Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

„Hyggið maðurin!“

„Hyggið maðurin!“

Kapittul 123

„Hyggið maðurin!“

PILATUS er hugtikin av framferðini hjá Jesusi og ásannar at hann er sakleysur. Tí roynir hann nú á annan hátt at fáa Jesus latnan leysan. „Men tit hava jú tann sið, at eg skal geva tykkum ein leysan á páskum,“ sigur hann við mannfjøldina.

Barabbas er tiltikin drápsmaður, hann situr eisini fangi, og Pilatus spyr tí: „Hvønn vilja tit, eg skal geva tykkum leysan, Barabbas, ella Jesus, sum kallast Kristus?“

Hinir hægstu prestarnir hava øst fólkið upp so tey nú biðja um at fáa Barabbas leysan og Jesus dripnan. Pilatus gevur ikki uppat, men spyr aftur: „Hvønn av teimum báðum vilja tit, eg skal geva tykkum leysan?“

„Barabbas!” rópa tey.

„Hvat skal eg tá gera við Jesus, sum verður kallaður Kristus?“ spyr Pilatus skelkaður.

Av øllum alvi rópa tey: „Lat hann verða pelafestan!“ „Pelafest! Pelafest hann!“

Pilatusi er greitt at tey krevja ein sakleysan mann avrættaðan, og hann sigur: „Hvat ilt hevur hesin maður tá gjørt? Eg havi ikki funnið Hann sekan í nakrari deyðasøk; tí skal eg revsa Hann og so geva Hann leysan.“

Tað ger ikki mun. Mannfjøldin er sansaleys og rópar framvegis eggjað av trúarleiðarunum: „Lat hann verða pelafestan!“ Prestarnir hava øst fólkið upp so øll eru á gosi, tey vilja síggja blóð. At hugsa sær, bara fimm dagar frammanundan vóru summi av teimum helst ímillum teirra sum fagnaðu Jesus sum kong tá hann reið inn í Jerúsalem! Um Jesu lærisveinar eru hjástaddir meðan hetta fer fram, halda teir seg kvirrar so eingin ansar teimum.

Tá Pilatus sær at einki spyrst burtur úr áheitanum hansara, men at ófriðurin heldur versnar, tekur hann vatn, vaskar sær um hendurnar fyri eygunum á fólkinum og sigur: „Eg eri sakleysur í blóðinum av hesum rættvísa — síggið tit til tað!“ Tá svarar fólkið: „Blóð Hansara komi yvir okkum og børn okkara!“

Pilatus vil heldur vera fólkinum til vildar enn gera tað hann veit er rætt; hann slakar tí fyri krøvum teirra og gevur teimum Barabbas leysan. Hann skipar fyri at Jesus verður tikin, latin úr og húðflongdur. Tað er eingin vanlig húðfleingja. The Journal of the American Medical Association lýsir hvussu rómverjar bóru seg at tá teir húðflongdu fólk:

„Vanliga amboðið var ein stuttur koyril (flagrum ella flagellum) við nógvum einstøkum ella flættaðum leðurreimum, sum vóru ójavnar til longdar og her og har settar við smáum jarnkúlum ella smáum hvøssum pettum av seyðabeini. . . . Tá rómversku hermenninir av øllum alvi aftur og aftur bardu ryggin á offrinum, meiðslaðist hann illa av jarnkúlunum, og leðurreimarnar og beinpettini skóru seg inn í húðina og vevnaðin undir henni. So við og við skræddi koyrilin vøddarnar niðriundir og læt eftir sær darrandi strimlar av blóðutum kjøti.“

Eftir hesa ræðuligu viðferð verður Jesus leiddur inn í borgina hjá landshøvdinganum, og øll herdeildin verður kallað saman. Her spotta hermenninir hann enn meira við at flætta eina tornakrúnu og seta hana á høvdið á honum. Teir geva honum rørstav í høgru hond og lata hann í purpurlittan kappa, sum hjá teimum kongligu. So siga teir upp á spott við hann: „Heilur, Jødakongurin!“ Eisini spýta teir á hann og sláa hann undir vangan. So taka teir rørstavin úr hondini á Jesusi og brúka hann at sláa hann í høvdið við, soleiðis at teir spísku tornarnir í eyðmýkjandi „krúnuni“ stingast uppaftur longri inn í hársvørðin.

Eyðsýnda tignin og styrkin sum Jesus møtir tí ringu viðferðini við, hevur so stóra ávirkan á Pilatus at hann enn eina ferð roynir at fáa hann leysan. „Hyggið, eg leiði Hann út til tykkara, fyri at tit skulu vita, at eg finni onga skyld hjá Honum,“ sigur hann við mannamúgvuna. Kanska heldur hann hjørtu teirra munnu blotna um teir síggja Jesus eftir píningina. Tornakrýndur í tí purpurlitta kappanum stendur Jesus framman fyri tí eirindaleysa hópinum. Hansara bløðandi andlit er merkt av pínu tá Pilatus kunnger: „Hyggið maðurin!“

Ja, her stendur týdningarmesti maðurin í søguni, størsta menniskjað ið livað hevur! Hóast meiðslaður og avbardur sýnir Jesus stilla tign og ró sum vitnar um ein stórleika sum sjálvur Pilatus noyðist at viðurkenna, tí orð hansara siga bæði frá virðing og samkenslu. Jóhannes 18:39–19:5; Matteus 27:15-17, 20-30, (NV); Markus 15:6-19; Lukas 23:18-25, (NV).

▪ Hvussu roynir Pilatus at fáa Jesus latnan leysan?

▪ Hvussu roynir Pilatus at sleppa sær undan allari ábyrgd?

▪ Hvat bar tað við sær at verða húðflongdur?

▪ Hvussu verður Jesus hildin fyri gjøldur eftir húðfleingjuna?

▪ Hvussu roynir Pilatus enn eina ferð at lata Jesus leysan?