Jesus vitjar sýnagoguna í heimbygdini
Kapittul 21
Jesus vitjar sýnagoguna í heimbygdini
UTTAN iva er stórur spenningur í Nazaret nú Jesus kemur heimaftur. Áðrenn hann fyri góðum ári síðani fór avstað at verða doyptur av Jóhannesi, var hann kendur sum timburmaður. Men nú er hann kendur víða hvar sum ein ið ger undurverk. Fólkini á staðnum eru altrá eftir at síggja hann gera nøkur av hesum stórverkum teirra millum.
Vónirnar økjast tá Jesus, sum hann er vanur, fer inn í sýnagoguna á staðnum. Á møtinum reisir hann seg upp at lesa, og teir fáa honum bókrulluna hjá Esaiasi profeti. Hann finnur staðið har skrivað stendur um tann ið er salvaður við Jehova anda. Í okkara Bíbliu nú á døgum er tað kapittul 61.
Tá hann hevur lisið at hesin Salvaði skal boða fangum frælsi, blindum at tey skulu fáa sjónina aftur og náðiár Jehova, rættir Jesus tænaranum bókrulluna aftur og setist. Øll eygu hyggja spent eftir honum. So talar hann, ivaleyst rættiliga leingi, og sigur: „Í dag er hetta skriftorð gingið út fyri oyrum tykkara.“
Fólkini undrast á „lívsælu orð“ hansara og tosa sínámillum: „Er hesin ikki sonur Jósef!“ Men Jesus veit at tey vilja síggja hann gera undurverk, og heldur tí fram: „Sjálvsagt fara tit at minna Meg á orðtakið: „Lækni, grøð teg sjálvan!“ „Ger eisini her í heimbygd Tíni slík stórverk, sum vit hava frætt, hava hent í Kapernaum!““ Fyrrverandi grannar hansara meina eyðsæð at grøðingin átti at byrjað í heimbygdini, so hansara egnu kundu havt gagn av tí fyrst. Teimum tykist at Jesus hevur lopið tey um.
Jesus kennir hugsanir teirra og vísir tí til líknandi dømi úr søguni. Nógvar einkjur vóru í Ísrael á Eliasar døgum, sigur hann, men onga teirra varð Elias sendur til. Í staðin fyri fór hann til eina einkju í Sidon, ið ikki var av Ísraels fólki, at gera lívbjargandi undurverk. Eisini á døgum Elisa profets vóru mong spitølsk, men bara sýrlendingurin Na’aman varð reinsaður.
Ill tí tey við hesum ódámligu samanberingunum eru avdúkað sum sjálvsøkin ið hava ov lítla trúgv, fara fólkini í sýnagoguni á føtur og reka Jesus út úr bygdini. Har, á egg fjalsins sum Nazaret er bygd á, royna tey at stoyta honum oman. Men Jesus sleppur frá teimum í øllum góðum. Lukas 4:16-30; 1 Kongabók 17:8-16; 2 Kongabók 5:8-14.
▪ Hví er spenningurin stórur í Nazaret?
▪ Hvat halda fólkini um talu Jesusar, men hví verða tey síðan ill?
▪ Hvat royna fólkini at gera við Jesus?