Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hendingar á leyvsalahøgtíðini

Hendingar á leyvsalahøgtíðini

Kapittul 66

Hendingar á leyvsalahøgtíðini

JESUS er vorðin víðagitin hesi nærum trý árini síðan hann varð doyptur. Fleiri túsund hava sæð hann gera undur, og tíðindini um virksemi hansara eru komin út um alt landið. Tá fólkið nú savnast í Jerúsalem til leyvsalahøgtíðina, fara tey at leita eftir honum har: „Hvar er Hann?“ spyrja tey.

Jesus er ein fólk kjakast um. Summi siga: „Hann er góður maður!“ Onnur: „Nei, Hann villleiðir fólkið!“ Nógv lágmælt tos av hesum slag er at hoyra fyrstu dagarnar á høgtíðini. Men eingin torir at stíga fram og verja hann, tí fólkið ræðist teir jødisku leiðararnar.

Táið hálv høgtíðin er liðin, kemur Jesus. Hann fer niðan í templið og har verða fólkini ovfarin tá tey hoyra hvussu óføra góður lærari hann er. Jesus hevur ongantíð gingið í rabbinaraskúlunum og tí undrast jødarnir: „Hvaðani hevur hesin lærdóm Sín, táið Hann ikki hevur lært?“

„Læra Mín er ikki Mín, men Hansara, sum hevur sent Meg,“ greiðir Jesus frá. „Vil nakar gera vilja Hansara, skal hann fáa at síggja, um læran er av Gudi, ella Eg tali av Mær sjálvum.“ Læra Jesusar er øll samsvarandi Guds lóg. Tí skuldi tað verið eyðsýnt at hann ikki søkir sína egnu æru, men Guds. „Hevur ikki Móses givið tykkum lógina!“ sigur hann; so hevur hann at teimum: „Og eingin av tykkum heldur lógina!“

„Hví liggja tit Mær eftir lívinum?“ spyr Jesus síðan.

Mannamúgvan veit einki um hetta. Tey munnu fyri ein stóran part vera ferðandi sum eru komin til Jerúsalem í samband við høgtíðina, og tey halda tað vera óhugsandi at nakar ætlar at drepa ein so undursaman lærara. Okkurt bagir Jesusi tá hann hugsar so. „Tú ert settur av illum anda!“ svara tey. „Hvør liggur Tær eftir lívinum!“

Tað gera teir jødisku leiðararnir, hóast mannamúgvan kanska ikki veit tað. Fyri hálvumøðrum ári síðan grøddi Jesus ein mann á sabbatinum, og tá royndu leiðararnir at drepa hann. Jesus vísir nú á at lítið skil er í slíkum fólki, hann spyr: „Verður nú maður umskorin sabbat, fyri at Móselóg skal ikki verða brotin, eru tit tá ill inn á Meg, tí Eg gjørdi eitt menniskja frískt sabbat? Dømið ikki eftir útsjónd, men dømið rættvísan dóm!“

Nøkur úr Jerúsalem kenna støðuna, og siga nú: „Er tað ikki hasum, teir liggja eftir lívinum? Og nú talar Hann frítt, og teir siga ikki orð við Hann! Munnu ráðharrarnir veruliga hava ásannað, at Hann er Kristus?“ Tey siga so hví tey ikki trúgva at Jesus er hin lovaði Messias: „Um henda vita vit, hvaðani Hann er; men táið Kristus kemur, veit eingin, hvaðani Hann er.“

Jesus svarar: „Tit bæði kenna Meg og vita, hvaðani Eg eri! Og av Mær sjálvum eri Eg ikki komin; men Hann er sannur, sum sendi Meg, Hann, sum tit ikki kenna. Eg kenni Hann, tí Eg eri frá Honum, og Hann hevur sent Meg.“ Nú royna teir at taka hann, kanska fyri at seta hann fastan ella fáa hann dripnan. Men tað eydnast teimum ikki, tí tíðin tá Jesus skal doyggja er ikki komin enn.

Nógv fáa tó trúgv á Jesus, og av góðari grund. Hvørjar kraftargerðir hevur hann ikki gjørt! Hann gekk á vatninum, stillaði stormin, fekk sjógvin at leggja seg, gav á undurfullan hátt fleiri túsund at eta við fáum breyðum og fiskum, grøddi sjúk, fekk lamin at ganga, læt eyguni upp á blindum, reinsaði spitølsk og aftrat tí vakti hann upp deyð. Tí spyrja tey: „Táið Kristus kemur, man Hann tá fara at gera fleiri tekin, enn hesin hevur gjørt!“

Tá fariseararnir hoyra mannamúgvuna mutla um hetta, senda teir saman við høvuðsprestunum tænarar avstað at taka Jesus. Jóhannes 7:11-32.

▪ Nær kemur Jesus til leyvsalahøgtíðina, og hvat siga fólk um hann?

▪ Hví halda summi at Jesus er settur av illum anda?

▪ Hvat halda fólk í Jerúsalem um Jesus?

▪ Hví koma nógv til trúgv á Jesus?