Jesus verður doyptur
Kapittul 12
Jesus verður doyptur
UMLEIÐ seks mánaðir eftir at Jóhannes er farin at boða, kemur Jesus, sum nú er 30 ára gamal, til Jordanánna at hitta hann. Hví? Er hetta ein vanlig vitjan? Vil Jesus bara vita hvussu arbeiðið hjá Jóhannesi tekur seg fram? Nei, Jesus biður Jóhannes doypa seg.
Jóhannes mótmælir alt fyri eitt: „Mær tørvar at verða doyptur av Tær, og Tú kemur til mín!“ Jóhannes veit at systkinabarnið Jesus er serligi sonur Guds. Ja, Jóhannes ’spældi av frøi’ í lívinum á móður síni tá Maria vitjaði tey meðan hon gekk við Jesusi! Hetta hevur móðir Jóhannesar, Elisabet, uttan iva seinni sagt honum. Hon hevur ivaleyst eisini sagt honum at ein eingil boðaði frá Jesu føðing, og at einglar vístu seg fyri hirðum ta náttina hann varð borin í heim.
Jesus er tí ikki fremmandur fyri Jóhannesi. Og Jóhannesi er greitt at Jesus ikki skal doypast við tí dópinum hann doypir við. Hann er ætlaður teimum ið angra syndir sínar, og Jesus er uttan synd. Men hóast Jóhannes mótmælir heldur Jesus fast við sítt: „Lat tað nú verða gjørt! Tí soleiðis sømir okkum at fullkoma alla rættvísi.“
Hví er tað rætt at Jesus letur seg doypa? Tí dópur hansara er ikki tekin um at hann angrar syndir sínar, men um at hann bjóðar seg fram at gera vilja Faðirs síns. Jesus hevur verið træsmiður, men nú er tíðin komin tá hann skal fara undir ta tænastu sum Jehova Gud hevur sent hann til jarðar at gera. Heldur tú Jóhannes væntar okkurt óvanligt at henda tá hann doypir Jesus?
Í hvussu er sigur Jóhannes seinni: „Tann, sum sendi meg at doypa í vatni, segði við meg: „Tann, sum tú sært Andan dala niður yvir og verða verandi yvir, er tann, sum doypir í Heilaga Andanum.““ Jóhannes væntar sostatt Guds anda at koma yvir ein ið hann doypir. Kanska verður hann tí ikki serliga bilsin tá hann sær anda Guds dala niður sum dúvu og koma yvir Jesus, beint sum hann kemur upp úr vatninum.
Men har hendir meira tá Jesus verður doyptur. ’Himmalin opnast’ fyri honum. Hvat vil tað siga? Tað merkir eyðsýniliga at minnið um lívið hann hevði í himli áðrenn hann gjørdist menniskja kemur aftur til hansara meðan hann verður doyptur. Hann minnist nú týðiliga lív sítt sum andasonur Jehova Guds, og alt tað Gud hevur sagt honum í himlinum áðrenn hann varð menniskja.
Tá Jesus verður doyptur, ljóðar eisini ein rødd av himli sum sigur: „Hesin er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.“ Hvørs rødd er tað? Er tað Jesu rødd? Sjálvandi ikki! Tað er Guds rødd. Jesus er skilliga sonur Guds, ikki Gud sjálvur, sum onkur vil vera við.
Men Jesus er ein Guds sonur á jørðini, eins og hitt fyrsta menniskjað, Ádam. Tá lærisveinurin Lukas hevur greitt frá dópi Jesusar, skrivar hann: „Jesus sjálvur var um 30 ár, táið Hann byrjaði verk Sítt; og Hann var — sum tey hildu — sonur Jósef, son Eli, . . . son Dávid, . . . son Nóa, . . . son Ádam, son Gud.“
Jesus er ’sonur Gud’ á jørðini, eins og Ádam var. Jesus er størsta menniskjað ið livað hevur — tað stendur okkum greitt tá vit kanna lív hansara nærri. Við dópinum fær Jesus kortini nýtt samband við Gud, hann verður nevniliga eisini andaligi sonur Guds. Gud kallar hann nú, so at siga, aftur til himmals, tí hann leiðir hann inn á eina kós sum hevur við sær at hann med alla letur jarðarlív sítt sum offur fyri ta deyðadømdu mannaættina Matteus 3:13-17; Lukas 3:21-38; 1:34-36, 44; 2:10-14; Jóhannes 1:32-34; Hebrearabrævið 10:5-9.
▪ Hví er Jesus ikki fremmandur fyri Jóhannesi?
▪ Hví verður Jesus doyptur hóast hann onga synd hevur?
▪ Hví verður Jóhannes helst ikki bilsin tá andi Guds kemur yvir Jesus, tá hugsað verður um tað hann veit um Jesus?