Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Jesus og ein ríkur ungur leiðari

Jesus og ein ríkur ungur leiðari

Kapittul 96

Jesus og ein ríkur ungur leiðari

JESUS er á ferð gjøgnum Perea til Jerúsalem tá ein ungur maður kemur rennandi og fellur á knæ fyri honum. Maðurin nevnist „ráðharri“ ella leiðari, og tað man merkja at hann er leiðari í eini sýnagogu á staðnum ella kanska enntá at hann er limur í Sanhedrininum. Hann er eisini ógvuliga ríkur. „Góði meistari!“ spyr hann. „Hvat skal eg gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?“

„Hví kallar tú Meg góðan?“ svarar Jesus. „Eingin er góður uttan ein, tað er Gud.“ Tað tykist sum hin ungi maðurin brúkar orðið „góður“ sum heiti, og Jesus sigur honum tí at tað heitið bert hoyrir Gudi til.

„Men vilt tú ganga inn til lívið,“ sigur Jesus, „so halt boðini!“

„Hvørji?“ spyr maðurin.

Sum svar nevnir Jesus fimm av hinum tíggju boðunum: „Tú mást ikki drepa; tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki stjala; tú mást ikki bera rangan vitnisburð“; „ær faðir tín og móður tína!“ So leggur hann eitt boð aftrat sum hevur uppaftur størri týdning: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“

„Alt hetta havi eg hildið, frá tí eg var ungur,“ svarar maðurin reinmeintur. „Hvat fattast mær enn?“

Tá Jesus hoyrir mannin spyrja so inniliga og ærliga, fær hann kærleika til hansara. Men samstundis varnast Jesus at hin ungi maðurin er rættiliga nógv knýttur at materiellum ognum og sigur honum tí hvat ið er at gera: „Eitt fattast tær: Far avstað, sel alt, ið tú eigur, og gev hinum fátæku tað! So skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!“

Ivaleyst tykir Jesusi synd í manninum tá hann nú sær hann reisast og fara avstað í djúpari sorg. Ríkdómurin hevur gjørt hann blindan fyri sonnum virðum. „Hvussu torført er ikki teimum, ið hava ríkdóm, at koma inn í ríki Guds!“ sigur Jesus forharmaður.

Lærisveinarnir undrast á orð hansara. Men teir undrast uppaftur meir tá hann heldur fram við at lýsa eina vanliga reglu: „Lættari er kameli at fara gjøgnum nálareyga, enn ríkum at fara inn í ríki Guds.“

„Hvør kann tá verða frelstur!“ vilja lærisveinarnir vita.

Jesus hyggur beint upp í eyguni á teimum og svarar: „Menniskjum er tað ómøguligt, men ikki Gudi; tí alt er Gudi møguligt.“

Pætur staðfestir at teir hava valt øðrvísi enn hin ríki ungi leiðarin: „Vit eru farnir frá øllum og hava fylgt Tær.“ So spyr hann: „Hvat skulu vit tá fáa?“

„Í endurføðingini,“ lovar Jesus, „táið Menniskjasonurin situr í hásæti dýrdar Sínar, skulu eisini tit, sum hava fylgt Mær, sita í tólv hásætum og døma hinar tólv ættir Ísraels.“ Ja, Jesus vísir at ein endurføðing ella endurskapan skal fara fram í viðurskiftunum á jørðini so alt aftur verður sum í urtagarðinum Eden. Og lønin Pætur og hinir lærisveinarnir fáa verður at stjórna hesum heimsumfatandi paradísinum saman við Kristusi. Tann lønin má vera øll offur verd!

Men løn fæst eisini longu nú, tí, sum Jesus sigur: „Eingin er, sum er farin frá húsi, brøðrum, systrum, móður, faðir, børnum ella jørð fyri Mína skuld og fyri evangeliums skuld, uttan hann skal fáa tað hundraðfalt aftur, nú í hesi tíðini hús, brøður, systrar, møður, børn og jørð, við atsóknum, og í hinum komandi heimi ævigt lív.“

Sum Jesu gevur lyfti um, skulu lærisveinar hansara hvar teir fara í verðini, njóta ein felagsskap við onnur kristin sum er tættari og dýrabarari enn felagsskapurin ein hevur við vanlig skyldfólk. Hin ríki ungi leiðarin missir eyðsýnliga bæði hesa lønina og hitt æviga lívið í himmalska ríki Guds.

Síðan leggur Jesus aftrat: „Men mong, sum eru hini fyrstu, skulu verða hini síðstu, og hini síðstu hini fyrstu.“ Hvat meinar hann?

Hann meinar at nógv sum eru „hini fyrstu“ viðvíkjandi átrúnaðarligum framíhjárættindum, eitt nú hin ríki ungi leiðarin, ikki skulu koma inn í Ríkið. Tey verða „hini síðstu“. Men nógv av teimum sum hinir sjálvgóðu fariseararnir vanvirða sum „hini síðstu“ og nevna ‛am ha·’aʹrets, fólk jarðarinnar, verða „hini fyrstu“, teirra millum eyðmjúku lærisveinar Jesusar. At hesir verða „hini fyrstu“ merkir at teir framíhjá sleppa at ráða saman við Kristusi í Ríkinum. Markus 10:17-31; Matteus 19:16-30; Lukas 18:18-30.

▪ Hvat fyri leiðari tykist hin ríki ungi maðurin at vera?

▪ Hví vil Jesus ikki kallast góður?

▪ Hvussu vísa royndirnar hjá tí ríka unga manninum at tað er vandamikið at vera ríkur?

▪ Hvørja løn lovar Jesus lærisveinum sínum?

▪ Hvussu verða hini fyrstu síðst, og hini síðstu fyrst?