Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Keldan til lukku

Keldan til lukku

Kapittul 75

Keldan til lukku

MEÐAN Jesus boðaði í Galilea gjørdi hann nógvar undurgerðir, og tað sama ger hann nú í Judea. Til dømis rekur hann út illan anda sum hevur forðað einum manni at tala. Skararnir undrast, men nakrir finnast at, og koma við sama pástandi sum møtti Jesusi í Galilea: „Við Be’elzebul, høvdinga hinna illu anda, rekur Hann út hinar illu andarnar!“ Onnur krevja størri prógv um at hann er tann hann sigur seg vera, tey royna at freista hann við at biðja um tekin av himli.

Jesus kennir hugsanir teirra og svarar sum hann svaraði atfinnarunum í Galilea. Hann sigur at ríki sum er komið í stríð við seg sjálvt legst í oyði, og spyr: „Er nú eisini Satan komin í stríð við seg sjálvan, hvussu verður tá ríki hansara standandi!“ Hann vísir eisini hvussu álvarsom støðan er hjá hesum mótstøðumonnum: „Men reki Eg út hinar illu andar við fingri Guds, so er jú ríki Guds komið til tykkara.“

Tey sum síggja Jesus gera undurverk áttu at borið seg at sum fólkini ið øldir frammanundan sóu Móses gera undur, og sum søgdu: „Hetta er fingur Guds!“ Tað var eisini „fingur Guds“ sum høgdi tey tíggju boðini í steintalvurnar. Og tað er „fingur Guds“ — hansara heilagi andi, ella virkandi kraft — sum ger Jesus mentan at reka út illar andar og grøða sjúk. Guds ríki er sanniliga komið óvart á hesar mótstøðumenn, tí Jesus, tilnevndur kongur í Ríkinum, er mitt ímillum teirra.

Tá Jesus er førur fyri at reka út illar andar, má hann hava størri vald enn Satan. Tað er, sigur Jesus, sum tá hin sterkari kemur og vinnur á hinum væl vápnaða ið heldur vakt um borg sína. Jesus tekur eisini uppaftur líknilsið sum hann segði teimum í Galilea, um ein óreinan anda. Andin fer úr einum menniskja, men um menniskjað ikki fyllir tóman við tí sum er gott, kemur andin aftur og hevur sjey aðrar við sær, og nú er tað menniskjað uppaftur verri statt.

Ein kvinna í mannamúgvuni sum lurtar eftir undirvísingini verður hugtikin og tá brestur úr henni: „Sælt er tað lív, ið Teg bar, og sæl eru tey bróst, ið Tú seyg!“ Eyðvitað sigur hon hetta, tí allar jødiskar kvinnur ynskja at gerast møður at einum profeti og serliga at Messiasi. Hon man halda at Maria kann vera serliga lukkulig nú hon er móðir at Jesusi.

Men Jesus vísir beinanvegin kvinnuni á ta sonnu kelduna til lukku. „Ja,“ sigur hann, „sæl eru tey, sum hoyra orð Guds og goyma tað!“ Einki sum Jesus segði, beindi á at serligur heiður skuldi sýnast móður hansara, Mariu. Hann vísti at sann lukka kemur av at vera ein trúfastur Guds tænari, og ikki av skyldskaparbondum ella av ávísum avreksverkum.

Sum í Galilea hevur Jesus eisini her í Judea at teimum sum biðja um eitt tekin av himli. Teimum skal ikki verða givið annað tekin enn tekin Jónasar, sigur hann. Jónas gjørdist eitt tekin bæði tá hann var tríggjar dagar í fiskinum og tá hann djarvur boðaði, við tí úrsliti at ninevemenn fingust at broyta sinnalag. „Og hyggið, her er meir enn Jónas!“ sigur Jesus. Somuleiðis greiðir hann frá at drotningin í Suðurlandi undraðist á vísdóm Sálomons, og sigur: „Hyggið, her er meir enn Sálomon!“

Eingin tendrar eina lampu og setir hana oman í ein kjallara ella undir eitt ílat, greiðir Jesus frá. Hon verður sett á ein staka so ljósið sæst. Kanska sipar hann her til, at um hann áhaldandi lærir og ger undurverk fyri hesum stívrendu menniskjum, er tað sum at krógva ljósið frá einari lampu. Tey hava einki „frískt“ eyga ið sær veruleikan sum hann er, og Jesus vinnur einki við undurverkum.

Jesus hevur beint nú rikið út ein illan anda og fingið ein málleysan at tala. Tað skuldi fingið menniskju við ’frískum’ eyga at prísað stórverkinum og boðað gleðiboðskapin! Men soleiðis bera hesir atfinnararnir seg ikki at. Tí sigur Jesus at enda: „Síggj tí til, at ljósið, sum í tær er, er ikki myrkur! Er nú alt likam títt ljóst, so eingin partur av tí er myrkur, tá verður tað heilt ljóst, sum táið ljósið lýsir á teg við bjarta skini sínum.“ Lukas 11:14-36; 2 Mósebók 8:18, 19; 31:18; Matteus 12:22, 28.

▪ Hvat halda áhoyrararnir um at Jesus grøðir ein mann?

▪ Hvat er „fingur Guds“, og hvussu er Guds ríki komið óvart á teir sum lurta eftir Jesusi?

▪ Hvat er keldan til sanna lukku?

▪ Hvussu kann eygað vera „frískt“?