Jesus leitar eftir tí mista seyðinum
Kapittul 85
Jesus leitar eftir tí mista seyðinum
JESUS leitar íðin eftir teimum sum eyðmjúk vilja tæna Gudi. Tí tosar hann um Guds ríki við øll hann kemur fram á, eisini tiltiknar syndarar. Slík menniskju eru nú komin at hoyra hann.
Fariseararnir og hinir skriftlærdu síggja tað, og teir fýlast á at Jesus er saman við fólki, sum eftir teirra tykki eru óverdug. Teir mølma: „Hesin tekur ímóti syndarum og etur við teimum!“ So lágt lúta teir ikki! Farisearar og skriftlærdir meta vanligt fólk javnt við gólvsóp, og nevna tey vanvirðisliga ‛am ha·’aʹrets, eitt hebraiskt orðafelli sum merkir „landsins [ella jarðarinnar] fólk“.
Men Jesus harafturímóti, sýnir øllum virðing, hann er blíður og miskunnsamur við øll. Tí lurta fleiri av hesum lítilsvirdu, eisini nøkur sum eru tiltikin fyri syndigan atburð, hugagóð eftir honum. Men hvussu svarar Jesus farisearunum sum finnast at honum, tí hann fæst við fólk sum eftir teirra tykki eru óverdug?
Hann svarar við einum líknilsi. Hann talar við fariseararnar frá teirra egna sjónarmiði — sum vóru teir veruliga rættvísir og væl vardir í byrginum hjá Gudi, meðan tey vanvirdu ‛am ha·’aʹrets eru vilst og glatað. Hoyr hvussu hann spyr:
„Um ein tykkara hevur 100 seyðir og missir ein av teimum — hvør er hann, sum fer ikki frá hinum 99 í oyðimørkini og út at leita eftir tí, sum hann hevur mist, inntil hann finnur hann! Táið hann so hevur funnið hann, leggur hann hann glaður á herðarnar. Og táið hann kemur til hús, kallar hann saman vinir og grannar sínar og sigur við teir: „Gleðist við mær! Eg havi funnið seyð mín, sum eg hevði mist!““
Jesus vísir sjálvur á hvør ætlanin er við myndataluni: „Eg sigi tykkum: Soleiðis skal vera gleði í Himli um ein syndara, ið vendir við, meir enn um 99 rættvís, sum ikki tørvar umvending.“
Fariseararnir hugsa um seg sjálvar, at teir eru rættvísir og tí ikki hava nakað at angra. Tá summir úr teirra flokki nøkur ár frammanundan brigslaðu Jesusi at hann át saman við tollarum og syndarum, segði hann teimum: „Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar.“ Fariseararnir sum eru sjálvgóðir og ikki fata at teimum tørvar umvending, skapa onga gleði í himli. Men tað gera syndarar sum angra av sonnum.
Fyri at gera tað púra greitt at umvendir syndarar elva til stóra gleði, sigur Jesus eisini eitt annað líknilsi: „Ella um kvinna hevur 10 drakmur og missir eina drakmu burtur — hvør er hon, sum tendrar ikki ljós og sópar húsið og ger sær ómak at leita, inntil hon finnur hana! Táið hon so hevur funnið hana, kallar hon saman vinkonur og grannkonur sínar og sigur: „Gleðist við mær! Eg havi funnið drakmuna, ið eg hevði mist.““
Hetta líknilsið verður útlagt sum hitt. Jesus sigur: „Soleiðis, sigi Eg tykkum, verður gleði hjá einglum Guds um ein syndara, ið vendir við.“
Tað er merkisvert at Guds einglar hava slíka umsorgan fyri ’burtmistum’ syndarum sum umvenda seg, serstakliga tá vit hava í huga at tey áður so vanvirdu ‛am ha·’aʹrets kunnu fáa sæti í Guds ríki í himli, og verða sett hægri enn einglarnir! Men einglarnir eru ikki øvundsjúkir og kenna seg ikki skúgvaðar til viks. Nei, eyðmjúkir virða teir at syndig menniskju hava møtt og vunnið á umstøðum í lívinum sum gera tey før fyri at tæna sum samkennandi og miskunnsamir kongar og prestar í himlinum. Lukas 15:1-10; Matteus 9:13; 1 Korintbræv 6:2, 3; Opinberingin 20:6.
▪ Hví fæst Jesus við menniskju sum eru tiltikin fyri synd, og hvørjari atfinning koma fariseararnir við?
▪ Hvat halda fariseararnir um vanligt fólk?
▪ Hvørji líknilsi ber Jesus fram, og hvat kunnu tey læra okkum?
▪ Hví er einglanna gleði merkisverd?