Hví Jesus kom til jarðar
Kapittul 24
Hví Jesus kom til jarðar
JESUS og hinir fýra lærisveinarnir hava havt ein strævnan dag í Kapernaum, og um kvøldið komu fólkini í býnum til hansara við øllum sínum sjúku at fáa tey grødd. Hann hevur onga løtu havt fyri seg sjálvan.
Hetta er tíðliga morgunin eftir. Jesus fer upp fyri dag og burtur til eitt oyðið stað at biðja til Faðir sín í einingi. Men løtan Jesus fær verið einsamallur er stokkut tí tá Pætur og hinir varnast at hann er burtur, fara teir út at leita eftir honum.
Tá teir finna Jesus sigur Pætur: „Øll leita eftir Tær!“ Fólkini í Kapernaum vilja hava Jesus at verða verandi hjá sær. Tey virðismeta tað hann hevur gjørt fyri tey! Men kom Jesus fyrst og fremst til jarðar at fremja undurfulla grøðing? Hvat sigur hann sjálvur?
Bíblian greiðir einastaðni soleiðis frá svarinum Jesus gevur lærisveinunum: „Latið okkum fara burt aðrastaðni til smábygdirnar her rundanum, so Eg kann prædika har við! Tí tað var tað, Eg kom til.“ Hóast fólkini bøna Jesus um at verða verandi, sigur hann við tey: „Eisini í hinum býunum má Eg kunngera evangeliið um ríki Guds; tí tað eri Eg sendur til.“
Ja, Jesus er fyrst og fremst komin til jarðar at prædika Guds ríki sum skal hevja navn Faðirs hansara og beina allar menniskjuligar veikleikar burtur med alla. Men fyri at prógva at hann er sendur av Gudi, grøðir Jesus fólk á undurfullan hátt. Tað sama gjørdi Móses fleiri øldir frammanundan tá hann skuldi vátta at hann var tænari Guds.
Tá Jesus nú fer úr Kapernaum at boða í øðrum býum, fara teir fýra lærisveinarnir við. Teir fýra eru Pætur og bróðir hansara Andrias, og Jóhannes og bróðir hansara Jákup. Kanska minnist tú at teir vikuna fyri vórðu bjóðaðir at vera fyrstu ferðandi starvsfelagar Jesusar.
Prædikuferðin hjá Jesusi og hinum fýra lærisveinunum gongur avbæra væl! Tíðindini um hann spyrjast um alt Sýrialand. Stórir skarar úr Galilea, Judea og úr landinum hinumegin Jordan fylgja Jesusi og lærisveinum hansara. Markus 1:35-39; Lukas 4:42, 43; Matteus 4:23-25; 2 Mósebók 4:1-9, 30, 31.
▪ Hvat hendir morgunin eftir tí strævna degnum Jesus hevði í Kapernaum?
▪ Hví er Jesus sendur til jarðar, og hvat er endamálið við undurgerðum hansara?
▪ Hvør er við Jesusi á prædikuferðini í Galilea, og hvat halda fólk um gerningar hansara?