Hin burturvilsti sonurin
Kapittul 86
Hin burturvilsti sonurin
JESUS er akkurát liðugur at siga farisearunum tvey líknilsi — annað um ein burturmistan seyð sum verður funnin aftur, og hitt um eina mista drakmu sum eisini verður funnin. Og nú heldur hann fram við einum øðrum líknilsi. Hetta snýr seg um ein góðan faðir sum hevur tveir synir, ið báðir fara skeivir av álvara.
Fyrst hoyra vit um hin yngra sonin, sum er høvuðspersónur í myndataluni. Hann biður um at fáa arv sín útgoldnan, og faðirin drálar ikki við at eftirlíka ynskinum. Sonurin fer so heimanífrá og byrjar eitt lív í ringasta siðloysi. Men lurta nú meðan Jesus sigur frá søguni, og vita um tú fært skil á hvønn teir ymisku persónarnir umboða.
„Maður hevði tveir synir,“ byrjar Jesus. „Hin yngri teirra segði við faðir sín: „Faðir, gev mær tann partin av ognini, sum mær líknast!“ Tá skifti hann góðsið millum teirra.“ Hvat gjørdi hin yngri sonurin við arvin?
„Ikki mangar dagar eftir hetta savnaði hin yngri sonurin alt sítt saman og fór avstað til land langt burtur; har spilti hann burtur alla ogn sína í ringum lívi.“ Hann brúkti pengarnar saman við skøkjum. Men, sum Jesus sigur frá, so komu trongar tíðir:
„Táið hann hevði brúkt alt upp, varð hørð hungursneyð í hesum sama landi, og hann byrjaði at líða neyð. Tá fór hann og helt seg til ein av monnunum har í landinum, og hesin sendi hann út á mark sína at sita hjá svínum. Og hann tráaði eftir at fylla búk sín av dravinum, ið svínini ótu; og eingin gav honum nakað.“
Tað var ein dyggur smeitur at noyðast at sita hjá svínum, sum sambært Lógini vóru órein djór! Men meinast var tó tann nívandi svongdin; tað var so galið at hann fór at brellast eftir føðini sum svínini ótu. Tann ræðuliga støðan, segði Jesus, gjørdi kortini at hann gekk „í seg sjálvan“.
Í frásøguni sigur sonurin við seg sjálvan: „Hvussu mangir daglønamenn hjá faðir hava ikki yvirflóð av breyði — og her doyggi eg í hungri! Eg skal reisa meg og fara til faðir og siga við hann: Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær! Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein daglønamann tín!“ So reistist hann og kom til faðir sín.“
Hetta er vert at hugsa um: Hevði faðirin í illsinni rópt eftir soninum tá hann fór heimanífrá, mundi hesin helst ikki verið so tráur eftir at komið heim aftur. Møguliga hevði hann roynt at funnið sær arbeiði aðrastaðni í heimlandinum fyri ikki at møta faðirinum. Men tað kom honum als ikki til hugs. Hann vildi heim og einki annað!
Tað er skilligt at faðirin í myndataluni hjá Jesusi lýsir okkara góða og miskunnsama Faðir í himli, Jehova Gud. Kanska kemst tú eisini við at hin burturvilsti sonurin umboðar nøkur sum eru tiltikin fyri synd. Fariseararnir, sum Jesus talar til, hava fyrr brigslað honum at hann át saman við slíkum. Men hvønn umboðar hin eldri sonurin?
Hin burturvilsti sonurin kemur aftur
Hvørja móttøku fær hin burturvilsti sonurin í líknilsinum tá hann kemur heim aftur til faðirin? Jesus greiðir frá:
„Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðirin hann, og honum tykti hjartaliga synd í honum; hann fór rennandi og leyp um hálsin á honum og kysti hann.“ Ein so miskunnsamur og hjartagóður faðir lýsir avbera væl himmalska Faðir okkara, Jehova!
Faðirin man ivaleyst hava frætt hvussu illa sonurin hevur tíggjað sær, kortini tekur hann alt fyri eitt væl ímóti honum uttan fyrst at bíða eftir einari nærri frágreiðing. Soleiðis er Jesus eisini blíður tá hann vendir sær til teir syndarar og tollarar sum í líknilsinum eru umboðaðir av tí burturvilsta soninum.
