Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hirðin og seyðahúsini

Hirðin og seyðahúsini

Kapittul 80

Hirðin og seyðahúsini

JESUS er komin til Jerúsalem á vígsluhøgtíðina „hanukka“, ið verður hildin sum minni um at Jehova tempul varð endurvígt. Ár 168 f.o.t., umleið 200 ár frammanundan, hertók Antiokos IV Epifanes Jerúsalem og vanhalgaði templið og altar tess. Men eftir trimum árum varð Jerúsalem vunnið aftur og templið varð vígt av nýggjum. Síðan tá varð endurvígslan hátíðarhildin á hvørjum ári.

Henda høgtíðin er 25. dagin í kislev mánaði, tað er jødiskur mánaður sum eftir okkara kalendara er seinast í november og fyrst í desember. Sostatt eru bert góðir hundrað dagar til tær týdningarmiklu páskirnar ár 33. Kalt er í veðrinum hesa ársins tíð, og tí sigur Jóhannes at tað er „vetur“.

Í eini myndatalu nevnir Jesus nú trý seyðahús og leiklutin hann sjálvur hevur sum ’hin góði hirðin’. Fyrsta seyðahúsið í myndatalu hansara lýsir skipanina sum var undir lógarsáttmálanum við Mósesi. Lógin tænti sum ein múrur ið helt jødarnar burtur frá teimum skaðiligu gerðunum ið vórðu framdar av fólkasløgunum sum ikki vóru uppi í hesum serliga sáttmálanum við Gud. Jesus greiðir frá: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum ikki fer um dyrnar inn í seyðahúsið, men klývur uppum aðrastaðni, hann er tjóvur og ránsmaður. Men tann, sum fer inn um dyrnar, er seyðahirðin.“

Aðrir høvdu sagt seg vera Messias, ella Kristus, men eingin av teimum var hin rætti hirðin. Jesus lýsir hann nærri: „Fyri honum letur duravaktarin upp, og seyðurin hoyrir rødd hansara, og hann rópar seyð sín við navni og leiðir hann út. . . . Men fremmandum fylgir hann ikki, nei, hann flýggjar frá honum; tí hann kennir ikki rødd hinna fremmandu.“

„Duravaktarin“ í fyrsta seyðahúsinum var Jóhannes Doypari. Jóhannes læt sum duravaktari upp fyri Jesusi tá hann vísti tí ímyndarliga seyðinum á, at Jesus var tann ið skuldi leiða hann út á bit. Hesin seyðurin sum Jesus rópar við navni og leiðir út, verður at enda leiddur inn í eitt annað seyðahús. Hann sigur: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Eg eri dyr seyðarins,“ tað vil siga dyrnar til eitt nýtt seyðahús. Tá Jesus ger nýggjan sáttmála við lærisveinar sínar og úr himli hellur út heilagan anda yvir teir, hvítusunnudagin komandi, sleppa teir inn í hetta nýggja seyðahúsið.

Jesus lýsir nærri sín egna leiklut. „Eg eri dyrnar;“ sigur hann, „tann, ið fer inn gjøgnum Meg, verður frelstur, og hann skal ganga inn og ganga út og finna føði. . . . Eg eri komin, fyri at tey skulu hava lív og hava yvirflóð. . . . Eg eri hin góði hirði, og Eg kenni Míni og eri kendur av Mínum, eins og Faðirin kennir Meg, og Eg kenni Faðirin; og Eg gevi lív Mítt fyri seyðin.“

Stutt herfyri hevði Jesus uggað lærisveinar sínar við orðunum: „Óttast ikki, lítla fylgi! Tí Faðir tykkara líkaði at geva tykkum ríkið.“ Hetta lítla fylgið, sum at enda telur 144.000, verður leitt inn í hitt nýggja seyðahúsið, næsta seyðahúsið. Men Jesus heldur fram: „Eg eigi eisini annan seyð, sum ikki hoyrir til hetta seyðahúsið; eisini hann skal Eg leiða; hann skal hoyra rødd Mína, og eitt fylgi skal verða, og ein hirði.“

Tá nú hesin ’annar seyðurin’ ikki hoyrir til „hetta seyðahúsið“, má hann hoyra til eitt heilt annað seyðahús, hitt triðja. Framtíðarútlitini eru ymisk hjá seyðunum í báðum teimum seinastu seyðahúsunum. ’Lítla fylgið’ í øðrum seyðahúsinum skal ráða við Kristusi í himli, og ’hin seyðurin’ í tí seinasta seyðahúsinum skal liva í paradísinum á jørð. Hóast seyðurin er í tveimum ymiskum seyðahúsum øvunda teir ikki hvør annan, og teir kenna heldur ongan skilnað sínámillum, tí sum Jesus sigur verða teir „eitt fylgi“ undir ’einum hirða’.

Hin góði hirðin, Jesus Kristus, er viligur at geva lív sítt fyri seyðin í báðum seyðahúsunum. Hann sigur: „Eg gevi [lív Mítt] av Mær sjálvum. Eg havi vald at geva tað, og Eg havi vald at taka tað aftur. Hetta boð fekk Eg frá Faðir Mínum.“ Tá Jesus sigur hetta verður tvídráttur millum jødarnar.

Nógv í mannamúgvuni siga: „Hann er settur av illum anda og frá Sær sjálvum! Hví lurta tit eftir Honum!“ Men onnur svara: „Hetta eru ikki orð eins, sum settur er av illum anda!“ Tey leggja aftrat — helst vísandi til at Jesus nakrar mánaðir frammanundan grøddi ein mann sum var føddur blindur: „Man illur andi kunna lata upp eygu blindra!“ Jóhannes 10:1-22; 9:1-7; Lukas 12:32; Opinberingin 14:1, 3; 21:3, 4; Sálmur 37:29.

▪ Hvat er vígsluhøgtíðin, og nær er hon?

▪ Hvat er hitt fyrsta seyðahúsið, og hvør er duravaktari har?

▪ Hvussu letur duravaktarin upp fyri hirðanum, og hvar sleppur seyðurin tá?

▪ Hvør er í teimum báðum seyðahúsunum hjá hinum góða hirðanum, og hvussu nógv fylgi verða tey?