Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Jesus miskunnar spitølskum manni

Jesus miskunnar spitølskum manni

Kapittul 25

Jesus miskunnar spitølskum manni

TÁ JESUS og hinir fýra lærisveinar hansara vitja býirnar í Galilea frættast tíðindini um undursomu gerðir hansara í øllum økinum. Í einum býi býr ein spitalskur maður, og har eru gerðir hansara eisini gitnar. Um henda mannin sigur læknin Lukas at hann er „fullur av spitalsku“. Tað er ein ræðulig sjúka sum á framkomnum støði so líðandi avskeplar ymiskar likamslutir. So hesin spitalski er sera illa fyri.

Tá Jesus kemur inn í býin nærkar hin spitalski sær honum. Sambært lóg Guds skal ein spitalskur ávara onnur við at rópa: „Óreinur, óreinur!“ — so tey ikki koma honum ov nær og verða smittað. Hin spitalski fellur nú niður á andlit sítt og bønar Jesus: „Harri, vilt Tú, so kanst Tú gera meg reinan.“

Maðurin trýr sanniliga á Jesus! Men hann sær ivaleyst neyðarsligur út av sjúkuni! Hvat ger Jesus nú? Hvat hevði gjørt? Í inniligari samkenslu rættir Jesus hondina út og nemur við mannin, meðan hann sigur: „Eg vil; verð reinur!“ Og í somu løtu sleppur hann frá spitalskuni.

Hevði tær dámt at havt ein so miskunnsaman mann til kong? Viðferðin Jesus gevur hesum spitalska, gevur okkum álit á at hesi profetorðini í Bíbliuni ganga út tá ríki hansara hevur ræðið: „Honum skal tykjast synd í tí, sum lítið hevur at týða og fátækur er, og sálir hinna fátæku skal Hann frelsa.“ Ja, tá skal Jesus uppfylla hjartans ynski sítt um at hjálpa øllum ið eru plágað av sjúkum.

Longu áðrenn hin spitalski maðurin verður grøddur, hevur Jesu tænasta loypt øsing í fólkið. Samsvarandi profetorði Esaiasar sigur Jesus nú við hin grødda: „Síggj til, at tú ongum sigur nakað um hetta!“ Og hann leggur aftrat: „Far avstað og lat prestin sýna teg, og ofra fyri reinsan tína tað, ið Móses hevur ásett, teimum til vitnisburð!“

Men maðurin er so glaður at hann ikki fær tagt um undrið. Hann fer út og ber tíðindini víða hvar — soleiðis at hann eftir øllum at døma vekur so stóran áhuga og forvitni millum manna at Jesus ikki opinlýst kann fara inn í nakran bý. Tí heldur Jesus seg uttanfyri, á oydnum støðum, og fólk koma allastaðni frá at hoyra hann og verða grødd. Lukas 5:12-16; Markus 1:40-45; Matteus 8:2-4; 3 Mósebók 13:45; 14:10-13; Sálmur 72:13; Esaias 42:1, 2.

▪ Hvat kann spitalskasjúkan hava við sær, og hvussu skuldi ein spitalskur ávara onnur?

▪ Hvussu bønar ein spitalskur Jesus, og hvat kann atburður Jesusar læra okkum?

▪ Í hvørjum lýðir hin grøddi maðurin ikki Jesusi, og hvørjar avleiðingar fær tað?