Líknilsið um pundini
Kapittul 100
Líknilsið um pundini
JESUS er møguliga enn inni hjá Zakeusi, sum hann vitjar á leiðini til Jerúsalem. Lærisveinar hansara ivast ikki í at Jesus, tá teir koma til Jerúsalem, fer at kunngera at hann er Messias og stovna ríki sítt. Fyri at rætta hetta mistakið og fyri at vísa at ríki hansara enn er langt burtur, sigur Jesus teimum eitt líknilsi.
„Háborin maður,“ sigur hann, „fór til land langt burtur at fáa kongavald og so koma aftur.“ ’Háborni maðurin’ er Jesus, og ’landið langt burtur’ er himmalin. Tá Jesus kemur hagar fer Faðir hansara at geva honum kongavald.
Áðrenn hin háborni maðurin fer avstað kallar hann tíggju tænarar til sín. Hann gevur teimum hvør sítt pund og sigur við teir: „Handlið við hesum, inntil eg komi aftur!“ Í fyrru uppfyllingini umboða hinir tíggju tænararnir teir fyrstu lærisveinarnar hjá Jesusi. Í tí størri uppfyllingini ímynda teir øll tey sum saman við honum eru komandi arvingar til hitt himmalska ríkið.
Silvurpund eru virðismikil pengastykki. Hvørt teirra svarar til tríggjar mánaðarlønir hjá einum arbeiðsmanni í landbúnaðinum. Hvat umboða pundini? Hvussu skulu tænararnir ’handla’ við teimum?
Pundini ímynda virði sum hinir salvaðu lærisveinarnir brúktu fyri at fáa fleiri arvingar til hitt himmalska ríkið, inntil Jesus kom sum kongur í tí lovaða ríkinum. Eftir at hann var risin upp og hevði víst seg fyri lærisveinunum, gav hann teimum tey ímyndarligu pundini at gera fleiri lærisveinar við og sostatt økja ríkisskaran.
„Men,“ heldur Jesus fram, „landsmenn hansara hataðu hann og lótu sendiboð fara aftan á honum við hesum boðum: „Vit vilja ikki, at hesin skal vera kongur yvir okkum!““ Landsmenninir eru ísraelsmenn, ella jødar, sum ikki eru lærisveinar hjá Jesusi. Eftir at Jesus var farin til himmals, løgdu hesir jødarnir eftir lærisveinum hansara, og lótu tað soleiðis koma til sjóndar at teir ikki vildu hava hann til kong yvir sær. Teir bóru seg sostatt at sum landsmenninir ið lótu sendiboð fara aftan á honum.
Hvussu brúka hinir tíggju tænararnir pundini? Jesus greiðir frá: „Táið hann so hevði fingið kongavaldið og kom aftur, beyð hann, at hesir tænarar, sum hann hevði latið fingið peningin, skuldu verða kallaðir fram fyri hann, so hann kundi fáa at vita, hvat hvør teirra hevði vunnið. Tá steig hin fyrsti fram og segði: „Harri, pund títt hevur givið tíggju pund av sær!“ Hann segði við hann: „Gott, tú góði tænari! Við tað at tú hevur verið trúgvur í hinum minsta, skalt tú ráða yvir tíggju býum.“ So kom hin annar og segði: „Harri, pund títt hevur givið fimm pund!“ Tá segði hann eisini við hann: „Tú skalt vera yvir fimm býum.““
Tænarin sum hevði tíggju pund ímyndar ein skara ella bólk av lærisveinum frá hvítusunnudegnum ár 33 til nú, teirra millum eisini ápostlarnar. Tænarin sum vann fimm pund umboðar eisini ein bólk í sama tíðarskeiði sum, eftir møguleikum og førimuni, økir kongsins virði á jørðini. Báðir bólkar prædika ídnir gleðiboðskapin, og úrslitið verður at nógv rættlynt menniskju gerast kristin. Níggju tænarar handlaðu og øktu tað sum teimum var litið til.
Jesus heldur fram: „Ein annar kom og segði: „Harri, hygg, her er pund títt, sum eg havi havt liggjandi í einum turriklæði! Tí eg ræddist teg, av tí at tú ert strangur maður; tú tekur tað, ið tú ikki lætst á goymslu, og heystar tað, sum tú ikki sáaði.“ Hann segði við hann: „Eftir tínum egna munni dømi eg teg, ringi tænari tín! Tú vitsti, at eg eri strangur maður, sum taki tað, ið eg ikki læt á goymslu, og heysti tað, sum eg ikki sáaði. Hví setti tú tá ikki pening mín inn í banka, so eg kundi fingið hann aftur við rentum, táið eg kom heim!“ Síðani segði hann við teir, ið hjá honum stóðu: „Takið pundið av honum og latið tann fáa tað, sum hevur hini tíggju pundini!““
At hin óndi tænarin missir hitt ímyndarliga pundið, merkir at hann missir pláss sítt í tí himmalska ríkinum. Ja, hann missir so at siga framíhjárættin at ráða yvir tíggju ella fimm býum. Legg eisini til merkis at tænarin ikki verður nevndur óndur tí hann ger nakað ónt, men tí hann ikki hevur roynt at økja ríkisfæ harra síns.
Tá pundið hjá hinum ónda tænaranum verður givið tí fyrsta tænaranum, verður tað mótmælt á henda hátt: „Harri, hann hevur jú tíggju pund!“ Men Jesus svarar: „Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hevur, honum skal verða givið; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur. Men hesir fíggindar mínir, sum ikki vildu, at eg skuldi vera kongur yvir teimum, leiðið teir higar og høggið teir niður fyri eygum mínum!“ Lukas 19:11-27; Matteus 28:19, 20.
▪ Hvat fær Jesus at siga frá líknilsinum um pundini?
▪ Hvør er hin háborni maðurin, og hvat er landið hann fer til?
▪ Hvørjir eru tænararnir, og hvat ímynda pundini?
▪ Hvørjir eru landsmenninir, og hvussu lata teir hatur sítt koma til sjóndar?
▪ Hví sigst ein tænari at vera óndur, og hvønn týdning hevur tað at hann missir pund sítt?