Lær av freistingum Jesusar
Kapittul 13
Lær av freistingum Jesusar
BEINT eftir dópin verður Jesus av Guds anda leiddur út í Judea oyðimørk. Hann hevur nógv at hugsa um, tí tá hann varð doyptur ’opnaðist himmalin’ so hann fekk fatan av tí ið hoyrir himlinum til. Hann hevur nógv at grunda yvir nú!
40 dagar og 40 nætur er Jesus í oyðimørkini, og ta tíðina etur hann einki. Hann er tí sera svangur tá Djevulin kemur at freista hann við orðunum: „Ert Tú Sonur Guds, so sig, at hesir steinar skulu verða breyð!“ Men Jesus veit at tað ikki er rætt at nøkta persónlig ynski við teimum undurfullu gávunum hann hevur. So hann noktar at lata seg freista.
Men Djevulin gevst ikki so. Hann roynir aftur. Hann eggjar Jesus til at leypa niður av tempulmúrinum og lata Guds einglar bjarga honum. Men Jesus verður ikki freistaður at gera eina so glæsiliga framsýning. Hann tekur upp eftir Skriftunum og vísir at tað er skeivt at royna Gud á tann hátt.
Í triðju freistingini vísir Djevulin á undurfullan hátt Jesusi øll ríki heimsins, og sigur: „Alt hetta skal eg geva Tær, um Tú vilt falla niður og tilbiðja meg.“ Men Jesus noktar aftur at geva eftir fyri freistingini og gera nakað skeivt, hann velur heldur at verða trúgvur Gudi.
Vit kunnu læra av freistingunum ið verða Jesusi fyri. Tær vísa til dømis at Djevulin ikki einans er óndskapurin í menniskjanum, sum onkur vil vera við, men at hann er ein veruligur, ósjónligur persónur. Triðja freistingin vísir eisini at Djevulin eigur øll ríki heimsins. Tí hvussu kundi tilboð Djevulsins verið nøkur verulig freisting fyri Kristus, um tey í royndum ikki vóru hansara?
Og hugsa um hetta: Djevulin segði seg vilja løna Jesusi um hann vildi tilbiðja eina ferð, ja, hann vildi enntá geva honum øll ríki heimsins. Djevulin kann meir enn so royna at freista okkum á líknandi hátt, hann lokkar okkum kanska við møguleikum fyri verðsligum ríkdómi, valdi ella einum høgum sessi. Men vit gera best í at fylgja fyridøminum hjá Jesusi og verða Gudi trúgv, hvør freistingin so er! Matteus 3:16; 4:1-11; Markus 1:12, 13; Lukas 4:1-13.
▪ Hvat man Jesus grunda yvir teir 40 dagarnar í oyðimørkini?
▪ Hvussu roynir Djevulin at freista Jesus?
▪ Hvat kunnu Jesu freistingar læra okkum?