Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Komandi dýrd Kristusar í eini sjón

Komandi dýrd Kristusar í eini sjón

Kapittul 60

Komandi dýrd Kristusar í eini sjón

JESUS er komin til økið kring Kesarea Filippi, og hann fer nú at læra eina mannamúgvu, teirra millum eisini ápostlar sínar. Her sigur hann hesi undranarverdu orð: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Nøkur av teimum, ið her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrrenn tey síggja Menniskjasonin koma í ríki Sínum.“

’Hvat kann Jesus meina við?’ munnu lærisveinarnir hugsa. Umleið eina viku seinni tekur Jesus tríggjar teirra — Pætur, Jákup og Jóhannes — við sær niðan á eitt høgt fjall. Møguliga er tað um náttina, tí lærisveinarnir vilja sova. Meðan Jesus biður broytist hann fyri eygum teirra! Andlitið á honum fer at skína sum sólin og klæði hansara skyggja sum ljósið.

Tveir, „Móses og Elias“, koma tá til sjóndar og teir fara at tala við Jesus um „burturferð Hansara, sum Hann skuldi fullføra í Jerúsalem“. Orðið „burturferð“ sipar ivaleyst til deyða og uppreisn Jesusar. Samrøðan vísir at Jesus ikki skuldi royna at sleppa sær undan at doyggja sín vanæruliga deyða, sum Pætur hevði viljað.

Nú eru lærisveinarnir klárvaknir og hyggja undrandi at tí sum fer fram. Hóast hetta er ein sjón, tykist tað so veruligt at Pætur fullkomiliga livir við í tí sum hendir, hann sigur: „Harri, her er okkum gott at vera! Vilt Tú, so skal eg her gera tríggjar bústaðir, Tær ein, Mósesi ein og Eliasi ein.“

Meðan Pætur talar sveipar eitt lýsandi skýggj seg um teir, og úr skýnum sigur ein rødd: „Hetta er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til — hoyrið Hann!“ Tá lærisveinarnir hoyra røddina, falla teir niður á andlit síni. Men Jesus sigur: „Reisið tykkum, óttist ikki!“ Teir reisast — men síggja ongan uttan Jesus.

Meðan teir dagin eftir ganga oman aftur av fjallinum, býður Jesus teimum: „Talið ongan við um hesa sjón, fyrrenn Menniskjasonurin er risin upp frá hinum deyðu!“ At Elias vísti seg í sjónini hevur kortini givið lærisveinunum nakað at hugsa um. „Hvat er tá tað,“ spyrja teir, „ið hinir skriftlærdu siga, at Elias eigur at koma fyrst?“

„Eg sigi tykkum, at Elias er longu komin, og teir vildu ikki vita av honum,“ svarar Jesus. Hann meinar við Jóhannes Doypara, sum skuldi gera Kristusi vegin til reiðar eins og Elias gjørdi fyri Elisa.

Ein styrkjandi sjón! Lærisveinarnir hóma dýrdina Kristus skal fáa í Ríkinum, teir sóu í roynd og veru „Menniskjasonin koma í ríki Sínum“, sum Jesus hevði lovað teimum vikuna frammanundan. Aftan á at Jesus var deyður skrivaði Pætur at teir vóru ’eygnavitni til hátign Kristusar tá teir vóru við honum á hinum heilaga fjalli’.

Fariseararnir høvdu kravt at Jesus við einum tekni skuldi prógva at hann var hin útvaldi kongurin sum skuldi koma sambært Skriftunum. Men eitt sovorðið tekin fingu teir ikki. Harafturímóti sluppu nærmastu lærisveinar Jesusar at síggja hann umbroytast sum eina staðfesting av profetorðunum um Ríkið. Sum Pætur seinni skrivaði: „So mikið meiri staðfest hava vit hitt profetiska orðið.“ Matteus 16:13, Mt 16:28–17:13; Markus 9:1-13; Lukas 9:27-37; 2 Pætur 1:16-19.

▪ Hvussu sóu nakrir Jesus koma í ríki sínum ’áðrenn teir smakkaðu deyðan’?

▪ Hvat tala Móses og Elias við Jesus um í sjónini?

▪ Hví er henda sjónin so styrkjandi fyri lærisveinarnar?