Jóhannes ger vegin til reiðar
Kapittul 11
Jóhannes ger vegin til reiðar
SEYTJAN ár eru liðin síðan Jesus 12 ára gamal tráspurdi lærararnar í templinum. Nú er vár ár 29, og tað tykist sum øll tosa um Jóhannes, systkinabarnið hjá Jesusi, ið prædikar allastaðni í landinum við Jordanánna.
Jóhannes er sanniliga undranarverdur, bæði í útsjónd og í talu. Klæði hansara eru úr kamelull, og hann hevur leðurbelti um lendarnar. Føði hansara er grashoppur og villur hunangur. Hvønn boðskap hevur hann at bera? „Vendið við, tí ríki Himmiríkis er komið nær!“
Boðskapurin bergtekur áhoyrararnar. Mong ásanna at tey mugu angra, tað vil siga broyta sinnalag og halda uppat at liva sum higartil, tí tey hava ikki borið seg at sum tey áttu. Úr øllum økinum kring Jordan, eisini úr Jerúsalem, koma fólk í stórum tali til Jóhannesar og hann doypir tey, koyrir tey undir kav í Jordanánni. Hví?
Jóhannes doypir fólk sum tekin um, ella í viðurkenning av, at tey inniliga angra at tey hava syndað móti lógarsáttmála Guds. Tá nakrir farisearar og saddukearar tí koma út til Jordan, fordømir Jóhannes teir: „Ormaavkom!“ sigur hann. „Berið tí ávøkst, ið svarar til umvending! Og hugsið ikki, at tit kunnu siga við tykkum sjálvum: „Vit hava jú Ábraham til faðir!“ Tí eg sigi tykkum, at Gud er mentur at vekja Ábrahami upp børn av hesum steinum. Øksin liggur longu við rót træanna; tí verður hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, høgt niður og kastað í eldin.“
Allur áhugin ið sýndur verður Jóhannesi fær jødarnar at senda prestar og levitar út til hansara. Teir spyrja hvør hann er.
„Eg eri ikki Kristus,“ viðgongur Jóhannes.
„Hvat tá?“ spyrja teir. „Ert tú Elias?“
„Tað eri eg ikki,“ svarar hann.
„Ert tú profeturin?“
„Nei!“
Nú krevja teir at fáa svar: „Hvør ert tú? so vit fáa givið teimum svar, sum hava sent okkum; hvat sigur tú um teg sjálvan?“
Jóhannes greiðir frá: „Eg eri rødd eins, sum rópar í oyðimørkini: „Javnið [Jehova] vegin!“ sum Esaias profetur hevur sagt!“
„Hví doypir tú tá, táið tú ikki ert Kristus, ei heldur Elias, ei heldur profeturin?“ vilja teir vita.
„Eg doypi í vatni,“ svarar hann, „mitt ímillum tykkara stendur tann, sum tit kenna ikki, Hann, sum kemur eftir meg.“
Jóhannes ger vegin til reiðar, hann fær fólk at rætta hug og hjarta móti Messiasi, sum skal vera kongur. Um henda sigur Jóhannes: „Hann, ið kemur eftir meg, er sterkari enn eg, Hann, sum eg eri ikki verdur at bera skógvarnar hjá.“ Jóhannes sigur eisini: „Tann, ið kemur eftir meg, er komin undan mær, tí Hann var, áðrenn eg.“
Tá Jóhannes tí sigur: „Ríki Himmiríkis er komið nær!“ er tað fyri at øll skulu vita at Jesus Kristus, sum Jehova hevur tilnevnt kong, er um at byrja tænastu sína. Jóhannes 1:6-8, 15-28; Matteus 3:1-12; Lukas 3:1-18; Ápostlasøgan 19:4.
▪ Hvat eyðkennir Jóhannes?
▪ Hví doypir Jóhannes fólk?
▪ Hví kann Jóhannes siga at Ríkið er komið nær?