Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvat er tað sum ger menniskjað óreint?

Hvat er tað sum ger menniskjað óreint?

Kapittul 56

Hvat er tað sum ger menniskjað óreint?

MÓTSTØÐAN ímóti Jesusi harðnar. Nógvir av lærisveinum hansara eru rýmdir og hartil kemur at jødarnir í Judea liggja honum eftir lívinum, sum teir eisini gjørdu í Jerúsalem um páskirnar ár 31.

Nú eru páskir ár 32. Eftir Guds boðum fer Jesus helst aftur at halda páskir í Jerúsalem — men hann ansar væl eftir, tí lív hansara er í váða. Eftir høgtíðina fer hann aftur til Galilea.

Jesus er kanska staddur í Kapernaum, tá farisearar og skriftlærdir úr Jerúsalem koma til hansara. Teir liggja framvið fyri at fáa høvi at leggja hann undir átrúnaðarligt lógarbrot. „Hví bróta lærisveinar Tínir viðtøku hinna gomlu?“ spyrja teir. „Teir vaska sær jú ikki um hendurnar, táið teir fara at eta.“ Hóast tað ikki er krav frá Gudi, halda fariseararnir tað kortini vera álvarsamt misbrot ikki at halda henda sið, sum umfatar at vaska hendur og armar upp undir albogan.

Í staðin fyri at svara ákæruni vísir Jesus á at teir sjálvir eru forherðaðir og við vilja bróta lóg Guds. „Hví bróta tit sjálvir boð Guds við viðtøkum tykkara?“ vil hann vita. „Gud gav jú hetta boð: „Ær faðir tín og móður tína!“ og: „Tann, ið bannar faðir ella móður, skal vissuliga doyggja.“ Men tit siga: „Tann, ið sigur við faðir ella móður: „Tað, sum tú skuldi fingið frá mær til hjálpar, lati eg sum tempulgávu!“ er ikki bundin at æra faðir sín ella móður sína.““

Gaman í læra fariseararnir at pengar, ognir ella annað ið er vígt Gudi sum gáva, hoyrir templinum til og tískil ikki kann brúkast til annað endamál. Men í roynd og veru goymir gevarin gávuna hjá sær sjálvum. Sostatt kann ein sonur, bert hann sigur at pengar ella ognir hansara eru ’korban’ — gáva sum er vígd Gudi ella templinum — sleppa sær undan at hjálpa sínum gomlu foreldrum, ið kanska líða neyð.

Av røttum ilskast Jesus um at fariseararnir í óndskapi sínum snúgva lóg Guds. Hann sigur: „Soleiðis hava tit gjørt lóg Guds til einkis við viðtøkum tykkara. Hyklarar tykkara! Beint profeteraði Esaias um tykkum, táið Hann segði: „Hetta fólk heiðrar Meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt frá Mær. Tey dýrka Meg til einkis, við tað at tey læra lærdómar, ið eru menniskjaboð.““

Mannamúgvan er kanska farin til viks so fariseararnir sleppa framat at spyrja Jesus. Men tá nú Jesus hevur tept teir, kallar hann fólkið til sín. „Hoyrið og fatið!“ sigur hann. „Ikki tað, sum inn fer í munnin, ger menniskjað óreint; nei, tað, sum út fer av munninum, ger menniskjað óreint.“

Tá teir seinni eru inni í einum húsi, spyrja lærisveinarnir hann: „Veitst tú, at Fariseararnir tóku sær ilt av hasum orði, ið teir hoyrdu?“

„Hvør planta, ið himmalski Faðir Mín ikki hevur plantað, skal verða rykt upp við rót,“ svarar Jesus. „Latið teir fara! Blindir vegleiðarar eru teir blindum; og táið blindur leiðir blindan, falla báðir í grøvina.“

Jesus tykist bilsin tá Pætur, vegna ápostlarnar, biður hann greiða fyri honum hvat tað er sum ger eitt menniskja óreint. „Fata eisini tit so lítið enn?“ heldur hann fyri. „Skilja tit ikki, at alt tað, sum inn fer í munnin, fer í magan og verður leitt út hin náttúrliga vegin? Men tað, sum út fer av munninum, kemur úr hjartanum, og tað er tað, sum ger menniskjað óreint. Tí út úr hjartanum koma ringar hugsanir: Manndráp, hor, siðloysi, stuldur, rangur vitnisburður, spottan. Hetta er tað, sum ger menniskjað óreint; men at eta við óvaskaðum hondum ger ikki menniskjað óreint.“

Jesus talar í hesum viðfangi ikki um vanligt reinføri. Hann sigur ikki at vit ikki skulu vaska hendur áðrenn vit gera mat ella áðrenn vit eta. Nei, hann fordømir kávalætið hjá átrúnaðarligu leiðarunum. Við viðtøkum sínum sum eru í stríð við Skriftirnar, royna teir allar krókvegir fyri at sleppa sær undan Guds rættvísu lógum. Óndir gerningar eru altso tað sum ger eitt menniskja óreint, og Jesus vísir at slíkir gerningar koma úr hjartanum. Jóhannes 7:1; 5 Mósebók 16:16; Matteus 15:1-20; Markus 7:1-23; 2 Mósebók 20:12; 21:17; Esaias 29:13.

▪ Hvør mótstøða møtir nú Jesusi?

▪ Hvørjum ákærum koma fariseararnir við, men hvussu vísir Jesus at teir við vilja bróta Guds lóg?

▪ Hvat er tað sum ger eitt menniskja óreint?