Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Kristus kemur inn í Jerúsalem

Kristus kemur inn í Jerúsalem

Kapittul 102

Kristus kemur inn í Jerúsalem

MORGUNIN eftir, sunnudagin 9. nisan, fer Jesus við lærisveinum sínum úr Betania upp um Oljufjallið til Jerúsalem. Eftir stuttari tíð eru teir nærindis Betfage, sum liggur á Oljufjallinum. Jesus gevur tveimum av lærisveinunum hesi boð:

„Farið inn í bygdina, sum beint framman fyri tykkum er! Har skulu tit við tað sama finna ásin bundið og fyl hjá tí; loysið tey og leiðið tey til Mín! Sigur onkur nakað við tykkum, so skulu tit siga, at Harranum tørvar tey; so skal hann við tað sama lata tey.“

Lærisveinarnir gera sær ikki í fyrsta umfari greitt at boðini hava nakað at gera við uppfyllingina av einum profetorði í Bíbliuni, men seinni skilja teir tað. Zakarias profetur boðaði frá at hin játtaði kongur Guds skuldi ríða inn í Jerúsalem „á esli, á ungum esilsfyli“. Sálomon kongur reið somuleiðis á einum esilsfyli tá hann skuldi salvast.

Tá lærisveinarnir koma inn í Betfage og taka fylið og móður tess, siga nakrir av teimum sum standa har: „Hvat er tað, tit gera!“ Men tá menninir fáa at vita at Harrin skal hava djórini, lata teir lærisveinarnir taka tey við til Jesus. Lærisveinarnir leggja yvirklæði síni á móðureslið og fylið, men Jesus setur seg á fylið.

Mannamúgvan veksur so hvørt sum Jesus nærkast Jerúsalem. Tey flestu í mannamúgvuni breiða yvirklæði síni út á vegin, meðan onnur skera greinar av trøunum at breiða út. „Signaður veri kongurin, sum kemur, í navni [Jehova]!“ rópa tey. „Friður í Himli, og dýrd á hæddini!“

Nakrir farisearar í mannamúgvuni ilskast um hesi rópini og klaga fyri Jesusi: „Meistari, hav at lærisveinum Tínum!“ Men Jesus svarar: „Eg sigi tykkum, at tiga hesir, skulu steinarnir rópa.“

Tá Jesus kemur nærri Jerúsalem, hyggur hann út yvir býin, grætur um hann og sigur: „Hevði tó eisini tú vitað, um so ikki fyrrenn á hesum degi tínum, hvat ið er tær til frið! Men nú er tað fjalt fyri eygum tínum.“ Jerúsalem má bøta fyri treiskni sítt, sum Jesus boðar frá:

„Fíggindar tínir [rómverjar við Titusi herførara á odda] skulu gera hervirki rundan um teg og kringseta teg og treingja teg frá øllum síðum. Teir skulu leggja teg heilt í oyði og børn tíni í tær og ikki lata stein eftir á steini í tær.“ Oyðing Jerúsalems sum Jesus boðaði frá, kom veruliga 37 ár seinni, í ár 70.

Bert fáar vikur frammanundan høvdu nógv í mannamúgvuni sæð Jesus reisa Lazarus upp frá deyðum. Hesi siga nú áhaldandi frá undrinum, og tá Jesus kemur inn í Jerúsalem er allur býurin á gosi. „Hvør er hesin?“ vilja fólk vita. Og upp í saman sigur mannamúgvan: „Hetta er Jesus profetur úr Nazaret í Galilea.“ Fariseararnir síggja tað sum fer fram og gremja seg um at teir einki fáa gjørt, tí sum teir siga: „Allur heimurin hongur uppi í Honum!“

Sum vant tá Jesus vitjar Jerúsalem, fer hann inn í templið at læra. Har koma blind og lamin til hansara, og hann grøðir tey! Tá hægstu prestarnir og hinir skriftlærdu síggja undurverkini Jesus ger og hoyra dreingirnar rópa í templinum: „Hosianna, sonur Dávids!“ verða teir illir. „Hoyrir Tú, hvat hesi siga!“ spyrja teir harmir.

„Ja,“ svarar Jesus, „hava tit aldri lisið hetta: „Av munni barna og bróstabarna hevur Tú fullkomið Tær lovsong“?“

Jesus heldur áfram at læra; hann hyggur rundan um seg, sær alt sum er í templinum. Dagurin er næstan liðin, so hann og hinir 12 við honum fara teir umleið 3 kilometrarnar aftur til Betania. Har verður hann sunnunáttina, helst heima hjá vini sínum Lazarusi. Matteus 21:1-11, 14-17; Markus 11:1-11; Lukas 19:29-44; Jóhannes 12:12-19; Zakarias 9:9.

▪ Nær og á hvønn hátt kemur Jesus inn í Jerúsalem sum kongur?

▪ Hvussu stóran týdning hevur tað at mannamúgvan prísar Jesusi?

▪ Hvørjar kenslur hevur Jesus tá hann hyggur út yvir Jerúsalem, og hvat profeterar hann?

▪ Hvat hendir tá Jesus fer inn í templið?