Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Lærisveinarnir slíta øks á sabbatinum

Lærisveinarnir slíta øks á sabbatinum

Kapittul 31

Lærisveinarnir slíta øks á sabbatinum

SKJÓTT fara Jesus og lærisveinar hansara úr Jerúsalem og aftur til Galilea. Hetta er um várið og akrarnir standa við fullum øksum. Lærisveinarnir eru svangir, teir slíta øks og eta. Men sabbatur er, og tað slepst ikki undan at gáað verður eftir teimum.

Í Jerúsalem lógu trúarleiðarar nettupp Jesusi eftir lívinum tí hann varð lagdur undir at bróta sabbatin. Nú koma so fariseararnir við síni ákæru: „Hygg, lærisveinar Tínir gera tað, sum ikki er loyviligt at gera sabbat!“

Fariseararnir vilja vera við at tann ið slítur øks og gníggjar tey millum hendurnar so fræið loysnar, í veruleikanum heystar og treskir. Men við síni strongu tolking av hvat arbeiði merkir, hava teir gjørt sabbatin til eina tunga byrði, hóast hann var ætlaður til gleði og andaliga uppbygging. Jesus svarar ákæruni við dømum úr Skriftini sum vísa at Jehova Gud ongantíð ætlaði at sabbatslóg hansara skuldi fáa eina so órímiliga útlegging.

Jesus sigur at Dávid og menn hansara einaferð teir vóru svangir, steðgaðu á við templið og ótu sýnisbreyðini. Hóast breyðini vóru tikin av borðinum burtur frá ásjón Jehova, og onnur vóru løgd í staðin, høvdu vanliga bert prestarnir loyvi at eta tey. Men tær serligu umstøðurnar gjørdu at Dávid og menn hansara hóast alt ikki vórðu dómfeldir fyri at eta tey.

Jesus vísir til eitt annað dømi tá hann sigur: „Ella hava tit ikki lisið í lógini, at prestarnir sabbat vanhalga sabbatin í templinum og eru tó ikki sekir?“ Ja, eisini sjálvan hvíludagin fyrireika prestarnir djóraoffrini við at slátra og gera annað arbeiði í templinum! „Men Eg sigi tykkum,“ sigur Jesus, „at her er tað, sum størri er enn templið.“

Jesus áminnir fariseararnar: „Men høvdu tit vitað, hvat hetta er: „Eg vil hava miskunn og ikki offur,“ so høvdu tit ikki dómfelt teir, ið sakleysir eru.“ Og hann tekur samanum: „Tí Menniskjasonurin er harri sabbatsins.“ Hvat meinar Jesus við hesum? Hann vísir til tey túsund árini tá friðarríki hansara hevur valdið.

Í 6000 ár hevur Satan Djevulin nú hildið mannaættini í svárum trældómi. Yvirgangur og kríggj hava verið gerandiskostur. Mótsett hesum verður stýri Kristusar hin størra sabbatin ein hvíldartíð tá sloppið er undan allari slíkari kúgan og líðing. Matteus 12:1-8; 3 Mósebók 24:5-9; 1 Sámuel 21:1-6; 4 Mósebók 28:9; Hoseas 6:6.

▪ Hvør ákæra verður reist móti Jesu lærisveinum, og hvussu svarar Jesus henni?

▪ Hvat brek hjá farisearunum ger Jesus vart við?

▪ Hvussu er Jesus „harri sabbatsins“?