Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Jóhannes minkar, Jesus veksur

Jóhannes minkar, Jesus veksur

Kapittul 18

Jóhannes minkar, Jesus veksur

EFTIR páskirnar á vári ár 30 fara Jesus og lærisveinar hansara úr Jerúsalem. Teir fara kortini ikki heimaftur til Galilea men út í Judealand, har teir doypa fólk. Sama arbeiðið hevur Jóhannes Doypari gjørt í umleið eitt ár nú, og hann hevur enn lærisveinar hjá sær.

Jesus doypir tó ikki sjálvur nakran, men lærisveinarnir gera tað undir hansara leiðslu. Teirra dópur hevur sama týdning sum Jóhannesar dópur; hann er tekin um at ein jødi angrar at hava syndað móti lógarsáttmálanum frá Gudi. Men eftir uppreisn sína gevur Jesus lærisveinum sínum boð um at doypa við einum dópi sum merkir nakað annað. Kristni dópurin í dag er tekin um at eitt menniskja vígir seg at tæna Jehova Gudi.

Men nú, so tíðliga í tænastutíð Jesusar, læra og doypa Jóhannes og hann báðir fólk ið angra, hóast teir arbeiða hvør sær. Men lærisveinarnir hjá Jóhannesi verða øvundsjúkir og gremja seg um Jesus fyri Jóhannesi: „Rabbi . . . nú doypir Hann, og øll koma til Hansara!“

Jóhannes er ikki øvundsjúkur, nei hann gleðist um framgongdina hjá Jesusi, og hann vil eisini at lærisveinar hansara skulu gleðast. Hann áminnir teir: „Tit eru sjálvir vitni míni, at eg segði: „Eg eri ikki Kristus, men eg eri sendur út undan Honum.““ So nýtir hann eina vakra mynd: „Tann, ið hevur brúðrina, er brúðgómurin; men vinur brúðgómsins, sum stendur og lurtar eftir Honum, gleðist stórliga við rødd brúðgómsins. Henda gleði mín er nú vorðin fullkomin.“

Jóhannes gleddist sum vinur brúðgómsins tá hann umleið eitt hálvt ár frammanundan leiddi lærisveinar sínar til Jesus. Summir teirra skuldu seinni gerast limir í himmalska brúðarskaranum hjá Kristusi, ið er samansettur av kristnum sum eru salvað við andanum. Jóhannes vil at lærisveinarnir sum enn eru hjá honum, eisini skulu fylgja Jesusi, tí ætlan hansara er at gera Kristusi vegin til reiðar og virka til frama fyri tænastu hansara. Sum Jóhannes Doypari greiðir frá: „Hann skal vaksa, og eg skal minka.“

Nýggi lærisveinurin hjá Jesusi, Jóhannes, sum fyrr eisini var lærisveinur hjá Jóhannesi Doypara, skrivar um uppruna Jesusar og tann stóra týdning hann hevur fyri menniskjans frelsu: „Hann, sum kemur omanfrá, er yvir øllum; . . . Faðirin elskar Sonin og hevur givið Honum alt í hond. Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív; men tann, ið ikki vil lýða Sonin, skal ikki síggja lívið; nei, vreiði Guds verður verandi yvir honum.“

Stutta tíð eftir at Jóhannes Doypari hevur talað um virksemi sítt sum skal minka, verður hann handtikin av Heródesi kongi. Heródes hevur gift seg við Heródias, ið er kona bróður hansara Filip, og av tí at Jóhannes alment finnist at atburði hansara, fær Heródes hann fongslaðan. Tá Jesus frættir at Jóhannes er handtikin, fer hann við lærisveinum sínum úr Judea til Galilea. Jóhannes 3:22–4:3; Ápostlasøgan 19:4; Matteus 28:19; 2 Korintbræv 11:2; Markus 1:14; 6:17-20.

▪ Hvønn týdning hevur dópurin sum fór fram undir Jesu leiðslu áðrenn hann reis upp frá deyðum? Og tann ið fór fram eftir hetta?

▪ Hvussu vísir Jóhannes at klagan sum lærisveinar hansara koma fram við, er ógrundað?

▪ Hví verður Jóhannes fongslaður?