Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Jesus livir!

Jesus livir!

Kapittul 128

Jesus livir!

TÁ KVINNURNAR finna grøvina hjá Jesusi tóma, rennur Maria Magdalena avstað at siga tað fyri Pæturi og Jóhannesi. Sum tað skilst verða hinar kvinnurnar verandi við grøvina. Lítla løtu seinni kemur ein eingil til sjóndar og biður tær koma inn í grøvina.

Her síggja kvinnurnar ein eingil aftrat, og annar eingilin sigur við tær: „Ræðist ikki, tí eg veit at tit leita eftir Jesusi, sum varð pelafestur. Hann er ikki her, tí hann er risin upp, sum hann hevur sagt. Komið, síggið staðið har hann lá. Og skundið tykkum avstað og sigið við lærisveinar hansara at hann er risin upp frá hinum deyðu.“ Og kvinnurnar leypa tí eisini avstað, við ótta og stórari gleði.

Nú hevur Maria funnið Pætur og Jóhannes, og hon sigur teimum frá: „Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt Hann!“ Ápostlarnir leypa báðir avstað. Jóhannes, sum man vera yngri, er kvikari og kemur fyrr til grøvina. Nú eru kvinnurnar farnar, og eingin er á staðnum. Jóhannes boyggir seg niður og hyggur inn í grøvina og sær línklæðini liggja har, men hann fer tó ikki inn.

Tá Pætur kemur steðgar hann ikki á, men fer alt fyri eitt inn í grøvina og sær línklæðini liggja har og sveittadúkin sum var um høvdið á Jesusi. Hann liggur samanlagdur á øðrum stað. Nú kemur Jóhannes eisini inn í grøvina, og hann trýr tí sum Maria segði. Men hvørki Pætur ella Jóhannes skilja at Jesus er risin upp, hóast hann ofta hevur sagt teimum tað. Teir fara báðir til hús í undran um tað sum hevur hent. Men Maria, sum er komin aftur, verður verandi við grøvina.

Ímeðan skunda hinar kvinnurnar sær avstað at siga lærisveinunum frá at Jesus er risin upp, sum eingilin gav teimum boð um. Meðan tær renna tað tær eru mentar, kemur Jesus ímóti teimum og sigur: „Heilar!“ Tær lúta við hávirðing niður fyri føtur hansara. So sigur Jesus: „Óttist ikki! Farið og sigið við brøður Mínar, at teir skulu fara til Galilea! Har skulu teir síggja Meg.“

Áður, tá jarðskjálvtin var og einglarnir vístu seg, fingu hermenninir sum hildu vakt so stóran skelk at teir lógu sum deyðir. Tá teir raknaðu við aftur, fóru teir beinan veg inn í býin at bera hægstu prestunum boð um hendingina. Eftir at hava hildið ráð saman við hinum elstu hjá jødunum koma fariseararnir á samt um at bjóða hermonnunum mutur fyri at tiga málið burtur. Teir fáa hesi boð: „Tit skulu siga: „Lærisveinar Hansara komu um náttina og stjólu Hann, meðan vit svóvu.““

Rómverskir hermenn kunnu fáa deyðarevsing fyri at sova á vaktini, men prestarnir lova: „Og skuldi landshøvdingin fingið hetta at hoyrt [at tit sovnaðu], skulu vit tosa við hann og stilla hann og síggja til, at tit kunnu vera tryggir.“ Mutrið man vera nóg stórt, tí hermenninir gera sum teimum verður álagt. Og hetta ber við sær at tann falska fráboðanin um stuldurin av Jesu likami, gongur sum rótasúpan jødanna millum.

Maria Magdalena, sum varð verandi við grøvina, er yvirtikin av sorg. Hvar kann Jesus vera? Hon boyggir seg fram og hyggur inn í grøvina — og sær teir báðar einglarnar í hvítum klæðum, sum eru komnir aftur. Annar situr við høvdalagið og hin við fótalagið, har sum likam Jesusar hevur ligið. „Kvinna, hví grætur tú?“ spyrja teir.

„Tí teir hava tikið Harra mín, og eg veit ikki, hvar teir hava lagt Hann!“ svarar Maria. So vendir hon sær á og sær ein sum tekur spurningin uppaftur: „Kvinna, hví grætur tú?“ Hann spyr eisini: „Hvørjum leitar tú eftir?“

Maria heldur tað vera urtagarðsmannin sum ansar garðinum har grøvin er, og sigur: „Harri, hevur Tú borið Hann burt, so sig mær, hvar Tú hevur lagt Hann, so skal eg taka Hann!“

„Maria!“ sigur hann. Og í stundini kennir hon av orðalagnum, at tað er Jesus. „Rabbuʹni!“ brestur úr henni — tað merkir ’lærari’. Hon verður so ómetaliga glað at hon tekur í hann. Men Jesus sigur: „Nem ikki við Meg! Eg eri ikki enn farin upp til Faðir Mín; nei, far til brøður Mínar og sig við teir, at Eg fari upp til Faðir Mín og Faðir tykkara, til Gud Mín og Gud tykkara!“

Maria rennur hagar sum ápostlarnir og hinir lærisveinarnir eru komnir saman. Hon leggur sína søgu aftrat tí hinar kvinnurnar siga um at tær hava sæð Jesus sum er risin upp. Men menninir, sum ikki trúðu teimum fyrstu kvinnunum, trúgva eyðsæð heldur ikki Mariu. Matteus 28:3-15, (NV); Markus 16:5-8; Lukas 24:4-12; Jóhannes 20:2-18.

▪ Hvat ger Maria Magdalena tá hon hevur funnið ta tómu grøvina, og hvat uppliva hinar kvinnurnar?

▪ Hvat gera Pætur og Jóhannes tá teir finna grøvina tóma?

▪ Hvat verður hinum kvinnunum fyri tá tær fara at siga lærisveinunum at Jesus er risin upp?

▪ Hvat hendi hermonnunum sum hildu vakt, og hvat svaraðu hinir hægstu prestarnir tá teir boðaðu teimum frá tí?

▪ Hvat hendir tá Maria Magdalena er einsamøll við grøvina, og hvat halda lærisveinarnir um tað kvinnurnar fortelja?