Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Jesu føðing — hvar og nær?

Jesu føðing — hvar og nær?

Kapittul 5

Jesu føðing — hvar og nær?

AUGUSTUS, keisari í rómverska ríkinum, hevur givið boð um at øll skulu fara aftur til føðibý sín at verða innskrivað. Jósef er føddur í Betlehem og fer tí aftur hagar.

Hópur av fólki er komin til Betlehem at lata seg innskriva, og Jósef og Maria finna einki uttan eitt fjós at vera í. Her, millum esil og onnur kríatúr, verður Jesus føddur. Maria sveipar hann í toystrimlar og leggur hann í eina krubbu, sum annars er ætlað til djórafóður.

Tað var uttan iva eftir Guds fyriskipan at Augustus keisari tók avgerð um at øll skuldu innskrivast. Á henda hátt kundi Jesus verða føddur í Betlehem, sum í Heilagu Skriftunum langa tíð frammanundan var nevndur sum føðibýur hjá tí fyrijáttaða stjórnarharranum.

Hetta verður ein merkisverd nátt! Úti á markini skínur eitt bjart ljós rundan um nakrar hirðar. Tað er Jehova dýrd ið lýsir! Og eingil Jehova sigur við teir: „Óttist ikki! Eg kunngeri tykkum stóra gleði, ið skal verða fyri alt fólkið: Tykkum er í dag Frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í staði Dávids. Og hetta skulu tit hava til tekin: Tit skulu finna barn, sveipað, liggjandi í krubbu.“ Knappliga kemur ein herskari av einglum til sjóndar og syngur: „Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!“

Einglarnir fara avstað, og hirðarnir siga hvør við annan: „Latið okkum tó fara til Betlehem og síggja hetta, ið hent hevur, og sum [Jehova] hevur kunngjørt okkum!“ Teir skunda sær og finna Jesus júst har sum eingilin segði teimum. Øll á staðnum undrast, tá hirðarnir greiða frá tí eingilin segði við teir. Og Maria leggur sær øll hesi orð í minni og goymir tey í hjarta sínum.

Í dag halda nógv at Jesus varð føddur 24. ella 25. desember. Men í Betlehem er desember mánaður vátur og kaldur. Hirðarnir høvdu ikki verið úti á markini um næturnar við seyðafylgjum sínum hesa ársins tíð. Ætlandi hevði hin rómverski keisarin heldur ikki kravt at eitt fólk sum frammanundan sýndi uppreistrarlyndi, skuldi ferðast á hávetri fyri at verða innskrivað. Tað tykist sum Jesus varð føddur onkuntíð tíðliga um heystið. Lukas 2:1-20; Mika 5:1.

▪ Hví ferðast Jósef og Maria til Betlehem?

▪ Hvørjar óvanligar hendingar fara fram ta náttina Jesus verður føddur?

▪ Hvussu vita vit at Jesus ikki varð føddur 24. ella 25. desember?