Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvør er Jesus í roynd og veru?

Hvør er Jesus í roynd og veru?

Kapittul 59

Hvør er Jesus í roynd og veru?

BÁTURIN við Jesusi og lærisveinunum leggur at í Betsaida. Fólk koma til hansara við einum blindum manni og biðja hann inniliga nema við mannin og grøða hann. Jesus tekur í hondina á honum og leiðir hann út um bygdina, hann spýtir á eygu mansins og spyr so um hann sær nakað.

„Eg síggi menniskjuni,“ sigur maðurin, „tí eg síggi tey ganga um, eins og trø.“ Jesus leggur so hendurnar á eygu hansara — og maðurin fær sjónina aftur og sær nú alt skilliga. Síðan sendir Jesus hann heim við boðum um ikki at fara inn í bygdina.

Jesus og lærisveinar hansara fara nú til landið við Kesarea Filippi, heilt norðarlaga í Palestina. Leiðin er okkurt um 50 kilometrar og gongur niðaneftir. Kesarea Filippi liggur vakurt, umleið 350 metrar yvir havið. Ferðin varir helst einar tveir dagar.

Á leiðini fer Jesus fyri seg sjálvan at biðja. Um bert níggju ella tíggju mánaðir skal hann doyggja, og hann stúrir fyri lærisveinum sínum. Nógvir fylgjast ikki longur við honum. Aðrir tykjast ørkymlaðir og fáligir tí hann ikki læt fólkið gera seg til kong, og tí hann ikki prógvaði kongavald sítt við einum tekni av himli tá fíggindar bjóðaðu honum av. Men hvønn halda ápostlarnir hann vera? Tá teir koma til staðið har hann biður, spyr hann teir: „Hvønn sigur fólk Meg vera?“

„Summi Jóhannes doypara,“ svara teir, „summi Elias, onnur Jeremias ella ein av profetunum.“ Ja, fólk halda veruliga at Jesus er ein av hesum monnum sum er risin upp frá deyðum!

„Men tit, hvønn siga tit Meg vera?“ spyr Jesus.

Pætur er skjótur at svara: „Tú ert Kristus, Sonur hins livandi Guds!“

Jesus rósar Pæturi fyri svarið, og heldur fram: „So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur; og á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni.“ Her kunnger Jesus fyrstu ferð at hann skal byggja eina samkomu, og at sjálvur deyðin ikki skal kunna halda limum hennara føstum tá teir í trúfesti hava endað lív sítt á jørðini. Síðan sigur hann fyri Pæturi: „Eg skal geva tær lyklar Himmiríkis ríkis.“

Jesus opinberar soleiðis at Pætur skal fáa serstøk framíhjárættindi. Hetta merkir ikki at Pætur verður fremstur ápostlanna millum, ella verður grundvøllur samkomunnar. Jesus er sjálvur kletturin sum samkoma hansara skal byggjast á. Men Pætur skal fáa tríggjar lyklar, og tað vísir seg seinni at hesir lyklar skulu brúkast so ymiskir bólkar av menniskjum sleppa inn í Himmiríkið.

Fyrsta lykilin brúkti Pætur hvítusunnudagin ár 33, tá hann segði angrandi jødum hvat teir skuldu gera fyri at verða frelstir. Næsta lykilin brúkti hann stutt eftir, tá hann opnaði møguleikan fyri at trúgvandi samverjar kundu koma inn í ríki Guds. Og ár 36 gjørdi hann nýtslu av triðja lyklinum tá hann opnaði óumskornum heidningum sama møguleika, í fyrstu syftu Korneliusi og vinum hansara.

Jesus heldur fram at tala við ápostlarnar. Lítið er um teir tá hann sigur at hann skjótt skal líða nógv og doyggja í Jerúsalem. Pætur, sum ikki skilur at Jesus skal rísa upp til lív í himli, tekur Jesus við sær burturfrá og sigur við hann: „Gud bjargi Tær, Harri! Aldri skal hetta henda Teg!“ Men Jesus vendir honum bakið og svarar: „Vík aftur um Meg, Satan! Tú ert Mær til ástoyt; tí tú hugsar ikki um tað, sum Gudi hoyrir til, men um tað sum menniskjum hoyrir til!“

Eyðsýnliga eru aðrir enn ápostlarnir í fylgi við Jesusi, og nú rópar hann teir til sín og greiðir teimum frá at ikki verður lætt at fylgja honum. „Tann, ið vil koma aftan á Mær,“ sigur hann, „má avnokta seg sjálvan og taka upp kross sín og fylgja Mær. Tí tann, sum vil bjarga lívinum, skal missa tað; men tann, sum missir lív sítt fyri Mína skuld og fyri evangeliums skuld, skal frelsa tað.“

Ja, tey sum fylgja Jesusi mugu vera djørv og ósjálvsøkin um tey skulu vera verd tokka hansara, tí sum hann sigur: „Tann, ið skammast við Meg og orð Míni í hesi ótrúgvu og syndigu ætt, hann skal eisini Menniskjasonurin skammast við, táið Hann kemur í dýrd Faðirs Síns við hinum heiløgu einglum.“ Markus 8:22-38; Matteus 16:13-28; Lukas 9:18-27.

▪ Hví stúrir Jesus fyri lærisveinum sínum?

▪ Hvønn halda fólk Jesus vera?

▪ Hvørjar lyklar fær Pætur, og hvussu verða teir brúktir?

▪ Hvørja ábreiðslu fær Pætur, og hví?