Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Lærisveinarnir kjakast meðan deyði Jesusar nærkast

Lærisveinarnir kjakast meðan deyði Jesusar nærkast

Kapittul 98

Lærisveinarnir kjakast meðan deyði Jesusar nærkast

JESUS og lærisveinar hansara eru staddir nærindis Jordanánni, á markinum millum Perea og Judea. Nógv ferðast saman við teimum, tí um bert eina viku ella so eru páskir ár 33.

Jesus gongur undan lærisveinunum, og teir undrast á so støðufastur hann er. Minst til at Tummas nakrar vikur frammanundan, tá Lazarus doyði og Jesus ætlaði sær úr Perea til Judea, segði við hinar lærisveinarnar: „Latið okkum við fara, so vit fáa doyð saman við Honum!“ Minst eisini til at Sanhedrinið, eftir at Jesus hevði uppreist Lazarus, legði ráð upp um at drepa hann. Einki undur í at ótti fellur á lærisveinarnar nú teir aftur nærkast Judea.

Til tess at fyrireika teir til tað sum liggur fyri framman, tekur Jesus hinar tólv burturfrá og sigur við teir: „Vit fara nú niðan til Jerúsalem. Menniskjasonurin skal verða givin høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu upp í hendur, og teir skulu døma Hann til deyða og geva Hann heidningunum upp í hendur. Teir skulu spotta Hann, spýta á Hann, húðfleingja Hann og drepa Hann, og tríggjar dagar eftir skal Hann rísa upp.“

Fyri triðju ferð í nakrar fáar mánaðir sigur Jesus lærisveinum sínum frá at hann skal doyggja og rísa upp. Teir hoyra hann, men fata tað kortini ikki — kanska tí teir trúgva at Ísraels ríki skal endurreisast her á jørðini, og tí teir gleða seg til at fáa heiður og æru í einum ríki á jørðini saman við Kristusi.

Millum tey ferðandi er Salome, sum er móðir at Jákupi og Jóhannesi. Jesus hevur áður nevnt hesar báðar ápostlarnar „Torusynir“, ivaleyst tí teir eru so snarsintir. Teir hava eina tíð tráað eftir einum týdningarmiklum sessi í ríki Kristusar, og teir hava sagt móður síni frá tí. Teirra vegna vendir hon sær nú til Jesus, nígur fyri honum og biður hann gera sær ein beina.

„Hvat vilt tú?“ spyr Jesus.

Hon svarar: „Sig, at hesir báðir synir mínir skulu sita, annar við høgru og annar við vinstru lið Tína í ríki Tínum!“

Jesusi er greitt hvørjir ið standa aftanfyri spurningin, og hann sigur tí við Jákup og Jóhannes: „Tit vita ikki, hvat tit biðja um! Kunnu tit drekka kalikin, ið Eg skal drekka!“

„Tað kunnu vit!“ svara teir. Jesus hevur akkurát sagt teimum at hann skjótt skal líða ræðuligar pínslur áðrenn hann at enda verður avrættaður, men teir tykjast ikki vita at tað er hetta hann sipar til við ’kalikinum’, sum hann skal drekka.

Kortini sigur Jesus við teir: „Víst skulu tit drekka kalik Mín; men at sita við høgru og vinstru lið Mína hoyrir ikki Mær til at geva; tað verður givið teimum, ið tað er ætlað av Faðir Mínum.“

Sum frálíður frætta hinir ápostlarnir hvat tað er Jákup og Jóhannes hava biðið um, og teir verða illir. Møguliga vóru tað júst Jákup og Jóhannes sum førdu orðið tá teir á sinni trættust um hvør ið var størstur teirra millum. Tað teir nú hava biðið um, avdúkar at teir ikki hava fylgt leiðbeiningini Jesus gav í tí sambandinum. Syndarligt at teir enn tráa eftir stórleika.

Vegna tað sum er farið fram og óvinskapin sum fylgir í kjalarvørrinum, kallar Jesus hinar tólv saman. Eymliga leiðbeinir hann teir og sigur: „Tit vita, at høvdingar tjóðanna valda teimum, og at stórmenn teirra lata tær kenna vald sítt. So skal ikki vera hjá tykkum; nei, tann av tykkum, sum stórur vil vera, skal vera tænari tykkara; og tann, ið fremstur vil vera av tykkum, skal vera trælur tykkara.“

Jesus hevur víst teimum fyridømið sum teir skulu taka eftir. Hann sigur: „Eins og Menniskjasonurin ikki er komin at lata onnur tæna Sær, men at tæna sjálvur og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong.“ Jesus hevur ikki bara tænt øðrum, hann er eisini viligur at doyggja fyri alla mannaættina! Lærisveinarnir mugu hava sama sinnalag sum hann. Teir mugu ynskja at tæna heldur enn at lata onnur tæna sær, og at vera minni heldur enn mikil í metum. Matteus 20:17-28; Markus 3:17; 9:33-37; 10:32-45; Lukas 18:31-34; Jóhannes 11:16.

▪ Hví fellur ótti á lærisveinarnar?

▪ Hvussu fyrireikar Jesus lærisveinar sínar til tað sum liggur fyri framman?

▪ Hvat verður Jesus biðin um, og hvat halda hinir ápostlarnir um tað?

▪ Hvørja leiðbeining gevur Jesus lærisveinunum?