Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Jesus ger undurverk í Kana aðru ferð

Jesus ger undurverk í Kana aðru ferð

Kapittul 20

Jesus ger undurverk í Kana aðru ferð

TÁ JESUS kemur aftur til heimstað sín eftir at hava gjørt eitt stórtøkið boðaraarbeiði í Judea, er tað ikki fyri at hvíla seg. Nei, hann byrjar eitt uppaftur størri virksemi í Galilea har hann er uppvaksin. Men lærisveinarnir verða ikki verandi hjá honum. Teir fara heim til familjur sínar og aftur í tey yrki sum teir høvdu áður.

Hvønn boðskap fer Jesus at prædika? Henda: „Ríki Guds er komið nær; umvendið tykkum og trúgvið á evangeliið!“ Hvussu verður tað tikið upp? Galilearar taka væl ímóti Jesusi. Øll lovprísa honum. Tað kemst tó ikki serstakliga av boðskapi hansara, men heldur tí nógv av teimum nakrar mánaðir frammanundan vóru í Jerúsalem um páskirnar og sóu tey merkisverdu teknini av hansara hondum.

Tað er eyðsýniliga í Kana Jesus byrjar stóra virksemi sítt í Galilea. Tú minnist ivaleyst at tað var her Jesus, afturkomin úr Judea, gjørdi vatn til vín í einum brúdleypi. Hesa aðru ferðina kemur ein embætismaður hjá Heródesi Antipas kongi til hansara tí sonur hansara er illa sjúkur. Embætismaðurin frættir at Jesus er afturkomin úr Judea til Kana, og fer so allan vegin úr heimi sínum í Kapernaum at finna hann. Sorgtungur bønar hann: ’Hevði tú gjørt so væl at komið beinanvegin, áðrenn barnið hjá mær doyr.’

Jesus svarar: ’Far bara heim. Sonur tín er grøddur!’ Embætismaður Heródesar trýr honum og fer undir ta longu heimferðina. Á vegnum koma tænarar hansara ímóti honum; teir hava skundað sær fyri at siga honum at alt er í lagi — sonur hansara er vorðin frískur! ’Nær varð hann betri?’ spyr hann.

’Seinnapartin í gjár, um eitttíðina,’ svara teir.

Embætismaðurin skilur at tað var júst um somu tíð sum Jesus segði: ’Sonur tín er grøddur!’ Eftir hetta verða maðurin og alt húski hansara lærisveinar hjá Kristusi.

Kana verður altso tikin framum sum staðurin har Jesus tvær ferðir ger undurverk fyri at vísa at hann er afturkomin úr Judea. Hesi bæði undurverkini eru sjálvandi ikki tey einastu hann hevur gjørt higartil, men tey eru eyðkend við tað at tey merkja afturkomu hansara til Galilea.

Jesus fer nú heim til Nazaret. Hvat bíðar honum har? Jóhannes 4:43-54; Markus 1:14, 15; Lukas 4:14, 15.

▪ Hvat gera lærisveinarnir tá Jesus fer aftur til Galilea, og hvussu taka fólk ímóti honum?

▪ Hvat undurverk ger Jesus, og hvussu ávirkast tey avvarðandi?

▪ Hvussu verður Kana altso tikin framum?