Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Jesus og stjørnuspámenninir

Jesus og stjørnuspámenninir

Kapittul 7

Jesus og stjørnuspámenninir

NAKRIR menn koma ferðandi úr Eysturlondum. Teir eru stjørnuspámenn — fólk sum siga seg kunna lesa framtíðina í stjørnunum. Heima í Eysturlondum sóu teir eina nýggja stjørnu, og teir hava fylgt henni fleiri hundrað kilometrar til Jerúsalem.

Tá stjørnuspámenninir koma til Jerúsalem, spyrja teir: „Hvar er kongur Jødanna, sum føddur er? Tí vit hava sæð stjørnu Hansara har eysturi og eru komnir at tilbiðja Hann.“

Tá Heródes kongur í Jerúsalem frættir hetta, kemur ótti á hann. Hann kallar tí hinar hægstu prestarnar til sín og spyr teir hvar Messias skal verða føddur. Teir vísa til tær Heilagu Skriftirnar og siga: „Í Betlehem.“ Heródes sendir alt fyri eitt boð eftir stjørnuspámonnunum, og sigur við teir: „Farið og spyrjið gjølla um barnið, og táið tit hava funnið tað, latið meg tá vita av, so eisini eg kann koma og tilbiðja tað!“ Men tá samanum kemur vil Heródes finna barnið fyri at drepa tað!

Tá teir eru farnir, hendir nakað løgið. Stjørnan sum stjørnuspámenninir sóu har eysturi flytir seg avstað framman fyri teimum. Sum tað skilst er hetta eingin vanlig stjørna, hon er sett á himmalin einans við tí endamáli at leiða teir. Stjørnuspámenninir fylgja henni inntil hon steðgar beint uppi yvir húsinum sum Jósef og Maria eru í.

Tá stjørnuspámenninir fara inn hagar, finna teir Mariu við tí lítla barninum, Jesusi. Teir boyggja seg allir fyri honum. Og úr skjáttum sínum taka teir gávur úr gulli, roykilsi og myrra. Seinni, tá teir hava gjørt seg til at fara aftur til Heródes at siga honum hvar barnið er, ávarar Gud teir í einum dreymi um ikki at gera tað. Teir fara tí ein annan veg heim til land sítt.

Hvør setti stjørnuna á himmalin at leiða stjørnuspámenninar? Minst til at stjørnan ikki leiddi teir beinleiðis til Jesus í Betlehem. Nei, teir vórðu leiddir til Jerúsalem har teir komu í samband við Heródes kong, sum vildi drepa Jesus. Tað hevði eisini eydnast honum um Gud ikki hevði lagt uppí og ávarað stjørnuspámenninar ímóti at siga Heródesi hvar Jesus var staddur. Tað var fíggindi Guds, Satan Djevulin, sum vildi hava Jesus dripnan, og hann nýtti hesa stjørnuna í eini roynd at fremja ætlan sína. Matteus 2:1-12; Mika 5:1.

▪ Hvat vísir at stjørnan sum stjørnuspámenninir sóu ikki var nøkur vanlig stjørna?

▪ Hvar er Jesus staddur tá stjørnuspámenninir finna hann?

▪ Hvussu vita vit at Satan setti stjørnuna at leiða stjørnuspámenninar?