Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hjá Símuni í Betania

Hjá Símuni í Betania

Kapittul 101

Hjá Símuni í Betania

ÚR JERIKO fer Jesus til Betania. Ferðin tekur meginpartin av einum degi, tí teir mugu ganga okkurt um 19 kilometrar í illgongdum lendi. Jeriko liggur umleið 250 metrar lægri enn havið meðan Betania liggur umleið 760 metrar hægri enn havið. Í Betania búgva, sum tú kanska minnist, Lazarus og systrar hansara. Tað er lítil bygd okkurt um tríggjar kilometrar uttan fyri Jerúsalem á skráanum eystantil á Oljufjallinum.

Nógv eru longu komin til Jerúsalem at halda páskir. Tey komu tíðliga at reinsa seg formliga sum siður er. Kanska hava tey nortið við lík ella gjørt okkurt annað sum tey eru vorðin órein av. Tí reinsa tey seg eftir fyriskipaðum reglum so tey kunnu halda páskir sum tað sømir seg. So við og við sum hesi fyrstu savnast í templinum, grunda nógv á um Jesus man koma til páskirnar.

Í Jerúsalem eru fólk á gosi um Jesus. Øll vita at trúarleiðararnir vilja handtaka hann so teir fáa beint fyri honum. Teir hava eisini givið boð um, at tann ið fær uppspurt hvar hann heldur til, skal boða teimum frá. Seinastu mánaðirnar hava hesir leiðararnir tríggjar ferðir roynt at drepa hann — á leyvsalahøgtíðini, á vígsluhøgtíðini og eftir at Jesus hevði vakt Lazarus frá deyðum. Fólkini undrast tí á um Jesus man fara at vísa seg aftur. „Hvat halda tit?“ spyrja tey sínámillum.

Ímeðan kemur Jesus til Betania seks dagar fyri páskir sum eru 14. nisan eftir jødiska kalendaranum. Jesus kemur til Betania onkuntíð fríggjakvøldið, um tað mundið tá 8. nisan tekur við. Hann kundi ikki gjørt ferðina til Betania leygardag, tí sambært jødiskari lóg er ferðing ikki loyvd á sabbatinum — frá sólsetri fríggjadag til sólsetur leygardag. Jesus fer helst inn til Lazarus, sum hann áður hevur gjørt, og verður verandi har fríggjanáttina.

Leygardagin bjoðar ein annar borgari í Betania Jesusi og vinum hansara heim til sín at eta nátturða. Tað er Símun, møguliga hann sum Jesus áður grøddi fyri spitalskusjúkuna. Marta er dúglig sum vant, hon kokkast og stákast fyri gestunum, meðan Maria, sær sjálvari lík, gevur gætur eftir Jesusi, hesa ferð soleiðis at tað elvir til kjak.

Maria setur á eina alabasturkrukku, ella fløsku, við einum pundi av angandi olju, „óblandaðari nardussalvu“. Hon er ógvuliga dýr. Ja, í virði svarar hon umleið til eina ársløn! Tá Maria smyr oljuna út yvir høvdið og føturnar á Jesusi og turkar føturnar við hári sínum, fyllist alt húsið av góðum anga.

Lærisveinarnir eru illir og siga: „Hvat skal henda burturspilling til!“ Og tá sigur Judas Iskariot: „Hví varð henda salva ikki seld fyri 300 denarar og givin fátækum!“ Men tá samanum kemur hugsar Judas ikki so nógv um hini fátæku, tí hann er vanur at stjala úr pengakassanum hjá lærisveinunum.

Jesus kemur Mariu til hjálpar. „Latið hana fáa frið!“ sigur hann. „Hví gera tit tykkum inn á hana? Hon hevur jú gjørt Mær góða gerð. Hini fátæku hava tit altíð hjá tykkum, og teimum kunnu tit gera væl ímóti, nær tit vilja; men Meg hava tit ikki altíð. Hon gjørdi tað, hon kundi; hon salvaði likam Mítt frammanundan til jarðarferðina. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Allastaðni um allan heimin, har evangeliið verður prædikað, skal eisini tað, ið hon hevur gjørt, verða umtalað til minni um hana.“

Jesus hevur verið í Betania í meir enn eitt samdøgur, og tíðindini um hetta eru farin víða. Nógv koma tí inn til Símun at síggja Jesus — og Lazarus við — hann er eisini har í húsinum. Hinir hægstu prestarnir leggja tí saman ráð um at drepa bæði Jesus og Lazarus. Tað kemst av at nógv fáa trúgv á Jesus tá tey við egnum eygum síggja tann sum hann vakti upp frá deyðum. Jú, teir eru óndir, hesir trúarleiðararnir! Jóhannes 11:55–12:11; Matteus 26:6-13; Markus 14:3-9; Ápostlasøgan 1:12.

▪ Hvat skifta teir orð um í templinum í Jerúsalem, og hví?

▪ Hví má Jesus vera komin til Betania fríggjadag og ikki leygardag?

▪ Hvar verður Jesus helst verandi sabbatin eftir at hann er komin til Betania?

▪ Hvat ger Maria sum elvir til kjak, og hvussu verjir Jesus hana?

▪ Hvussu kemur óndskapurin hjá hinum hægstu prestunum til sjóndar?