Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Líknilsini um víngarðin avdúka teir

Líknilsini um víngarðin avdúka teir

Kapittul 106

Líknilsini um víngarðin avdúka teir

JESUS er staddur í templinum. Hann hevur beint nú tept trúarleiðararnar sum hava kravt at fáa at vita hvønn myndugleika hann hevur. Áðrenn teir eru komnir fyri seg aftur, spyr Jesus: „Men hvat tykist tykkum?“ Og so lýsir hann við einum líknilsi hvørji menniskju teir eru tá samanum kemur.

„Maður hevði tveir synir,“ sigur Jesus, „hann fór til annan og segði: „Sonurin, far og arbeið í dag í víngarði mínum!“ Hann svaraði: „Nei, eg vil ikki!“ Men eftirsíðani angraði hann tað og fór. So fór hann til hin og segði tað sama. Hann svaraði: „Ja, harri!“ — men fór ikki. Hvør av teimum báðum gjørdi nú vilja faðirsins?“ spyr Jesus.

„Hin fyrri,“ svara mótstøðumenn hansara.

So greiðir Jesus frá: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tollarar og skøkjur fara fyrr inn í ríki Guds enn tit!“ Tollararnir og skøkjurnar høvdu í fyrstu atløgu sýtt fyri at tæna Gudi. Men eins og fyrri sonurin angraðu tey og fóru at tæna honum. Men hinvegin látast trúarleiðararnir, sum hin seinni sonurin, at tæna Gudi. Men Jesus viðmerkir: „Tí Jóhannes kom til tykkara á rættvísivegi, og tit trúðu honum ikki; men tollarar og skøkjur trúðu honum; og tóat tit sóu hetta, angraðu tit tað kortini ikki aftaná, so tit trúðu honum.“

Síðan vísir Jesus at brek trúarleiðaranna er annað og meir enn at teir ikki hava tænt Gudi. Ja, teir eru veruliga ónd menniskju. „Húsbóndi var,“ sigur Jesus, „sum plantaði víngarð, gjørdi garð rundan um hann, gróv vínpersu í honum og bygdi torn; so leigaði hann víngarðsmonnum hann og fór burt í annað land. Táið nú ávakstartíðin nærkaðist, sendi hann tænarar sínar til víngarðsmenninar at fáa ávøkst hansara. Men víngarðsmenninir tóku tænarar hansara; ein bankaðu teir, ein drópu teir, og ein steinaðu teir. Uppaftur sendi hann aðrar tænarar, fleiri enn hinar fyrru; men teir hagreiddu teir á sama hátt.“

’Tænararnir’ eru profetarnir sum ’húsbóndin’, Jehova Gud, hevur sent til „víngarðsmenninar“ í ’víngarði’ sínum. Hesir víngarðsmenninir eru leiðandi umboð fyri Ísraels fólk, sum sambært Bíbliuni er „víngarður“ Guds.

Av tí at „víngarðsmenninir“ fara illa við og drepa ’tænararnar’, greiðir Jesus frá: „Til endan sendi hann son sín til teirra og segði: „Teir fara kortini at hava virðing fyri syni mínum!“ Men táið víngarðsmenninir sóu sonin, søgdu teir hvør við annan: „Hetta er arvingin; komið, latið okkum drepa hann, so fáa vit arv hansara!“ Og teir tóku hann, kastaðu hann út úr víngarðinum og drópu hann.“

Jesus spyr nú trúarleiðararnar: „Táið nú víngarðsharrin kemur, hvat fer hann at gera við hesar víngarðsmenn?“

Teir svara: „Vanlukkuliga fer hann at gera enda á hesum illgerðarmonnum og leiga øðrum víngarðsmonnum víngarðin, sum geva honum ávøkstin í rættari tíð.“

Trúarleiðararnir koma soleiðis óavvitandi at kunngera dómin yvir seg sjálvar, tí teir teljast ímillum ísraelitisku „víngarðsmenninar“ í ’víngarði’ Jehova sum er Ísraels fólk. Jehova væntar av røttum at teir sum leigaðu víngarðin bera honum ávøkst úr honum, og ávøkstin hann væntar at fáa frá slíkum víngarðsmonnum er trúgv á son hansara, hin sanna Messias. Av tí at teir ikki bera henda ávøkst, sigur Jesus ávarandi: „Hava tit aldri lisið í skriftunum [í Sálmi 118:22, 23]: „Steinurin, ið vrakaður varð av teimum, sum bygdu, er vorðin hornsteinur; av [Jehova] er hetta gjørt, tað er undurfult í eygum okkara“? Tí sigi Eg tykkum, at ríki Guds skal verða tikið frá tykkum og givið tjóð, ið ber ávøkst tess. Tann, ið fellur á henda stein, skal bróta seg sundur; men tann, ið hann fellur á, skal hann sora.“

Nú skilja hinir skriftlærdu og hægstu prestarnir at tað er teir Jesus sipar til við orðum sínum, og teir vilja drepa hann, hin rætta „arvingin“. Framíhjárætturin at ráða í ríki Guds verður tí tikin frá teimum sum tjóð, og ein nýggj tjóð av „víngarðsmonnum“ skal stíga fram, ein ið fer at bera hóskandi ávøkst.

Trúarleiðararnir óttast fólkið, ið heldur Jesus vera ein profet, og royna tí ikki á hesum sinni at drepa hann. Matteus 21:28-46; Markus 12:1-12; Lukas 20:9-19; Esaias 5:1-7.

▪ Hvønn umboða hinir báðir synirnir í fyrra líknilsinum hjá Jesusi?

▪ Hvønn umboða ávikavist ’húsbóndin’, ’víngarðurin’, „víngarðsmenninir“, ’tænararnir’ og „arvingin“ í seinna líknilsinum?

▪ Hvat verður av ’víngarðsmonnunum’, og hvør kemur í teirra stað?