Lærisveinur hóast alt
Kapittul 45
Lærisveinur hóast alt
TÁ JESUS kemur í land møtir honum ein ræðandi sjón! Tveir óvanliga villir menn koma leypandi ímóti honum úr grøvunum har nærindis. Teir eru settir av illum andum. Okkurt bendir á at annar er villari og hevur verið í andanna valdi longur enn hin, tí ger hann meir um seg.
Hesin neyðars maður hevur leingi búð í grøvunum og ikki havt klæðir á kroppinum. Uttan íhald, dag og nátt, rópar hann og meinslar seg sjálvan við steinum. Hann er so garvillur at eingin hættir sær framvið á vegnum. Teir hava roynt at binda hann, men hann skræðir leinkjurnar av sær og slítur fótjørnini sundur. Eingin maktar hann.
Meðan hesin maðurin nærkast Jesusi og blakar seg fyri føtur hansara, fáa andarnir hann at rópa: „Hvat havi eg við Teg at gera, Jesus, Sonur hins hægsta Guds! Eg taki Teg í eið um Gud, at Tú pínir meg ikki!“
„Far út úr manninum, óreini andi!“ sigur Jesus, men spyr so: „Hvussu eitur tú?“
„Legión er navn mítt; tí vit eru nógvir,“ er svarið. Hinir illu andarnir njóta ivaleyst at síggja líðingarnar hjá teimum teir fáa vald á, og herja á í flokki, ræddir sum teir eru. Men staddir fyri Jesusi bøna teir um ikki at verða sendir í avgrundina. Aftur síggja vit hvussu stórt vald Jesus hevði; hann var enntá førur fyri at vinna á óndum andum. Hendingin vísir eisini at hinir illu andarnir fullvæl vita, at teir sambært dóminum Gud hevur felt yvir teir, einaferð skulu kastast í avgrundina saman við leiðara sínum, Satan Djevlinum.
Á einum fjalli tætt við gongur svínafylgi við umleið 2000 svínum á biti. Nú biðja illu andarnir: „Send okkum í svínini, so vit kunnu fara í tey!“ Hinir illu andarnir tykjast at fáa onkra ónáttúrliga píningarnjóting tá teir fara í skapningar av holdi og blóði. Tá Jesus loyvir teimum at fara í svínini, stoyta øll 2000 sær út av bakkanum og drukna í vatninum.
Svínahirðarnir sum síggja tilgongdina, skunda sær at siga frá tí í býnum og økinum har á leið. Nú koma fólk út at fregnast. Har síggja tey mannin ið áður var settur av illum andum sita við føturnar á Jesusi — ílatnan og við sítt fulla skil!
Eygnavitni greiða nú frá tí sum er hent manninum. Tey siga eisini frá hvussu løgnan deyða svínini fingu. Tá fólkini hoyra hetta fellur stórur ótti á tey, og tey biðja inniliga Jesus fara burtur haðani. Hann eftirlíkar og fer um borð í bátin. Maðurin sum var settur av illum andum biður loyva sær við. Men Jesus sigur við hann: „Far heim til tín sjálvs, til tíni egnu, og sig teimum frá stórverkunum, ið Harrin hevur gjørt fyri teg, og at Hann hevur miskunnað tær!“
Vanliga gevur Jesus teimum hann grøðir boð um ikki at tosa um tað, tí hann vil ikki at fólk bert skulu hava uppskakandi frásøgur av miða seg eftir. Men her er støðan ein onnur, tí maðurin sum fyrr var settur av illum andum kann boða fyri fólki sum Jesus ikki kann koma í samband við. Og hann verður ein vitnisburður um at Jesus er førur fyri at gera gott, og kann á tann hátt viga upp ímóti møguligum illgitingum í samband við svínini sum fóru fyri skeytið.
Eftir boðum Jesusar fer maðurin sum áður var settur av illum andum, avstað. Hann fer at boða í øllum Dekapolis um tað Jesus hevur gjørt fyri hann, og fólkini undrast. Matteus 8:28-34; Markus 5:1-20; Lukas 8:26-39; Opinberingin 20:1-3.
▪ Hvat kann møguliga vera orsøkin, tá vit bert frætta um annan av teimum báðum monnunum sum vóru settir av illum andum?
▪ Hvat vísir at hinir illu andarnir vita hvat teir hava í væntu?
▪ Hví man tað dáma illum andum at fara í menniskju og djór?
▪ Hví gjørdi Jesus eitt undantak í samband við mannin sum fyrr var settur av illum andum, og bað hann siga øðrum frá tí Jesus hevði gjørt?