Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Jesus fordømir mótstøðumenn sínar

Jesus fordømir mótstøðumenn sínar

Kapittul 109

Jesus fordømir mótstøðumenn sínar

JESUS hevur givið átrúnaðarligu mótstøðumonnum sínum eina sovorðna skortfleingju at teir ikki tora at spyrja hann aftur. Hann tekur tí sjálvur fyrsta stigið til at avdúka fákunnu teirra. „Hvat halda tit um Kristus?“ spyr hann. „Hvørs sonur er Hann?“

„Dávids,“ svara fariseararnir.

Jesus noktar ikki at Dávid eftir holdinum er faðir at Kristusi, ella Messiasi, men spyr: „Hvussu kann Dávid tá í Andanum [í Sálmi 110] kalla Hann Harra! Hann sigur jú: „[Jehova] segði við Harra mín: „Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar undir føtur Tínar!““ Táið nú Dávid kallar Hann Harra, hvussu kann Hann tá vera sonur hansara!“

Fariseararnir tiga, tí teir vita ikki hvør Kristus, hin salvaði, veruliga er. Messias er ikki bara eftirkomari Dávids eftir holdinum, sum fariseararnir tykjast at trúgva. Nei, hann var til í himli og stóð yvir Dávidi, var harri hansara.

Jesus vendir sær nú til mannamúgvuna og lærisveinar sínar og biður tey vara seg fyri hinum skriftlærdu og farisearunum. Av tí at hesir læra Guds lóg og sita „á stóli Mósesar“ gevur hann hesa áminning: „Gerið og haldið tí alt, ið teir siga tykkum!“ Men hann leggur aftrat: „Men takið ikki eftir verkum teirra! Tí teir siga tað víst, men gera tað ikki!“

Teir eru hyklarar, og Jesus fordømir teir við nærum sama orðalagi sum tá hann nakrar mánaðir frammanundan át hjá einum fariseara. „Alt, ið teir gera,“ sigur hann, „gera teir, fyri at menniskju skulu síggja tað.“ Og hann gevur eitt dømi:

„Teir gera bønareimar sínar breiðar.“ Í teimum lutfalsliga smáu hylkjunum, sum teir hava á pannuni ella á arminum, eru fýra brot úr Lógini: Onnur Mósebók 13:1-10, 11-16; og Fimta Mósebók 6:4-9; 11:13-21. Men fariseararnir hava gjørt hesi hylkini størri so teir skulu sýnast eldhugaðir fyri Lógini.

Jesus leggur aftrat at teir gera „duskar sínar stórar“. Í Fjórðu Mósebók 15:38-40 fáa ísraelsmenn boð um at gera duskar á klæði síni, men fariseararnir gera teir størri enn nakar annar. Teir gera alt fyri at vísa seg! „Teir vilja fegin sita ovastir til borðs í veitslunum,“ sigur Jesus fordømandi.

Tíverri eru hansara egnu lærisveinar vorðnir ávirkaðir av hesum ynskinum um at skara framúr. Hann vegleiðir tí: „Men tit skulu ikki lata tykkum kalla rabbi; tí ein er meistari tykkara, og tit eru allir brøður. Og tit skulu ongan á jørðini kalla faðir tykkara; tí ein er Faðir tykkara, Hann, sum er í Himli. Ei heldur skulu tit lata kalla tykkum vegleiðarar; tí ein er vegleiðari tykkara: Kristus.“ Lærisveinarnir mugu sleppa ynskinum um at vera nummar eitt. „Hin størsti av tykkum skal vera tænari tykkara,“ áminnir Jesus.

Síðan ber hann fram eina røð av veium yvir hinar skriftlærdu og fariseararnar, og kallar teir aftur og aftur hyklarar. Teir „steingja ríki Himmiríkis fyri menniskjum,“ sigur hann, og tað eru teir sum „eta upp húsini hjá einkjum og halda á kvamsvís langar bønir“.

„Vei tykkum, blindu vegleiðarar tykkara!“ sigur Jesus. Hann fordømir fariseararnar tí teir ongan ans hava fyri andaligum virðum sum teirra tilvildarligu útleggingar bera prógv um. Til dømis siga teir: ’Tað hevur einki upp á seg tá onkur svør við templið, men svør hann við gullið í templinum hevur hann bundið seg.’ Teir leggja meir í tempulgullið enn í tey andaligu virðini á staðnum har tilbiðið verður, og avdúka sostatt at teir eru blindir tá talan er um moral.

Eins og áður fordømir Jesus nú fariseararnar tí teir leypa tað um ’sum meiri vigar í lógini: Rætt, miskunn og trúskap’ meðan teir leggja stóran dent á at gjalda tíggjund (tíggjundapart) av urtum sum hava lítið upp á seg.

Jesus nevnir eisini fariseararnar ’blindar vegleiðarar, sum síla mýggjabitið frá, men svølgja kamelin’! Teir síla mýggjabitan burtur úr víninum hjá sær, ikki bara tí hann er eitt flogkykt men tí hann formliga er óreinur. At teir lata hánt um tað meiri týdningarmikla í Lógini kann samanberast við at svølgja ein kamel, sum eisini formliga er óreint djór. Matteus 22:41–23:24; Markus 12:35-40; Lukas 20:41-47; 3 Mósebók 11:4, 21-24.

▪ Hví tiga fariseararnir tá Jesus spyr teir um tað Dávid sigur í Sálmi 110?

▪ Hví gera fariseararnir skriftstaðarhylkini og duskarnar á klæðum sínum størri?

▪ Hvørja vegleiðing gevur Jesus lærisveinum sínum?

▪ Hvørjar tilvildarligar útleggingar hava fariseararnir, og hvussu fordømir Jesus teir tí teir leypa tað um sum hevur størri týdning?