Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvønn hava fariseararnir til faðir?

Hvønn hava fariseararnir til faðir?

Kapittul 69

Hvønn hava fariseararnir til faðir?

UM LEYVSALAHØGTÍÐINA verður orðaskiftið ímillum Jesus og jødisku leiðararnar hvassari. „Eg veit, at tit eru ætt Ábrahams;“ viðgongur Jesus, „men tit liggja Mær eftir lívinum, tí tala Mín finnur ikki rúm hjá tykkum. Eg tali tað, sum Eg havi sæð hjá Faðir Mínum; soleiðis gera eisini tit tað, sum tit hava hoyrt frá faðir tykkara.“

Hóast Jesus ikki sigur hvør faðir teirra er, ger hann greitt at teir ikki hava sama Faðir sum hann. Og av tí at teir jødisku leiðararnir ikki vita hvønn Jesus hugsar um, svara teir: „Faðir okkara er Ábraham!“ Teir meina seg hava somu trúgv sum Ábraham, ið var vinur Guds.

Men Jesus skakar teir við svarinum: „Vóru tit børn Ábrahams, gjørdu tit verk Ábrahams.“ Ja, børn taka vanliga eftir faðir sínum. „Men nú liggja tit Mær eftir lívinum,“ sigur Jesus, „manni, ið hevur sagt tykkum sannleikan, sum Eg havi hoyrt frá Gudi. Slíkt gjørdi Ábraham ikki.“ Tí sigur Jesus aftur: „Tit gera verk faðirs tykkara!“

Enn fata teir ikki hvønn Jesus tosar um, men leggja dýran við at teir av sonnum eru synir Ábrahams. „Vit eru ikki føddir í hori.“ Teir tvíhalda um at teir eru sannir tilbiðjarar av Gudi eins og Ábraham. „Vit hava ein Faðir, Gud!“

Men er Gud veruliga Faðir teirra? „Var Gud Faðir tykkara,“ svarar Jesus teimum, „elskaðu tit Meg; tí Eg eri gingin út frá Gudi og eri komin frá Honum; tí Eg eri heldur ikki komin av Mær sjálvum, nei, Hann hevur sent Meg. Hví skilja tit ikki talu Mína?“

Jesus hevur roynt at greiða hesum trúarleiðarunum frá avleiðingunum um teir vraka hann; men nú sigur hann bart út: „Tit eru av einum faðir — Djevulinum — og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir.“ Hvør faðir er Djevulin? Hann er manndrápari, sigur Jesus og leggur aftrat: „Hann er lygnari og faðir lygnarinnar.“ At enda sigur Jesus: „Tann, ið er av Gudi, hoyrir orð Guds; tí hoyra tit ikki, tí tit eru ikki av Gudi.“

Uppøstir um fordøming Jesusar svara jødarnir: „Siga vit ikki av røttum, at Tú ert Samverji og settur av illum anda!“ „Samverji“ er hjá teimum eitt tiltak sum skal sýna vanvirðing, tí Samverjar eru eitt fólkaslag sum jødarnir hata.

Jesus letst ikki at hoyra teirra háðandi gleps um at hann skuldi verið samverji. „Eg eri ikki settur av illum anda,“ svarar hann, „nei, Eg æri Faðir Mín, og tit vanæra Meg.“ Jesus heldur áfram við einum lyfti sum ger teir bilsnar: „Heldur nakar orð Mítt, skal hann í allar ævir ikki síggja deyðan.“ Sjálvandi meinar Jesus ikki at øll sum fylgja honum, bókstavliga aldri skulu síggja deyðan. Hann meinar heldur at tey aldri skulu síggja ta ævigu týningina, „annan deyðan“, sum eingin uppreisn er frá.

Jødarnir taka kortini orð Jesusar heilt bókstavliga, teir siga: „Nú síggja vit, at Tú ert settur av illum anda! Ábraham doyði, og profetarnir doyðu — og Tú sigur: „Heldur nakar orð Mítt, skal hann í allar ævir ikki smakka deyðan!“ Ert Tú tá størri enn faðir okkara Ábraham, sum jú doyði! Og profetarnir doyðu — hvønn gert Tú Teg sjálvan til?“

Tað er skilligt, at í øllum hesum orðaskiftinum roynir Jesus at gera hesum monnunum greitt, at hann er hin lovaði Messias. Nú teir spyrja hvør hann er svarar hann ikki beinleiðis, men sigur í staðin: „Æri Eg Meg sjálvan, er æra Mín einki; tað er Faðir Mín, ið ærir Meg, Hann, sum tit siga, er Gud tykkara. Og tit kenna Hann ikki, men Eg kenni Hann. Og sigi Eg, at Eg kenni Hann ikki, so verði Eg lygnari eins og tit.“

Aftur vísir Jesus til hin trúfasta Ábraham, hesa ferð við orðunum: „Ábraham, faðir tykkara, gleddist til at síggja dag Mín, og hann sá hann og varð glaður.“ Ja, við trúareygum sá Ábraham fram til at tann Messias sum var lovaður, skuldi koma. Tortrúnir halda jødarnir fyri: „Tú ert ikki 50 ár enn, og Tú hevur sæð Ábraham!“

„Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum? Áðrenn Ábraham varð til, eri Eg!“ svarar Jesus. Her sipar hann sjálvandi til at hann áðrenn hann gjørdist menniskja, var ein veldigur andaskapningur í himli.

Í øðini tí Jesus sigur seg hava verið til áðrenn Ábraham, taka jødarnir steinar upp at kasta á hann. Menn hann fjalir seg og fer út úr templinum óskalaður. Jóhannes 8:37-59; Opinberingin 3:14; 21:8.

▪ Hvussu vísir Jesus at hann og fíggindar hansara ikki hava sama faðir?

▪ Hvussu skal tað skiljast tá jødarnir rópa Jesus ein samverja?

▪ Hvat meinar Jesus við at lærisveinar hansara aldri skulu síggja deyðan?