Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Jesus vísir seg aftur

Jesus vísir seg aftur

Kapittul 129

Jesus vísir seg aftur

LÆRISVEINARNIR eru enn tungir í huga. Teir vita ikki hvat teir skulu hugsa um ta tómu grøvina, og teir trúgva heldur ikki tí sum kvinnurnar siga frá. Sunnudagin, nakað seinni á degi, fara Kleopas og ein annar lærisveinur tí úr Jerúsalem til Emmaus, góðar ellivu kilometrar haðani.

Á vegnum meðan teir tosa um tað sum hevur hent um dagin, kemur ein fremmandur at fylgjast við teimum. „Hvat er tað, tit tosa um hvør við annan, meðan tit ganga?“ spyr hann.

Lærisveinarnir steðga, andlitini er døpur tá Kleopas svarar: „Ert Tú einsamallur so fremmandur í Jerúsalem, at Tú veitst ikki, hvat har hevur hent hesar dagar?“ Hann spyr: „Hvat tá?“

„Tað við Jesusi úr Nazaret,“ svara teir. „Høvuðsprestar og leiðarar okkara góvu hann upp til deyðadóm og pelafestu hann. Men vit vónaðu, at hann var tann, ið skuldi endurloysa Ísrael.“

Kleopas og felagi hansara greiða frá øllum tí undranarverda sum hevur hent um dagin — frásøgurnar um einglar í yvirnatúrligum sjónum og ta tómu grøvina — men viðganga at teir ikki vita hvat alt hetta hevur at týða. Fremmandamaðurin hevur at teimum: „Tit lítið hugsandi og trekhjartaðu at trúgva øllum tí, ið profetarnir hava talað! Átti Kristus ikki at líða hetta og so fara inn til dýrd Sína!“ So útleggur hann fyri teimum brot úr Heilagu Skriftunum sum tala um Messias.

Teir nærkast nú Emmaus, og hin fremmandi letst sum hann ætlar sær víðari. Men lærisveinarnir vilja hoyra meir og siga: „Verð hjá okkum, tí tað líður at kvøldi, og dagurin hallar!“ Hann verður tí og etur við teimum. Tá hann biður eina bøn, brýtur breyðið og rættir teimum tað, komast teir við at hetta er Jesus í einum materialiseraðum menniskjalikami. Men tá hvørvur hann.

Nú skilja teir hví hin fremmandi visti so nógv! „Brann ikki hjartað í okkum, táið Hann talaði við okkum á vegnum og læt okkum upp skriftirnar!“ siga teir. Teir reisast alt í einum og skunda sær aftur til Jerúsalem, har teir finna ápostlarnar og aðrar savnaðar. Áðrenn Kleopas og felagi hansara fáa orðið upp, siga hinir hugtiknir: „Tað er satt, at Harrin er risin upp — Hann er sæddur av Símuni!“ Nú siga so teir báðir frá at Jesus eisini hevur víst seg fyri teimum. Jesus hevur sostatt tann dagin víst seg fýra ferðir fyri ymiskum av lærisveinum sínum.

Men knappliga kemur Jesus til sjóndar fimtu ferð. Hóast teir hava læst dyrnar av ótta fyri jødunum, stendur hann nú mitt ímillum teirra og sigur: „Friður veri við tykkum!“ Teir eru ræðsluslignir og halda seg síggja ein anda. Men Jesus greiðir frá at hann ikki er nakað spøkilsi: „Hví ræðast tit, og hví kemur ivi upp í hjørtum tykkara? Hyggið hendur Mínar og føtur Mínir, at tað eri Eg sjálvur! Nemið við Meg og síggið! Andi hevur jú ikki hold og bein, sum tit síggja, Eg havi!“ Lærisveinarnir fáa seg kortini illa at trúgva at tað er Jesus.

Fyri at hjálpa teimum at skilja tað spyr Jesus: „Hava tit okkurt etandi her?“ Tá hann hevur fingið eitt stykki av stoktum fiski og etið tað, sigur hann: „Hetta eru orð Míni, sum Eg talaði við tykkum, meðan Eg enn var hjá tykkum, at alt mátti ganga út, sum skrivað er um Meg í Móselóg, profetunum og sálmunum.“

Jesus heldur fram við tí sum so at siga er ein bíbliulestur, og sigur: „So er skrivað, at Kristus skuldi líða og triðja dagin rísa upp frá hinum deyðu, og at í navni Hansara umvending og syndafyrigeving skal verða prædikað fyri øllum fólkasløgum, og byrjast í Jerúsalem. Tit eru vitni um hetta.“

Av einihvørjari orsøk er Tummas ikki við teimum á tí týdningarmikla møtinum hetta sunnukvøldið. Fylgjandi dagarnar siga hinir glaðir við hann: „Vit hava sæð Harran!“

„Fái eg ikki at síggja naglamerkini í hondum Hansara, og sleppi eg ikki at stinga fingur mín í naglamerkini og stinga hond mína í síðu Hansara, vil eg als ikki trúgva tí!“ sigur Tummas illtrúgvin.

Men átta dagar eftir møtast lærisveinarnir aftur innandura. Hesa ferð er Tummas við. Hóast dyrnar eru læstar, stendur Jesus aftur mitt ímillum teirra og sigur: „Friður veri við tykkum!“ So sigur hann við Tummas: „Rætt fingur tín higar — hygg hendur Mínar! Rætt hond tína higar og stikk hana í síðu Mína! Og ivast ikki, men trúgv!“

„Harri mín og Gud mín!“ rópar Tummas.

„Av tí at tú hevur sæð Meg, trýrt tú!“ sigur Jesus. „Sæl eru tey, sum ikki hava sæð og tó trúgva!“ Lukas 24:11, 13-48, (NV); Jóhannes 20:19-29.

▪ Hvat spyr ein fremmandur tveir lærisveinar um á vegnum til Emmaus?

▪ Hvat sigur hin fremmandi sum fær hjartað at brenna í lærisveinunum?

▪ Hvussu fáa lærisveinarnir at vita hvør hin fremmandi er?

▪ Hvørji gleðilig tíðindi frætta Kleopas og felagi hansara tá teir koma aftur til Jerúsalem?

▪ Hvussu vísir Jesus seg fyri lærisveinunum fimtu ferð, og hvat hendir tá?

▪ Hvat hendir átta dagar eftir at Jesus vísti seg fimtu ferð, og hvussu verður Tummas at enda sannførdur um at Jesus livir?