Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hon nam við klæði hansara

Hon nam við klæði hansara

Kapittul 46

Hon nam við klæði hansara

Í KAPERNAUM frættist nú at Jesus er afturkomin úr Dekapolis, og ein heilur hópur kemur oman til vatnið at taka ímóti honum. Ivaleyst hava tey hoyrt at hann stillaði stormin og grøddi menninar sum vóru settir av illum andum. Nú hann stígur upp á land, flokkast tey um hann og bíða í spenningi.

Ein ið fegin vil hitta Jesus, er Jairus, fyristøðumaður í sýnagoguni. Hann fellur niður fyri fótum hansara og biður og bønar: „Lítla dóttir mín liggur og stríðist; hevði Tú viljað komið og lagt hendurnar á hana, so hon kann verða hjálpin og liva!“ Gentan er Jairusi serliga dýrabar, tí hon er einasta barn hansara og bert 12 ára gomul.

Jesus hoyrir hann, og við mannamúgvuni eftir sær fer hann heim við Jairusi. Ivaleyst vænta fólkini spent at síggja eitt undur aftrat. Men ein kvinna í hópinum hugsar meir um tað hon sjálv hevur at dragast við.

12 long ár hevur henda kvinnan bløtt javnt og samt. Hon hevur verið hjá einum lækna fyri og øðrum eftir og brúkt allar pengar sínar til viðgerðir. Men einki hevur hjálpt; hon er heldur versnað.

Sum vituligt er hon ikki bara viknað av sjúkuni, hon er eisini vorðin tarnað og eyðmýkt. Vanliga tosar eingin um eina sjúku sum hesa. Undir Móselógini verður ein kvinna aftrat tí órein av blóðfloti, og hvør tann ið nemur hana ella hennara blóðdálkaðu klæðir má vaska sær og vera óreinur til kvølds.

Kvinnan hevur hoyrt um undurverk Jesusar og er nú komin at hitta hann. Av tí at hon er órein, roynir hon at smoyggja sær ígjøgnum mannamúgvuna so eingin varnast tað, tí hon sigur: „Fái eg nomið, um tað so bert er við klæði Hansara, verði eg hjálpin.“ Hon nemur við Jesus — og kennir í stundini bløðingina steðga!

„Hvør var tað, sum nam við Meg?“ Man hon ikki verða illa við av orðum Jesusar? Hvussu kundi hann vita nakað? Pætur talar at: ’Meistari, fólkið troðkar og treingir Teg, og tú sigur: „Hvør nam við Meg?“’

Jesus hyggur rundan um seg eftir kvinnuni og greiðir frá: „Onkur nam við Meg; tí Eg kendi, at kraft gekk út frá Mær.“ Nei, hetta var einki vanligt nartl, tí grøðingin sum spurdist burturúr tók kraft frá Jesusi.

Kvinnuni er greitt at hon ikki sleppur ósædd og hon kastar seg bangin og skelvandi niður fyri Jesusi. Meðan alt fólkið hoyrir sigur hon alt um sjúkuna, og hvussu hon júst nú er grødd.

Hugtikin tí hon so ærliga játtar alt, uggar Jesus hana: „Dóttirin! Trúgv tín hevur frelst teg! Far í friði og ver frísk av plágu tíni!“ Gott at vita sær at tann sum Gud hevur kosið at ráða jørðini er so hjartagóður og samkennandi; hann hevur bæði umsorgan fyri menniskjunum og vald at hjálpa teimum! Matteus 9:18-22; Markus 5:21-34; Lukas 8:40-48; 3 Mósebók 15:25-27.

▪ Hvør er Jairus, og hví kemur hann til Jesus?

▪ Hvat bagir einari kvinnu í mannamúgvuni, og hví er tað torført hjá henni at biðja Jesus hjálpa sær?

▪ Hvussu verður hon grødd, og hvussu uggar Jesus hana?