Faðirin í líknilsinum hjá Jesusi er skilagóður og man allarhelst lesa angurin í tí sorgarbundna, pínda andlitinum á soni sínum. Og, sum Jesus eisini sigur frá, gera kærleiki og beinasemi faðirsins at sonurin lættari fær játtað syndir sínar: „Men sonurin segði við hann: „Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær! Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín.““
Sonurin hevur nóg illa talað fyrr enn faðirin býður tænarum sínum: „„Farið eftir hinum bestu klæðunum og latið hann í tey, og gevið honum ring á hondina og skógvar á føturnar! Farið síðani eftir gøðingarkálvinum og drepið hann, og latið okkum eta og vera glað! Tí hesin sonur mín var deyður og er vorðin livandi aftur, hann var mistur og er funnin.“ Tey byrjaðu nú at vera glað.“
Ímeðan var hin eldri sonurin „úti á markini“. Vita um tú fært greiði á hvønn hann umboðar, tá tú hoyrir tað ið eftir er av søguni. Um hin eldra sonin sigur Jesus: „Táið hann kom heim og nærkaðist húsinum, hoyrdi hann spæl og dans. Tá rópti hann ein húskallin og spurdi, hvat hetta hevði at týða. Hann svaraði honum: „Bróðir tín er komin, og faðir tín hevur dripið gøðingarkálvin, tí hann hevur fingið hann aftur í øllum góðum.“ Tá kom ilt í hann, og hann vildi ikki fara inn. Faðir hansara fór tá út og bønaði hann. Men hann svaraði faðirinum: „So mong ár havi eg nú tænt tær, og aldri havi eg gjørt ímóti boðum tínum; mær hevur tú tó aldri givið geitarlamb, so eg kundi havt stuttleika við vinum mínum. Men táið hasin sonur tín kom, sum hevur etið upp góðs títt við skøkjum, drapst tú gøðingarkálvin fyri honum!““
Hvør hevur sum hin eldri sonurin fýlst á at syndarar fáa miskunn og umsorgan? Er tað ikki fariseararnir og hinir skriftlærdu? Orsøkin til at Jesus fór at siga teimum líknilsið var júst tann, at teir funnust at honum tá hann tók ímóti syndarum, tí má hin eldri sonurin umboða teir.
Jesus endar frásøguna við at faðirin heitir á hin eldra sonin hjá sær: „Barn! Tú ert altíð hjá mær, og alt mítt er títt; men nú áttu vit at verið fró og glað; tí hesin bróðir tín var deyður og er vorðin livandi, var mistur og er funnin.“
Jesus sigur einki um hvat hin eldri sonurin síðan ger og hvussu endin verður. Í roynd og veru hendi tað eftir deyða og uppreisn Jesusar, at „orð Guds hevði framgongd, og tal lærisveinanna í Jerúsalem vaks í stórum. Stórur hopur av prestunum gjørdist trúnni lýðin“. Teirra millum vóru møguliga eisini nakrir av teimum sum Jesus líknaði við hin eldra sonin.
Men nú stendur so ein spurningur eftir: Hvønn lýsa teir báðir synirnir nú í tíðini? Eyðsýnliga nøkur ið kenna ætlanir Guds so væl at tey kundu komið í tætt samband við hann. Hin eldri sonurin lýsir nøkur ið hoyra til tað ’lítla fylgið’ sum Jesus talaði um, ella „hátíðarskara og samkomu hinna frumbornu, sum uppskrivað eru í Himlunum“. Tey høvdu somu áskoðan sum hin eldri sonurin. Hann legði ikki í at bjóða yngra bróður sínum vælkomnum, og á sama hátt høvdu hesi ongan hug at taka væl ímóti einum jørðiskum skara av ’øðrum seyðum’, tí tey kendu seg sett í skuggan av honum.
Hin burturmisti sonurin umboðar nøkur sum fara burtur úr Guds fólki fyri at njóta stuttleikarnar sum heimurin hevur at bjóða. Tey angra tó meðan tíð er, venda aftur og verða av nýggjum virknir Guds tænarar. Ja, okkara himmalski Faðir, Jehova, er av sonnum góður og miskunnar menniskjum sum viðurkenna at teimum tørvar fyrigeving og venda um til hansara! Lukas 15:11-32; 3 Mósebók 11:7, 8; Ápostlasøgan 6:7; Lukas 12:32; Hebrearabrævið 12:23; Jóhannes 10:16.
▪ Hvørjum sigur Jesus líknilsið ella myndataluna fyri, og hví?
▪ Hvør er høvuðspersónurin í líknilsinum, og hvat hendir honum?
▪ Hvønn lýsa ávikavist faðirin og hin yngri sonurin á døgum Jesusar?
▪ Á hvønn hátt er Jesus átøkur tí miskunnsama faðirinum?
▪ Hvat heldur hin eldri sonurin um móttøkuna ið bróðir hansara fær, og hvussu bera fariseararnir seg at sum hin eldri sonurin?
▪ Hvat kann myndatalan hjá Jesusi lýsa í okkara tíð?