Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Klókur atburður tryggjar framtíðina

Klókur atburður tryggjar framtíðina

Kapittul 87

Klókur atburður tryggjar framtíðina

JESUS hevur júst fyri einum skara sum bæði telur lærisveinar hansara, vanvirdar tollarar og aðrar tiltiknar syndarar, farisearar og skriftlærdar, framborið líknilsið um hin burturvilsta sonin. Nú vendir hann sær til lærisveinarnar og sigur teimum eitt líknilsi um ein ríkan mann sum hevur fingið klagur um húshaldara sín.

Jesus sigur frá at hin ríki maðurin sendir boð eftir húshaldaranum og ger greitt at hann fer at koyra hann úr starvi. „Hvat skal eg gera, nú harri mín tekur húshaldið av mær!“ hugsar húshaldarin. „Eg eri ikki mentur at velta, og eg skammist at bidda. Nú veit eg, hvat eg skal gera, so tey taka móti mær í húsum sínum, táið eg verði settur frá húshaldinum!“

Hvat hevur húshaldarin í hyggju? Hann kallar til sín teir sum standa í skuld til harra hansara. „Hvussu mikið skyldar tú harra mínum?“ spyr hann.

Hin fyrsti svarar: ’2200 litrar av olju.’

’Tak skuldarbræv títt, set teg niður og skunda tær og skriva 1100,’ sigur hann.

Hann spyr ein annan: „Men tú, hvussu mikið skyldar tú?“

Hesin svarar: ’22.000 litrar av hveiti.’

’Tak skuldarbræv títt og skriva 18.000.’

Húshaldarin hevur heimild at niðurskriva ta útistandandi skuldina hjá harra sínum, tí enn hevur hann handilsviðurskifti harrans um hendi. Við at niðurskriva skuldina, fær hann sær vinir sum fara at løna honum aftur tá hann missir starvið.

Tá harrin frættir hvat ið er hent, undrast hann. Ja, hann „rósti hinum órættvísa húshaldara fyri, at hann hevði borið seg klókt at“. Og Jesus leggur aftrat: „Børnini, ið hesin heimur eigur, eru klókari móti síni egnu ætt enn børn ljóssins.“

Jesus vísir nú lærisveinum sínum hvat teir kunnu læra av hesum og eggjar teimum soleiðis til: „Gerið tykkum vinir við hinum órættvísa mammon, so teir, táið liðugt er við honum, kunnu taka móti tykkum í hinum ævigu bústøðum!“

Jesus rósar ikki húshaldaranum fyri órættvísina men fyri framskygni og klókan atburð. Ofta bera „børnini, ið hesin heimur eigur“ seg klókt at; við sínum pengum og síni støðu vinna tey sær vinir sum síðan kunnu gera teimum ein beina afturfyri. Guds tænarar, „børn ljóssins“, mugu eisini brúka sínar materiellu ognir, ’hin órættvísa mammon’, við skili, sær sjálvum til gagns.

Men sum Jesus sigur, skulu tey við ríkidøminum gera sær vinir sum kunnu taka ímóti teimum „í hinum ævigu bústøðum“. Fyri tey sum hoyra upp í hitt lítla fylgið eru hesir bústaðir í himli, og fyri ’hin seyðin’ í einum paradísi á jørð. Av tí at bara Jehova Gud og sonur hansara kunnu taka ímóti ’børnum ljóssins’ í hesum bústøðunum, er tað teir vit mugu fáa okkum til vinir við at brúka ’hin órættvísa mammon’ til frama fyri áhugamál Ríkisins. Og tá hitt materiella ríkidømið svíkur ella forferst, sum tað vissuliga ger, hava vit tryggjað okkara ævigu framtíð.

Jesus heldur fram og sigur at tey sum eru trúgv í umsitingini av sínum materiellu ognum, eisini fara at vera trúgv í meiri týðandi málum. „Hava tit nú ikki verið trúgvir í hinum órættvísa mammon,“ sigur Jesus, „hvør fer tá at líta tykkum hin sanna [andalig áhugamál] upp í hendur! Og hava tit ikki verið trúgvir í tí, sum onnur eiga [Ríkisins áhugamál, sum Gud lítur tænarum sínum til], hvør fer tá at geva tykkum sjálvum nakað at eiga [lønina, lív í hinum ævigu bústøðum]!“

Tað ber ikki til at vera ein sannur Guds tænari og samstundis lata seg trælbinda av hinum órættvísa, materiella ríkidøminum, tí sum Jesus at enda sigur: „Eingin tænari kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. — Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.“ Lukas 15:1, 2; 16:1-13; Jóhannes 10:16.

▪ Hvussu fær húshaldarin í líknilsinum vinir sum kunnu hjálpa honum seinni?

▪ Hvat er ’hin órættvísi mammon’, og hvussu fáa vit okkum vinir við honum?

▪ Hvør kann taka ímóti okkum í „hinum ævigu bústøðum“, og hvørjir eru hesir bústaðir?