Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Jesus fullførir alt sum Gud hevur álagt honum

Jesus fullførir alt sum Gud hevur álagt honum

Kapittul 133

Jesus fullførir alt sum Gud hevur álagt honum

AT HERNAÐARKONGURIN Jesus Kristus forkemur Satani og hansara órættvísa heimi elvir sanna gleði! Endiliga byrjar friðsæla túsundáraríki Jesusar!

Jesus og hjákongar hansara skulu skipa fyri at tey ið koma undan Harmageddon, rudda tað sum liggur eftir tá hesin rættvísi bardagin er av. Eina tíð fáa tey undankomnu helst eisini børn, og hesi kunnu sum frálíður taka lut í tí frálíka arbeiðinum at umskapa jørðina til ein stóran, prýðiligan urtagarð.

Í tøkum tíma kallar Jesus óteljandi milliónir fram úr grøvunum, so tey kunnu gleðast um lívið í Paradísinum. Tá hendir tað sum hann sjálvur gav lyfti um: „Tann tími kemur, táið øll tey, sum eru í grøvunum . . . skulu koma fram.“

Millum teirra Jesus kallar fram, er fyrrverandi brotsmaðurin sum hekk á pínslutrænum undir liðini á Jesusi. Minst til at Jesus lovaði honum: „Sanniliga sigi eg tær í dag: Tú skalt vera við mær í Paradísinum.“ Tað merkir ikki at hesin maðurin kemur í himmalin at ráða sum kongur saman við Jesusi, ella at Jesus aftur verður menniskja og kemur at liva í einum paradísi á jørðini saman við honum. Nei, at hin fyrrverandi brotsmaðurin verður saman við Jesusi skal skiljast soleiðis, at Jesus vekur hann upp til lív í Paradísinum og syrgir fyri at hann fær alt ið honum tørvar, bæði likamliga og andaliga, sum myndin á næstu síðu sigur frá.

Hugsa tær! Jesus ansar í kærleika eftir at øll mannaættin — tey sum komu undan Harmageddon, børn teirra, og milliardirnar av deyðum sum eru risin upp og lýða hann — veksur fram til menniskjuligan fullkomileika. Í andaligari merking skal Jehova, við soninum Jesusi Kristi, búgva hjá menniskjunum. „Hann skal,“ sum Jóhannes hoyrdi røddina av himli siga, „turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur.“ Eingin á jørðini pínist og eingin er sjúkur.

Tá Jesu túsundáraríki endar, vera viðurskiftini júst sum Gud ætlaði av fyrstan tíð, tá hann bað tey bæði fyrstu menniskjuni, Ádam og Evu, vaksa í tali og fylla jørðina. Ja, jørðin verður fylt við eini rættvísari, fullkomnari mannaætt. Orsøkin er at Jesu endurloysingaroffur er komið øllum til gagns. Deyðin vegna Ádams synd er ikki til longur!

Jesus hevur sostatt fullført alt sum Jehova hevur álagt honum. Tá tey túsund árini enda letur hann tí Faðir sínum Ríkið og ta fullkomnu mannaættina. Gud skal síðan loysa Satan og illu andar hansara úr avgrundini, tí deyðakenda óvirkseminum. Hví?

Jú, tá tey túsund árini enda, er meginparturin av teimum sum liva í Paradísinum fólk ið eru risin upp frá deyðum, og trúgv teirra hevur ongantíð staðið sína roynd. Áðrenn tey doyðu kendu tey ikki Guds lyfti og kundu tí ikki prógva trúnna á tey. Nú tey eru risin upp og hava lært Bíbliunnar sannleikar at kenna, hevur tað fallið teimum lætt at tæna Gudi í Paradísinum, har eingin hevur roynt at forða teimum. Men høvdu tey loyal staðið royndina um Satan fekk høvi at royna at venda teimum frá at tæna Gudi? Fyri at fáa svarað hesum spurninginum, verður Satan loystur.

Opinberingin ið varð givin Jóhannesi vísir at tað fer at eydnast Satani at fáa eitt ókent tal av fólki burtur frá at tæna Gudi. Men tá henda seinasta royndin so er av, verða Satan, hansara illu andar og øll sum hann fær villleitt, týnd med alla. Hinvegin skulu tey loyalu ið eru eftir og sum eru roynd til fulnar, liva víðari og í allar ævir gleðast um signingarnar frá Faðir sínum í himli.

Tað er skilligt at Jesus hevur, og framvegis fer at hava, ein avgerandi leiklut í fremjanini av Guds ætlanum. Orsakað av øllum avrikum hansara sum Guds stóri himmalski Kongur hava vit eina undursama framtíð fyri okkum. Men vit mugu ikki gloyma tað hann gjørdi sum menniskja.

Jesus kom fegin til jarðar at læra okkum um Faðir sín. Hartil lýsti hann teir dýrabaru eginleikarnar hjá Gudi. Tað nemur hjørtu okkara at minnast hansara frálíka dirvi og manslæti, hansara makaleysa vísdóm, hansara stórfingnu gávur sum lærari, hansara óttaleysu leiðslu og hansara eymu miskunn og innlivan. Tá vit hugsa um tær ómetaligu líðingarnar tá hann gav lív sítt sum loysigjald — treytin fyri at vit kundu fáa lív — fyllast hjørtu okkara av virðing fyri honum.

Veruliga eitt stórbært menniskja vit fingu at síggja við at granska lívið hjá Jesusi! Stórleiki hansara er opinberur og framúrskarandi. Tað fær okkum at siga sum rómverski landshøvdingin Pontius Pilatus: „Hyggið maðurin!“ Ja, Jesus er av sonnum størsta menniskjað ið livað hevur!

Taka vit ímoti endurloysing hansara kunnu syndabyrðin og deyðin sum vit arvaðu frá Ádami, verða tikin burtur, og Jesus kann gerast ’Ævigi Faðir’ okkara. Øll sum ynskja at fáa ævigt lív mugu fáa sær kunnleika, ikki bert um Gud men eisini um son hansara, Jesus Kristus. Hevði tú við at lesa hesa bókina fingið slíkan lívgevandi kunnleika! 1 Jóhannes 2:17; 1:7; Jóhannes 5:28, 29; 3:16; 17:3; 19:5; Lukas 23:43, (NV); 1 Mósebók 1:28; 1 Korintbræv 15:24-28; Opinberingin 20:1-3, 6-10; 21:3, 4; Esaias 9:6.

▪ Hvønn framíhjárætt fáa tey sum yvirliva Harmageddon og børn teirra?

▪ Hvørji koma at liva í Paradísinum aftrat teimum sum yvirliva Harmageddon og børnum teirra, og hvussu skal Jesus vera hjá teimum?

▪ Hvussu verður støðan tá tey túsund árini enda, og hvat fer Jesus tá at gera?

▪ Hví verður Satan loystur úr avgrundini, og hvat verður at enda gjørt við hann og øll sum fylgja honum?

▪ Hvussu kann Jesus verða okkara ’Ævigi Faðir’?