Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

„Hitt sanna breyðið av Himli“

„Hitt sanna breyðið av Himli“

Kapittul 54

„Hitt sanna breyðið av Himli“

NÓGV var hent dagin fyri. Jesus hevði á undurfullan hátt givið túsundtals fólki at eta og var síðan sloppin undan tá tey vildu gera hann til kong. Um náttina gekk hann á tí óslætta Galileavatninum, bjargaði Pæturi, sum tók at søkka tá hann fór til gongu á teimum rísnu aldunum, hann stillaði sjógvin og bjargaði sostatt lærisveinunum undan skipbroti.

Fólkini sum landnyrðingsmegin Galileavatnið undurfult fingu at eta frá Jesusi, koma nú fram á hann nærindis Kapernaum og spyrja: „Hvat skulu vit gera, fyri at vit kunnu útinna verk Guds?“

Jesus nevnir tað sum mest hevur at týða: „Hetta er verk Guds,“ sigur hann, „at tit trúgva á tann, ið Hann hevur sent.“

Men fólk trúgva ikki á Jesus hóast øll undrini av hansara hond. Tað ber illa til at fata at tey aftan á øll hansara undranarverdu verk spyrja: „Hvat tekin gert Tú tá, so vit kunnu síggja tað og trúgva Tær? Hvat arbeiði gert Tú? Fedrar okkara ótu manna í oyðimørkini — sum skrivað er: „Hann gav teimum breyð av Himli at eta.““

Tey biðja um eitt tekin og sum svar ger Jesus greitt fyri teimum, hvørjum tær undurfullu gávurnar koma frá: „Móses hevur ikki givið tykkum breyðið av Himli, men Faðir Mín gevur tykkum hitt sanna breyðið av Himli. Tí breyð Guds er tað, ið kemur niður av Himli og gevur heiminum lív.“

„Harri, gev okkum altíð tað breyðið!“ sigur fólkið.

„Eg eri breyð lívsins,“ greiðir Jesus frá. „Tann, ið kemur til Mín, skal ikki hungra, og tann, ið trýr á Meg, skal aldri tysta. Men Eg havi sagt tykkum, at tit hava sæð Meg og trúgva tó ikki. Øll tey, sum Faðirin gevur Mær, koma til Mín, og tann, ið kemur til Mín, skal Eg als ikki koyra burtur. Tí Eg eri komin niður av Himli, ikki at gera vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg. Og hetta er vilji Hansara, sum sendi Meg, at Eg skal einki missa av øllum, ið Hann hevur givið Mær, men reisa tað upp síðsta dag. Tí hetta er vilji Faðirs Míns, at hvør tann, ið sær Sonin og trýr á Hann, skal hava ævigt lív.“

Nú fara jødarnir at muta ímóti Jesusi tí hann sigur: „Eg eri breyðið, sum er komið niður av Himli.“ Teir síggja hann bara sum son av menniskjuligum foreldrum og mótmæla sum fólkini í Nazaret: „Er hesin ikki Jesus, sonur Jósef! Kenna vit ikki faðir og móður Hansara! Hvussu kann Hann tá siga: „Eg eri komin niður av Himli!““

„Knarrið ikki tykkara millum!“ svarar Jesus teimum. „Eingin kann koma til Mín, uttan Faðirin, sum sendi Meg, dregur hann; og Eg skal reisa hann upp síðsta dag. Skrivað stendur hjá profetunum: „Tey skulu øll verða lærd av Gudi.“ Hvør tann, sum hevur lurtað eftir Faðirinum og lært, kemur til Mín. Ikki so, at nakar hevur sæð Faðirin; bert Hann, sum er frá Gudi, hevur sæð Faðirin. Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið trýr, hevur ævigt lív.“

Síðan tekur Jesus uppaftur: „Eg eri breyð lívsins. Fedrar tykkara ótu manna í oyðimørkini — og doyðu. Hetta er breyðið, ið kemur niður av Himli, fyri at tey skulu eta av tí og ikki doyggja. Eg eri hitt livandi breyð, sum kom niður av Himli; etur nakar av hesum breyði, skal hann liva í allar ævir.“ Ja, tann ið trýr á Jesus, sum Gud hevur sent, fær ævigt lív. Tað fæst ikki við manna ella nøkrum øðrum breyði!

Orðaskiftið um breyðið av himli byrjar eyðsýnliga stutt eftir at fólkini funnu Jesus nærindis Kapernaum. Men tað heldur fram og kemur í hæddina seinni, meðan Jesus lærir í einari sýnagogu í Kapernaum. Jóhannes 6:25-51, 59; Sálmur 78:24; Esaias 54:13; Matteus 13:55-57.

▪ Hvat hendi undan talu Jesusar um breyðið av himli?

▪ Hví hóskar tað illa at fólk biðja Jesus um eitt tekin, tá hugsað verður um tað hann akkurát hevur gjørt?

▪ Hví knarra jødarnir tá Jesus sigur seg vera hitt sanna breyðið av himli?

▪ Hvar fer orðaskiftið um breyðið av himli fram?