Jesus lærir samverska kvinnu
Kapittul 19
Jesus lærir samverska kvinnu
Á LEIÐINI úr Judea til Galilea koma Jesus og lærisveinar hansara gjøgnum landslutin Samaria. Móðir av ferðini steðga teir um middagsleitið við ein brunn nærindis Sikar býi. Henda brunnin gróv Jákup fleiri øldir frammanundan, og hann er enn á døgum at finna nær við býin Nablus.
Meðan Jesus hvílir seg her, fara lærisveinar hansara inn í býin at keypa mat. Tá ein samversk kvinna kemur eftir vatni, sigur hann við hana: „Gev Mær at drekka!“
Rótfestir fordómar gera at jødar og samverjar vanliga einki samband hava sínámillum. Tí spyr kvinnan bilsin: „Hvussu ber tað til, at Tú, sum ert Jødi, biður meg, samverska kvinnu, um nakað at drekka?“
„Vitsti tú, hvør Hann er, sum sigur við teg: „Gev Mær at drekka!“ — so hevði tú biðið Hann, og Hann hevði givið tær livandi vatn.“ svarar Jesus.
„Harri,“ svarar kvinnan, „Tú hevur jú einki at draga upp vatn við, og brunnurin er djúpur; hvaðani hevur Tú tá hitt livandi vatnið? Manst Tú vera størri enn Jákup, faðir okkara, sum hevur givið okkum brunnin og sjálvur drukkið úr honum, hann og synir hansara og kríatúr hansara?“
„Hvør tann, ið drekkur av hesum vatni,“ sigur Jesus, „skal tysta aftur. Men tann, ið drekkur av vatninum, ið Eg gevi honum, skal ikki tysta í allar ævir; nei, vatnið, ið Eg gevi honum, skal verða í honum kelda av vatni, sum springur upp til ævigt lív.“
„Harri, gev mær hetta vatn, so eg tysti ikki og kann sleppa frá at koma higar eftir vatni!“ svarar kvinnan.
Jesus sigur nú við hana: „Far avstað og rópa mann tín og kom so higar!“
„Eg havi ongan mann,“ svarar hon.
Jesus váttar orð hennara tá hann sigur: „Væl mást tú siga: „Eg havi ongan mann“! Tí tú hevur havt fimm menn, og hann, ið tú hevur nú, er ikki maður tín.“
„Harri, eg síggi, at Tú ert profetur!“ sigur kvinnan undrandi. Hon sýnir áhuga fyri tí andaliga tá hon viðmerkir at samverjar „hava tilbiðið á hesum fjalli [Garizimfjall, sum er tætt við], og tit [jødarnir] siga, at í Jerúsalem er staðið, har tilbiðið eigur at verða.“
Jesus ger vart við at staðið har tilbiðið verður ikki er hitt mest umráðandi. „Men tann tíð kemur,“ sigur hann, „táið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja Faðirin í anda og sannleika; tí tað er slíkar tilbiðjarar, Faðirin vil hava. Gud er Andi, og tey, sum tilbiðja Hann, mugu tilbiðja í anda og sannleika.“
Kvinnan er bergtikin. „Eg veit, at Messias kemur, Hann, sum kallast Kristus,“ sigur hon, „táið Hann kemur, skal Hann kunngera okkum alt.“
„Tað eri Eg, Hann, sum talar við teg!“ sigur Jesus. At hugsa sær! Henda kvinnan sum kemur eftir vatni um midagsleitið, kanska fyri ikki at hitta kvinnur úr býnum sum vanvirða hana tí hon livir sum hon ger, fær á undursaman hátt Jesu góðvild. Bart út sigur hann henni tað hann ikki opinlýst hevur sagt nøkrum øðrum frá. Hvørjar avleiðinger fær hetta?
Nógvir samverjar fáa trúgv
Tá lærisveinarnir koma aftur úr Sikar við mati, finna teir Jesus við Jákupsbrunnin har sum teir fóru frá honum, og har hann nú tosar við eina samverska kvinnu. Tá lærisveinarnir koma, letur hon vatnkrukku sína standa og fer inn í býin.
Hon er ógvuliga hugtikin av tí Jesus hevur fortalt og sigur við fólkið í býnum: „Komið og síggið mann, sum hevur sagt mær alt, ið eg havi gjørt!“ Og fyri at gera tey forvitin spyr hon: „Man Hann ikki vera Kristus?“ Spurningurin virkar eftir ætlan — fólkini fara út at vita hvussu vorðið er.
Ímeðan biðja lærisveinarnir Jesus eta matin teir hava havt við sær úr býnum. Men hann svarar: „Eg havi mat at eta, sum tit ikki vita um.“
„Man nakar hava borið Honum mat?“ spyrja lærisveinarnir hvør annan. Jesus greiðir frá: „Matur Mín er at gera vilja Hansara, sum sendi Meg, og fullføra verk Hansara. Siga tit ikki: „Fýra mánaðir eru enn, áðrenn heystið kemur“! Men Eg sigi tykkum: Lyftið upp eygu tykkara og síggið markirnar — tær eru longu hvítar til at heysta! Tann, ið heystar, fær løn og savnar ávøkst til ævigt lív, so at teir kunnu gleðast saman, bæði tann, ið sáar, og tann, ið heystar.“
Kanska sær Jesus longu ta stóru ávirkanina av samrøðuni hann hevði við ta samversku kvinnuna — at nógv fáa trúgv á hann vegna vitnisburð hennara. Hon boðar fyri fólkunum í Sikar og sigur: „Hann hevur sagt mær alt, ið eg havi gjørt!“ Tá fólkini úr býnum koma út til hansara við brunnin, biðja tey hann tí verða verandi og fortelja meir. Jesus tekur av innbjóðingini og steðgar tveir dagar.
Samverjar hoyra Jesus, og uppaftur fleiri fáa trúgv. Tey siga so við kvinnuna: „Nú trúgva vit ikki longur av tí, sum tú hevur sagt; tí nú hava vit sjálv hoyrt, og nú vita vit, at hesin er sanniliga frelsari heimsins.“ Samverska kvinnan er av sonnum eitt gott fyridømi ið vísir hvussu vit kunnu vitna um Kristus og gera fólk forvitin so tey kanna málið nærri!
Minst til at fýra mánaðir eru til heystið — helst byggheystið, sum í Palestina er um várið. Hetta man tí vera í november ella desember. Tað merkir at Jesus og lærisveinar hansara eftir páskirnar ár 30 hava lært og doypt í Judea í umleið átta mánaðir. Teir fara nú heimaftur til Galilea. Hvat bíðar teimum har? Jóhannes 4:3-43.
▪ Hví verður hin samverska kvinnan bilsin tá Jesus tosar við hana?
▪ Hvat lærir Jesus hana um livandi vatn og um hvar tilbiðið eigur at verða?
▪ Hvussu sigur Jesus henni hvør hann er, og hví er henda avdúkingin so undranarverd?
▪ Hvat vitnar hin samverska kvinnan um, og hvørjar avleiðingar fær tað?
▪ Hvat samband er ímillum mat Jesusar og heystið?
▪ Hvussu kunnu vit áseta hvussu leingi Jesus hevur virkað í Judea eftir páskirnar ár 30?