Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Jesus ger fyrsta undurverkið

Jesus ger fyrsta undurverkið

Kapittul 15

Jesus ger fyrsta undurverkið

BARA ein ella tveir dagar eru lidnir síðan Andrias, Pætur, Jóhannes, Filip, Natanael og kanska Jákup gjørdust fyrstu lærisveinarnir hjá Jesusi. Teir eru nú á veg heim til landslutin Galilea, sum teir allir eru ættaðir úr. Teir ætla sær til Kana, heimbý Natanaels, sum liggur í fjøllunum ikki langt frá Nazaret, har Jesus vaks upp. Teir eru bodnir í brúdleyp í Kana.

Maria, móðir Jesus, er eisini í brúdleypinum. Hon tykist vera so væl við familjuna hjá brúðarparinum at hon tekur hond í við borðreiðingini fyri teimum mongu gestunum. Tí sær hon skjótt at tey eru í uppisetri við onkrum, og hon sigur við Jesus: „Tey hava einki vín.“

Av tí at Maria í veruleikanum vil hava Jesus at gera nakað við víntrotið, er hann trekur í fyrstuni. „Hvat havi Eg við teg at gera,“ sigur hann. Hann er av Gudi tilnevndur kongur og kann tí ikki lata familju og vinir skipa fyri gerðum sínum. Tað er tí fyri bestum at Maria letur syni sínum málið upp í hendur og bert sigur við tænararnar: „Tað, sum Hann sigur við tykkum, skulu tit gera.“

Har eru seks stór vatníløt av steini, hvørt teirra tekur meir enn 40 litrar. Jesus sigur við tænararnar: „Fyllið íløtini við vatni!“ Og tænararnir fylla tey á tremur. So sigur Jesus: „Oysið nú uppúr og berið fyristøðumanninum!“

Fyristøðumaðurin undrast á at vínið er so gott og veit ikki at tað er vorðið til við einum undri. Hann rópar brúðgómin og sigur: „Hvør maður setur fyrst hitt góða vínið fram, og táið teir eru vorðnir druknir, tá hitt ringara; tú hevur goymt hitt góða vínið til nú!“

Hetta er fyrsta undurverkið Jesus ger, og lærisveinarnir styrkjast í trúnni tá teir síggja tað. Eftir hetta fer Jesus við móður síni, hálvbrøðrum sínum og lærisveinunum til Kapernaum tætt við Galileavatnið. Jóhannes 2:1-12.

▪ Nær í tænastutíð Jesusar er brúdleypið í Kana?

▪ Hví dámar Jesusi ikki uppskotið sum móðir hansara kemur við?

▪ Hvat undurverk ger Jesus, og hvørja ávirkan hevur tað á onnur?