Jesus hevur at farisearunum
Kapittul 42
Jesus hevur at farisearunum
UM TAÐ er Satan sum ger Jesus føran fyri at reka út illar andar, tá er Satan komin í stríð við seg sjálvan. „Latið annaðhvørt træið vera gott og ávøkst tess góðan,“ heldur hann fram, „ella latið træið vera ringt og ávøkst tess ringan! Tí av ávøkstinum kennist træið.“
Tað er tápuligt at siga at tann góði ávøksturin at reka út illar andar, kemst av at Jesus er Satans tænari. Er ávøksturin góður, kann træið ikki vera ringt. Hin vegin er tann ringi ávøksturin fariseararnir bera, tær láturverdu ákærurnar og tann ógrundaða mótstøðan móti Jesusi, tekin um at teir sjálvir eru spiltir. „Ormaavkom!“ sigur Jesus. „Hvussu kunnu tit tala gott, tit, sum eru óndir! Tí muðurin talar tað, sum hjartað er ov fult av.“
Tað vit hava á munni vísir hvussu hjarta okkara er vorðið, tí kunnu vit dømast eftir orðum okkara. „Eg sigi tykkum,“ sigur Jesus, „at menniskjuni skulu dómsdagin svara fyri hvørt tómt orð, tey tala. Tí eftir orðum tínum skalt tú verða dømdur rættvísur, og eftir orðum tínum skalt tú verða dømdur sekur.“
Hóast allar kraftargerðirnar Jesus hevur gjørt, siga hinir skriftlærdu og fariseararnir: „Meistari! Okkum hevði dámt at sæð tekin frá Tær.“ Kanska hava hesir menninir úr Jerúsalem ikki sjálvir sæð hann gera undur, men eygnavitni hava givið óreingiligar frágreiðingar um tað ið er farið fram. Tí sigur Jesus við hinar jødisku leiðararnar: „Ónd og ótrúgv ætt krevur tekin; men henni skal einki tekin verða givið uttan tekin Jónasar profets.“
Hvat meinar hann við? Jú, „eins og Jónas var tríggjar dagar og tríggjar nætur í búki havdýrsins, so skal Menniskjasonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur í fangi jarðarinnar“. Tá fiskurin gloypti Jónasi og hann slapp útaftur, var tað sum reis hann upp frá deyðum. Soleiðis boðar Jesus frá, at hann sjálvur skal doyggja og rísa upp triðja dagin. Men seinni, tá Jesus veruliga rísur upp, avnokta hinir jødisku leiðararnir „tekin Jónasar“.
Tí sigur Jesus at menninir úr Nineve, sum vendu við tá Jónas boðaði fyri teimum, skulu stíga fram í dóminum og fordøma jødarnar ið havna Jesusi. Hann samanber eisini við drotningina úr Suðurlandi, sum kom frá enda jarðarinnar at hoyra vísdóm Sálomons og undraðist á tað hon sá og hoyrdi. „Og hyggið,“ sigur Jesus, „her er meir enn Sálomon!“
Síðan sigur hann teimum eitt líknilsi um ein mann sum varð fríaður frá illum anda. Maðurin fyllir ikki tóman við nøkrum góðum; tí koma sjey aðrir andar í hann, verri enn hin fyrsti. „So skal eisini gangast hesi óndu ætt,“ sigur Jesus. Tjóðin Ísrael varð reinsað og upplivdi broytingar — slapp líkasum fyribils frá einum illum anda. Men at tjóðin havnar profetum Guds og at enda stendur sjálvum Kristusi ímóti, avdúkar at hon nú er nógv verri fyri enn í fyrstuni.
Meðan Jesus talar koma móðir og brøður hansara og stilla seg uttast í mannamúgvuni. Tá sigur onkur: „Móðir Tín og brøður Tínir standa uttanfyri og vilja tosa við Teg!“
„Hvør er móðir Mín, og hvørjir eru brøður Mínir?“ spyr Jesus. Og meðan hann rættir út hondina yvir lærisveinar sínar sigur hann: „Hygg! her er móðir Mín, og her eru brøður Mínir! Tí hvør tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum í Himli er, hann er bróðir og systir og móðir Mín.“ Á henda hátt vísir Jesus at hóast hann við sterkum bondum er tætt knýttur at skyldfólki sínum, er hann uppaftur nærri knýttur at lærisveinunum. Matteus 12:33-50; Markus 3:31-35; Lukas 8:19-21.
▪ Hvussu eru bæði ’træ’ og ’ávøkstur’ farisearanna?
▪ Hvat er „tekin Jónasar“, og hvussu verður tað seinni havnað?
▪ Hvussu kann tjóðin Ísrael í fyrstu øld samanberast við ein mann ið er sloppin undan einum illum anda?
▪ Hvussu leggur Jesus herðslu á tað tætta sambandið millum hann og lærisveinarnar?