Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvat hevur tað við sær at vera lærisveinur hjá Jesusi?

Hvat hevur tað við sær at vera lærisveinur hjá Jesusi?

Kapittul 84

Hvat hevur tað við sær at vera lærisveinur hjá Jesusi?

EFTIR at hava vitjað hin mæta farisearan, sum ætlandi er limur í Sanhedrininum, heldur Jesus leiðina fram til Jerúsalem. Stórir skarar fylgja honum. Men hví? Ja, hvat hevur tað í roynd og veru við sær at vera sannur lærisveinur hjá Jesusi?

Á ferðini vendir Jesus sær til fólkini og loypir kanska hvøkk á tey við orðunum: „Um onkur kemur til Mín og hatar ikki faðir sín og móður sína, konu, børn, brøður og systrar, ja, sítt egna lív við — hann kann ikki vera lærisveinur Mín.“

Hvat meinar Jesus? Ikki at lærisveinar hansara bókstavliga skulu hata næstringar sínar. Nei, Jesus meinar at teir skulu elska familjuna minni enn teir elska hann. Um forfaðir Jesusar, Jákup, sigst at hann hataði Leu og elskaði Rakul, soleiðis at skilja at hann var betri við Rakul enn við systrina Leu.

Hav eisini í huga tað Jesus segði um at ein lærisveinur skal hata „sítt egna lív við“. Her er meiningin aftur tann, at ein lærisveinur má elska Jesus meir enn sítt egna lív. Jesus vil vísa á ta stóru ábyrgd ið fylgir við at vera lærisveinur hansara. Tað kann eingin átaka sær tað uttan at hava umhugsað tað gjølla.

Sum Jesus eisini vísir, ber tað trongdir og atsóknir við sær at vera lærisveinur hansara: „Tann, ið ikki ber kross sín og fylgir Mær eftir, kann ikki vera lærisveinur Mín.“ Ein sannur lærisveinur má viliga tola tann smeitur Jesus toldi, og eisini um tað gerst neyðugt, doyggja fyri hond Guds fígginda, sum Jesus skjótt skal.

Fólkini mugu tí hugsa seg væl um, áðrenn tey verða lærisveinar hansara. Tað vísir Jesus á við einari myndatalu. „Tí hvør tykkara,“ byrjar hann, „sum ætlar at byggja torn, setur seg ikki fyrst niður og roknar út, hvussu mikið tað fer at kosta, um hann hevur nóg mikið at fullføra tað fyri! Tí annars — táið hann hevur lagt grundina og er ikki mentur at fullføra tað — fara øll, ið síggja tað, at spotta hann og siga: „Hesin maður fór at byggja og var ikki førur fyri at gera tað liðugt!““

Við hesum líknilsinum ger Jesus fólkunum sum fylgja honum greitt, at tey, áðrenn tey gerast lærisveinar hansara, avgjørd mugu seta sær fyri at lúka treytirnar ið fylgja við — sum maðurin ið ætlar at byggja eitt torn, fyrst má tryggja sær at hann eigur nóg mikið at gera tað liðugt fyri. Jesus heldur fram við einari aðrari myndatalu:

„Ella hvør kongur, sum fer avstað at møta øðrum kongi í bardaga, setur seg ikki fyrst niður og heldur ráð, um hann er førur fyri við 10 000 at møta honum, sum kemur ímóti honum við 20 000! Men er hann tað ikki, letur hann, meðan hin enn er langt burtur, sendimenn fara avstað og tinga um frið.“

Jesus tekur fram megintáttin í teimum báðum myndatalunum tá hann sigur: „Soleiðis kann eingin av tykkum, sum ikki sigur frá sær alt, ið hann eigur, vera lærisveinur Mín.“ Ja, mannamúgvurnar sum fylgja Jesusi, og øll onnur ið læra at kenna hann, mugu vera vilig at offra alt — allar ognir, ja, eisini lívið — um tey ynskja at verða lærisveinar hansara. Vilt tú tað?

„Víst er saltið gott,“ heldur Jesus fram. Í fjallaprædikuni nevndi hann lærisveinar sínar „salt jarðarinnar“, tí teir kunnu gera sítt til at fólk verður varðveitt á lívi, eins og bókstavligt salt varðveitir. „Men missir eisini saltið kraft sína, við hvørjum skal tað tá fáa hana aftur! Tað dugir hvørki í mold ella í tøð,“ er úrskurðurin hjá Jesusi. „Tað verður kastað út. Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!“

Soleiðis vísir Jesus at tey sum eina tíð hava verið lærisveinar hansara, ikki mugu slaka í avgerðini um at halda á. Gera tey tað, verða tey ónýtilig, spottað í heiminum og av Gudi mett óhóskandi, ja, satt at siga háða tey Gud. Sum dálkað salt uttan kraft verða tey kastað burt — gjørd til einkis. Lukas 14:25-35; 1 Mósebók 29:30-33; Matteus 5:13.

▪ Hvussu skulu lærisveinar Jesusar ’hata’ sínar næstringar og seg sjálvan?

▪ Jesus ber fram tvær myndatalur, hvørjar, og hvat merkja tær?

▪ Hvat meinar Jesus við tí hann sigur um saltið?