Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Jesus lærir í Jeriko

Jesus lærir í Jeriko

Kapittul 99

Jesus lærir í Jeriko

STUTT eftir koma Jesus og hópurin ið ferðast við honum til Jeriko, sum liggur umleið eina dagsferð úr Jerúsalem. Jeriko tykist vera ein dupultur býur, soleiðis at umleið hálvurannar kilometur er ímillum hin gamla jødiska býin og hin nýggja rómverska býin. Tá mannamúgvan fer úr gamla býnum og nærkast tí nýggja, hoyra tveir blindar biddarar gangin. Annar eitur Bartimeus.

Tá Bartimeus og fylgisneyti hansara varnast at tað er Jesus sum kemur framvið, fara teir at rópa: „Harri, miskunna okkum, sonur Dávids!“ Tey nógvu fólkini hava at teimum og biðja teir tiga; men teir rópa bara meir og uppaftur harðari: „Harri, miskunna okkum, sonur Dávids!“

Jesus hoyrir ófriðin og steðgar á. Hann biður fylgismenn sínar fara eftir teimum ið rópa so dúgliga. Teir fara til hinar báðar blindu biddararnar og siga við annan: „Ver hugreystur, reis teg upp, Hann rópar teg!“ Alspentur kastar hin blindi kappan av sær, loypur á føtur og kemur til Jesus.

„Hvat vilja tit, at Eg skal gera fyri tykkum?“ spyr Jesus.

„Harri, at eygu okkara verða latin upp!“ bøna teir báðir blindu.

Jesusi tykir hjartaliga synd í teimum og hann nemur við eyguni á teimum. Sambært frásøgu Markusar sigur Jesus við annan: „Far avstað — trúgv tín hevur frelst teg!“ Í somu løtu fáa teir blindu biddararnir sjónina, og ivaleyst fara báðir at lovprísa Gudi. Øll fólkini síggja tað sum er hent og prísa eisini Gudi. Bartimeus og fylgisneyti hansara byrja alt fyri eitt at fylgja Jesusi.

Tá Jesus fer ígjøgnum Jeriko er øgilig trokan av fólki. Øll vilja síggja tann ið grøddi teir blindu menninar. Fólk treingjast um hann frá øllum síðum, og hetta ger at summi ikki síggja so mikið sum ferilin av honum. Teirra millum er Zakeus, yvirtollari í og kring Jeriko. Hann er so lítil av vøkstri at hann ikki sær hvat ið fyriferst.

Zakeus rennur tí undan og klívur upp í eitt morberjatræ á leiðini har sum Jesus kemur framvið. Úr trænum hevur hann frálíkt útsýni. Tá mannamúgvan nærkast, hyggur Jesus upp og rópar hann: „Zakeus, skunda tær og kom niður! Í dag skal Eg vera til hús hjá tær.“ Zakeus fer glaður niður og kvikar sær heim at gera alt til reiðar at taka ímóti tí navnframa gestinum.

Men tá fólkini síggja tilgongdina muta øll ímóti. Tey halda ikki tað sømir seg at Jesus vitjar ein slíkan mann. Zakeus er nevniliga vorðin ríkur tí hann óærliga hevur kroyst pengar úr fólki í virki sínum sum tollari ella skattkrevjari.

Nógv fara aftan á Jesusi, og tá hann fer inn til Zakeus knarra tey ilsliga: „Hann er farin inn at gista hjá syndigum manni!“ Men Jesus sær møguleikan fyri at Zakeus angrar gerðir sínar. Og Jesus verður ikki vónsvikin, tí Zakeus stígur fram og kunnger: „Harri, helvtina av tí, sum eg eigi, gevi eg fátækum, og havi eg kravt ov mikið frá nøkrum, lati eg fýra ferðir so mikið aftur!“

Zakeus angrar av sonnum, tí hann letur helvtina av ognum sínum til tey fátæku og hina helvtina brúkar hann til at gjalda tað aftur sum hann hevur svikað. Hann kann ivaleyst við toll- og skattaskjølum sínum rokna út hvussu nógv hann skyldar hesum fólkunum. Hann lovar at gjalda ferfalt aftur, samsvarandi lóg Guds sum sigur: ’Táið onkur stjelur seyð skal hann lata fýra seyðir aftur fyri seyðin.’

Jesus er glaður um at Zakeus lovar at býta ognir sínar út á henda hátt, tí hann sigur: „Í dag er frelsa komin yvir hetta hús, við tað at eisini hann er sonur Ábraham. Tí Menniskjasonurin er komin at leita eftir tí, sum fortapt er, og frelsa tað.“

Nýliga lýsti Jesus støðu teirra ’burturvilstu’ í frásøguni um hin burturvilsta sonin. Nú hava vit eitt dømi úr tí veruliga lívinum — ein ið var burturvilstur er funnin aftur. Hóast trúarleiðararnir og tey sum fylgja teimum ilsliga gremja seg um at Jesus fæst við fólk sum Zakeus, heldur Jesus áfram at leita eftir og fáa hesar burturvilstu synir Ábrahams á føtur aftur. Matteus 20:29-34; Markus 10:46-52; Lukas 18:35–19:10; 2 Mósebók 22:1.

▪ Hvar tykist Jesus at møta teimum blindu biddarunum, og hvussu hjálpir hann teimum?

▪ Hvør er Zakeus, og hví klívur hann upp í eitt træ?

▪ Hvussu prógvar Zakeus at hann angrar?

▪ Hvat læra vit av viðferðini Jesus gevur Zakeusi?