Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Jesus sendir hinar 70 út

Jesus sendir hinar 70 út

Kapittul 72

Jesus sendir hinar 70 út

TAÐ er um heystið ár 32, trý ár eru liðin síðan Jesus varð doyptur. Hann og lærisveinar hansara hava júst verið í Jerúsalem um leyvsalahøgtíðina og tað tykist sum teir enn eru har nærindis. Satt at siga útinnir Jesus meginpartin av tænastu síni seks teir seinastu mánaðirnar í Judea ella í landslutinum Perea beint hinumegin Jordanánni. Boðast má eisini í tí økinum.

Longu eftir páskirnar ár 30 boðaði Jesus í Judea í umleið átta mánaðir. Men eftir at jødarnir um páskirnar ár 31 royndu at drepa hann, var hann tað næsta hálvtannað árið mestsum bara í Galilea og undirvísti. Ta tíðina skipaði og uppvandi hann ein stóran bólk av boðarum. Slíkan bólk hevði hann ikki havt áður. Nú fer hann altso undir eitt seinasta, styrkt boðaratiltak í Judea.

Hann byrjar tiltakið tá hann velur 70 lærisveinar og sendir teir út tveir og tveir. Sostatt koma til samans 35 lið av ríkisboðarum at arbeiða í økinum. Tey ganga undan í hvønn bý og á hvørt stað sum Jesus, eyðsæð í fylgi við ápostlunum, ætlar sær at koma til.

Jesus sigur ikki at hinir 70 skulu fara inn í sýnagogurnar, nei, teir skulu fara inn í húsini til fólk. Hann sigur: „Har tit koma inn í hús, skulu tit fyrst siga: „Friður veri við hesum húsi!“ Er tá eitt friðarins barn har, skal friður tykkara hvíla á tí.“ Og hvønn boðskap hava teir? Jesus greiðir soleiðis frá: „Sigið við tey: „Ríki Guds er komið tykkum nær!““ Í samband við tænastuna hjá hinum 70 sigur Matthew Henry’s Commentary: „Hvar teir so vitjaðu, boðaðu teir hús úr húsi, eins og Meistari teirra.“

Leiðbeiningarnar Jesus gevur hinum 70, líkjast teimum hann gav hinum tólv tá hann okkurt um eitt ár frammanundan sendi teir út at boða í Galilea. Hann ávarar hinar 70 um mótstøðuna sum fer at møta teimum og lærir teir at bera fólkunum boðskapin, men hann gevur teimum eisini kraft at grøða sjúk. Stutt eftir kemur Jesus so sjálvur, og tá verða nógv altrá eftir at møta Harranum hvørs lærisveinar eru førir fyri at gera slík stórverk.

Boðanin hjá hinum 70 og uppfylgjandi arbeiði Jesusar varir lutfalsliga stutt. Skjótt koma hini 35 liðini av ríkisboðarum aftur til Jesusar. „Harri!“ siga tey glað, „Eisini hinir illu andarnir eru okkum lýdnir í navni Tínum!“ Jesus verður helst glaður um hesa góðu tænastufráboðan, tí hann svarar: „Eg sá Satan falla niður av himli sum snarljós. Eg havi givið tykkum vald at traðka á ormar og skorpiónir.“

Jesus veit at Satan og illu andar hansara skulu kastast út úr himli í endans tíð tá Guds ríki er føtt. Hetta verður enn meiri staðfest nú eisini menniskju kunnu reka út ósjónligar illar andar. Jesus er so vísur í at Satan skal kastast út úr himli, at hann málber seg sum var tað longu hent. Tað er altso ímyndarliga hinir 70 hava fingið vald at traðka á ormar og skorpiónir. „Tó,“ leggur Jesus aftrat, „gleðist ikki yvir tað, at andarnir eru tykkum lýdnir, men gleðist yvir, at nøvn tykkara eru uppskrivað í Himli!“

Jesus er ovurfegin og prísar alment Faðir sínum tí hann ger so máttmikla nýtslu av hesum eyðmjúku tænarunum. Við lærisveinar sínar sigur hann: „Sæl eru tey eygu, sum síggja tað, ið tit síggja! Tí Eg sigi tykkum: Mangir profetar og kongar hava ynskt sær at síggja tað, ið tit síggja, og hava ikki fingið tað at síggja, og hoyra tað, ið tit hoyra, og hava ikki fingið tað at hoyra.“ Lukas 10:1-24; Matteus 10:1-42; Opinberingin 12:7-12.

▪ Hvar boðaði Jesus trý tey fyrstu árini av tænastu síni, og hvørjum øki tekur hann sær av seks teir seinastu mánaðirnar?

▪ Hvar skulu hinir 70 lærisveinarnir hitta fólk?

▪ Hví sigur Jesus seg longu hava sæð Satan falla av himli?

▪ Í hvørjari merking kunnu hinir 70 traðka á ormar og skorpiónir?