ein — Gud!“
Jesus kennir hugsanir teirra og sigur við teir: „Hví hugsa tit hatta í hjørtum tykkara? Hvat er lættari, at siga við hin lamna: „Syndir tínar eru tær fyrigivnar!“ ella at siga: „Reis teg, tak song tína og gakk!““
Síðan ger Jesus nakað sum vísir mannfjøldini, eisini teimum ið finnast at honum, at hann hevur vald at fyrigeva syndir á jørðini og at hann av sonnum er størsta menniskjað ið livað hevur. Hann vendir sær til hin lamna og sigur: „Reis teg, tak song tína og far heim til tín sjálvs!“ Og maðurin so ger; hann reisir seg alt fyri eitt, tekur børu sína og fer út fyri eygunum á teimum øllum! Eitt undur er hent! Áskoðararnir eru ovfarnir, teir prísa Gudi og siga: „Aldri hava vit sæð slíkt!“
Undurverkið vakti stóran ans millum manna, og tá tú nú hugsar nærri um hendingina, ansaði tú so eftir at Jesus nevnir synd og sjúku í sama viðfangi? Legði tú til merkis at samband er ímillum at fáa syndirnar fyrigivnar og at gerast frískur kropsliga? Í Bíbliuni læra vit at fyrsti forfaðir okkara, Ádam, syndaði, og at øll vit sum eru eftirkomarar hansara hava arvað avleiðingarnar av hesi syndini, nevniliga sjúku og deyða. Men tá Guds ríki ræður verður bøtt um hetta — tá fyrigevur Jesus øllum sum elska Gud og tæna honum, og so verður øll sjúka fyribeind med alla. Sum tað verður deiligt! Markus 2:1-12; Lukas 5:17-26; Matteus 9:1-8; Rómbrævið 5:12, 17-19.
▪ Hvørjar eru umstøðurnar tá nakað merkisvert hendir?
▪ Hvussu kemur hin lamni fram at Jesusi?
▪ Hví eru vit øll syndarar, men hvussu gav Jesus okkum vón um at fáa syndir okkara fyrigivnar og fáa fullkomna heilsu?