Hevði Jóhannes ov lítla trúgv?
Kapittul 38
Hevði Jóhannes ov lítla trúgv?
JÓHANNES Doypari, sum nú hevur verið fongslaður í okkurt um eitt ár, frættir at sonur einkjunnar úr Nain er risin upp. Men Jóhannes vil hoyra frá Jesusi sjálvum hvønn týdning hetta hevur, og tí sendir hann tveir av lærisveinum sínum at spyrja: „Ert Tú tann, ið kemur, ella skulu vit vænta ein annan?“
Spurningurin kann tykjast løgin, serliga tí Jóhannes næstan tvey ár frammanundan tá hann doypti Jesus, sá Guds heilaga anda dala niður yvir hann og hoyrdi Guds góðkennandi rødd. Onkur kundi hugsað at Jóhannes var viknaður í trúnni. Men so var ikki. Jesus mundi ikki róst Jóhannesi, sum hann ger í hesum føri, um Jóhannes var farin at ivast. Men hví spyr Jóhannes so?
Kanska vil Jóhannes bara hava Jesus at vátta at hann er Messias. Tað kundi styrkt Jóhannes ígjøgnum trongdirnar í fongslinum. Men helst liggur meir í spurninginum. Tað tykist sum Jóhannes vil vita um ein annar kemur, ein eftirfylgjari, sum skal fullgera uppfyllingina av øllum tí Messias sambært spásagnunum skal útinna.
Sambært spásagnunum í Bíbliuni sum Jóhannes kennir so væl, skal hin Salvaði Guds vera ein kongur ið gevur fangum frælsi. Men Jóhannes er framvegis fangi, og fleiri mánaðir eru farnir síðan Jesus varð doyptur. Eyðsýnliga spyr Jóhannes altso: ’Ert tú tann sum skal stovna ríki Guds við sjónligum mátti, ella skulu vit vænta ein annan, ein eftirfylgjara, sum skal uppfylla allar tær undursomu spásagnirnar um dýrd Messiasar?’
Í staðin fyri at siga við lærisveinarnar hjá Jóhannesi: ’Sjálvandi eri eg tann ið skal koma!’, letur Jesus teir sama tíma síggja undurfullar gerðir tá hann grøðir mong fyri alskyns sjúkur og líðingar. So sigur hann við lærisveinarnar: „Farið og sigið Jóhannesi frá tí, sum tit hava sæð og hoyrt: Blind síggja, lamin ganga, spitølsk verða reinsað, deyv hoyra, deyð rísa upp, og evangeliið verður boðað fátækum.“
Við øðrum orðum liggur í spurninginum hjá Jóhannesi kanska ein vón um at Jesus skal gera meir enn hann ger, til dømis fría Jóhannes sjálvan. Men Jesus ger greitt fyri Jóhannesi at hann ikki skal vænta meir enn tey undurverkini hann ger.
Tá lærisveinar Jóhannesar fara avstað, vendir Jesus sær til mannamúgvuna og sigur teimum at Jóhannes er tann Jehova ’boðberi’ sum profeterað er um í Malakias 3:1, og Elias profetur sum profeterað er um í Malakias 4:5, 6. Hann prísar Jóhannesi og sigur at hann er eins stórur profetur og nakar ið var undan honum. „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Størri enn Jóhannes doypari er eingin stigin fram millum teirra, ið føddir eru av kvinnu; men hin minsti í ríki Himmiríkis er størri enn hann. Men frá døgum Jóhannesar doypara inntil nú verður ríki Himmiríkis tikið við valdi.“
Jesus vísir her á at Jóhannes ikki skal vera í tí himmalska ríkinum, tí har er hin minsti størri enn Jóhannes. Jóhannes hevur gjørt Jesusi vegin til reiðar, men hann doyr áðrenn Jesus staðfestir sáttmálan, ella paktina, við lærisveinarnar um at teir skulu ráða við honum í ríki hansara. Tí sigur Jesus at Jóhannes ikki skal vera við í tí himmalska ríkinum. Hann skal í staðin vera tegnur á jørðini undir ríki Guds. Lukas 7:18-30; Matteus 11:2-15.
▪ Hví spyr Jóhannes um Jesus er tann ið kemur, ella um tey skulu vænta ein annan?
▪ Hvørjar spásagnir sigur Jesus at Jóhannes uppfyllir?
▪ Hví skal Jóhannes Doypari ikki vera í himlinum við Jesusi?