Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Jesus fer aftur til Jerúsalem

Jesus fer aftur til Jerúsalem

Kapittul 82

Jesus fer aftur til Jerúsalem

JESUS er aftur á ferð; hann fer bý úr býi og bygd úr bygd at læra. Helst er hann staddur í landslutinum Perea, hinumegin Jordan úr Judea. Men hann ætlar sær til Jerúsalem.

Tað man helst vera hin jødiska hugsanin um at bara eitt avmarkað tal skal vinna frelsu, sum fær ein mann at spyrja: „Harri, munnu tey vera fá, sum verða frelst?“ Við svari sínum noyðir Jesus fólk at hugsa um hvat krevst fyri at verða frelstur: „Stríðist [tað vil siga at kýta seg, leggja doyin á] fyri at koma inn um hitt tronga portrið!“

Neyðugt er at stríðast staðiliga, tí Jesus heldur fram og sigur at „mong . . . skulu royna at koma inn og ikki kunna“. Hví ikki? Jú, ’tá húsbóndin hevur reist Seg og stongt dyrnar og fólk standa uttanfyri og banka uppá og siga: „Harri! Lat okkum upp!“ tá skal Hann svara: „Eg kenni tykkum ikki, hvaðani tit eru; farið burt frá Mær, øll tit, sum gjørdu órætt.“’

Líkt er til at tey útistongdu koma tá tað liggur fyri hjá teimum. Men tá er lokað og læst og eingin sleppur inn. Vildu tey inn, skuldu tey komið fyrr, hóast tað kanska var eitt sindur tvørligt júst tá. Ja, úrslitið verður syndarligt hjá teimum sum ikki seta tilbiðjanina av Jehova fram um alt annað í lívinum!

Jesus er sendur at boða fyri jødunum, men henda einastandandi møguleikan at taka ímóti frelsuni frá Gudi, hava teir fyri tað mesta latið um seg fara. Tí sigur Jesus at teir skulu gráta og grísla tenn tá teir verða kastaðir útum. Hin vegin skulu fólk „koma, eystaneftir, vestaneftir, norðaneftir og sunnaneftir“ ja, úr øllum tjóðum, og „sita til borðs í ríki Guds“.

Jesus heldur fram: „Og síðst [vanvirdir ikki-jødar, eins og kúgaðir jødar] eru, sum skulu verða fyrst, og fyrst [jødar við materiellum og átrúnaðarligum fyrimunum] eru, sum skulu verða síðst.“ At tey verða síðst, merkir at slík dovin og ótakksom menniskju als ikki verða at finna í ríki Guds.

Nú koma farisearar til Jesus og siga: „Far avstað burt hiðani, tí Heródes [Antipas] ætlar at drepa Teg!“ Kanska hevur Heródes sjálvur lopið hetta út í orð fyri at fáa Jesus at rýma haðani. Heródes læt Jóhannes Doypara hálshøgga, og kanska ber hann ótta fyri aftur at vera uppií tá ein Guds profetur letur lív. Men Jesus svarar: „Farið og sigið við tann revin: „Eg reki út illar andar og grøði sjúk í dag og í morgin, og triðja dagin fullkomist Eg!““

Tá Jesus er liðugur at boða har, heldur hann leiðina fram til Jerúsalem, tí sum hann sigur: „Ikki ber til, at profetur letur lív aðrastaðni enn í Jerúsalem.“ Hví er væntandi at Jesus verður tikin av døgum í Jerúsalem? Tí Jerúsalem er høvuðsstaðurin har jødiski hægstirætturin Sanhedrinið við sínum 71 limum heldur til, og har verða djóraoffrini latin. Tískil bar ikki til at „lamb Guds“ varð dripið aðrastaðni enn í Jerúsalem.

„Jerúsalem, Jerúsalem, sum drepur profetarnar og steinar teir, ið sendir eru til tín!“ klagar Jesus. „Hvussu mangan vildi Eg ikki savna børn tíni, eins og høna savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki. Men hús tykkara skal verða latið tykkum sjálvum upp í hendur.“ Teir avnoktaðu son Guds, og tí varð tjóðin kolldømd!

Á ferðini til Jerúsalem verður Jesus bjóðaður inn til ein leiðara hjá farisearunum. Tað er ein sabbat, og fólk hava eyguni eftir honum, tí ein vatnsjúkur maður er á staðnum. Jesus spyr nú fariseararnar og hinar lógkønu: „Er loyviligt at grøða sabbat, ella ikki?“

Eingin svarar. Tá grøðir Jesus mannin og sendir hann avstað. Síðan spyr hann: „Um sonur ella oksi hjá onkrum tykkara dettur í brunn — hvør er hann, sum tá ikki við tað sama dregur hann uppúr aftur sabbat!“ Heldur ikki hesa ferð fær hann nakað svar. Lukas 13:22–14:6; Jóhannes 1:29.

▪ Hvat er sambært Jesusi neyðugt fyri at verða frelstur, og hví eru nógv útistongd?

▪ Hvørji eru „síðst“ sum verða fyrst, og „fyrst“ sum verða síðst?

▪ Hví mundu tíðindini ganga um at Heródes ætlaði at drepa Jesus?

▪ Hví ’bar ikki til at ein profetur læt lív aðrastaðni enn í Jerúsalem’?